fríggjadagur 12. oktober 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 159 — 12. oktober 1990
UU OG
Sjónvarp Føroya
Ææ - På
:
tA In Ár
Helena Rubenstein
Fríggjadagin ki. 21.25:
Vakurleika-
drotningar - 1:6
Helena Rubenstein
Í 1988 brúktu kvinnur um allan heim 120
milliardir krónur upp á at gera seg vak-
rar. Helena Rubenstein var ein tann
fyrsta á húðarsmyrsl-ekinum, og um-
framt at líkjast einari orientalskari
keisarinnu, var hon ein dugnalig handils-
kvinna.
Sendireðin um vakurleikaviðgerð er í
seks pertum.
Fríggjadagin kl. 21.55:
Nåttarfrost - ty. filmur
Hansjørg Felmy og Gudrun Landgrebe
»Operation Nattefrost« er ein spennandi
sjónvarpsfilmur úr Vesturtysklandi. Ein
njósnari »thriller«, sum er undirhaldadni
og lýsir njósnarakríggið i sinari tíð mill-
um Eystur og Vestur.
Hevuðspersónurin er vesturtýski
brynjuserfrødingurin, Friedrich Seyfried.
Ein dagin kemur DDR fregnartænastu-
madur og vil hava hann at lata Sovjet
upplýsingar. Fregnartænastumadurin
sigur, at Seyfried hevur åbyrgdina av, at
mong ósek doyggja, og hann hóttir hann
vid ymiskum. Fyri konu sini sigur Sey-
fried, at hann er ósekur í øllum krigs-
brotsgeråum. Ein smådrongur, sum
hann einaferð bjargaði, kann prógva at
so er.
Kona Friedrich setir sær fyri at finna
henda drongin, sum nú er vaksin maður,
og sporini fera til DDR.
Ha>sjorg Felmy spælir Friedrich Sey-
fried.
Leygardagin kl. 22.40:
Eystursjógvurin - 2:6
Onnur sendingin um Eystursjógvin, sum
hevur alstóran týdning fyri milliónir av
fólki, sum liva í løndunum fram við Eyst-
ursjónum, er um Eystursjógvin sum
samferðsluleið. Vit hoyra um víkingar-
nar, sum sigldu har uttan serliga góð sjó-
kort. Eftir víkingatíðina komu hanseat-
arnir, og teir sigldu tvertur um Eystur-
sjógvin við tveymastraðum handilsskip-
um. Hesir fingu stóra ávirkan á mentan-
ina í flestu Eystursjóvarlondum. Ikki
fyrr enn í 1500 talinum vórðu sjókort
gjørd, sum vórðu góð hjálp hjá teimum,
sum sigldu har.
Ilkka Hannula hevur lagt sendingina
til rættis (finskt sjónvarp).
Leygardagin kl. 14.00:
Tað guddémliga
Tivoli - opera
Hetta er opera í tveimum aktum eftir Per
Nergárd. Ein uppteka frá framfersluni
hjá Den Jyske Opera í Østre Gasværk.
Sunnudagin kl. 14.40:
Tvær vinkonur
Tá ið tann 31 ára gamli leikstjórin Jane
Campion fór á filmsfestival í Cannes í
1986, hevði hon fýra filmar við sær í
kuffertinum. Ein, »Peel«, fekk gullpålm-
ar sum tann besti stuttfilmurin, hinir
vórðu vístir í sambandi við »Un certain
regard«, har sjónvarpsfilmurin >Two
Friends< fekk stak góða umreðu.
Hesin filmurin lýsir vinalagið hjá
tveimum vinkonum. Tann vakra, myrk-
hærda Louise, býr saman við fráskildu
mammu síni, og sleppur á ein fínan
gentuskúla. Meðan hin punk-gentan,
Kelly, flytur heimanífrá, tí fosturpápin
vil ikki lata hana fara í sama skúla.
Louise fer helst at klára seg væl, meira
ivasamt er við Kelly í einum BZ-kollek-
tivi.
Hesar báðar metast í byrjanini í filmin-
um til jarðarferðina hjá einari felags vin-
konu, sum varð funnin deyð, tí hon hevði
tikið ov nógv narkotika. Tær hava ikki
sæð hverja aðra í eitt ár, og vit líta aftur
um bak.
Hesin australski filmurin byggir á eina
skaldsegu, »Monkey Grip«, eftir Helen
Garner, sum sjálv hevur skrivað mynda-
ritið.
Emma Coles spæir Louise og Kris
Bidenko spælir Kelly.
Louise og Kelly
Sunnudagin kl. 20.30:
Tann fremmandi
fuglurin - 3:4
Samantha Bond og Daisuku Rvu
til triðja part í
Ensku
sendi Mary, sum er komin til
Japan úr Manchurinum. Henni nýtist
ikki longur fíggjarligan stuðul frá Ken-
taro Kurihama, og hon er flutt frá honum
til eina vinkonu, men skjótt fer hon aftur
Sunnudagin kl. 22.25:
Á húsagang
Neil Walsh (Paul Nicholas) er koyrdur úr
íbúðini, og konan Sheila er flutt inn til
ein vinmann. Men Neil hevur ikki mist
mótið kortini. Hann setir seg í samband
við ein gamlan starvsfelaga og teir byrja
av nýggjum
Mánadagin kl. 22.20:
Tann síðsta
promenadu
konsertin
Promenadukonsertin í Royal Albert Hall
í London endar við einari rættiligari
veitslukonsert.
Solistar eru: Lesley Garrett og Ann
Murray.
BBCs Symfoniorkestur og kór verður
stjórnað av Mark Elder.
Týsdagin kl. 21.25:
Tað svarta fjallið
- en filmur
»On The Black Hill« er ein enskur filmur
um tveir tvíburðabreður og lív teirra
saman, frá teir vórðu feddir og fram til
okkara tíð. Segan er úr Wales. Pápin er
walisiskur bóndi og mamman kemur úr
einari enskari prestafamilju. Vit síggja
brødurnar seks ára gamlar, tá teir fara i
herin, tá ið teir fyri fyrstu ferð skulu fara
hver sín veg, og tá ið annar fær gentu.
Vit síggja teir eisini sum tilkomnar
menn, og filmurin endar, tá ið breðurnir
fylla 80. Tá fáa teir eina fødingardags-
gávu, sum er ein flogtúrur, har teir
kunnu síggja landslagið, teir kenna so
væl, úr erva, og hetta hava teir ikki roynt
áður.
Filmurin byggir á eina skaldsøgu eftir
Andrew Grieve
Bruce Chatwin, sum doyði í 1989, 49 ára
gamal. Tveir brødur spæla tviburdabrød-
urnir, tað eru Mike og Robert Gwilyn.
Filmurin, sum hevði frumframførslu í
1988, er leikstjórnaður av Andrew
Grieve.
Mikudagin kl. 21.20:
Dømdur framman-
undan
Hesin amerikanski sjónvarpsfilmurin frå
1978 byggir å eina veruliga hending.
Hevuðspersónurin er ein ungur maður
(Paul Clemens), sum legreglan illtonkir
fyri at hava myrt mammu sína. Eingin
av vinum hansara og heldur ikki onnur,
sum kenna hann, vilja trúgva, at hann er
sekur — men tað er bara tað, at hann
longu hevur viðgingið seg sekan.
Lógargrein 4
Tann 1. oktober 1989 skrivaðu 11 donsk
homuseksuel per heimssegu, tá tey
vórðu innskrivað sum >hjún<. Danmark
hevur, sum tað fyrsta landið í heiminum,
viðtikið eina lóg, sum gevur homoseksu-
ellum somu rættindi sum eðrum hjúnum
— uttan tá tað snýr seg um bern.
Hósdagin kl. 22.15:
Bardagin um rútin 1:4
Hetta er nýggj fronsk sendireð — um
sjónvarp. Hon snýr seg um Victor Mull-
er, ein kendan sjónvarpsmann, sum stýr-
ir tíðindasendingunum í bestu kveld-
senditíð.
Muller er ein av teimum, sum fólk ikki
kunnu vera fyri uttan. Men tað kunnu
tey — sendingin vísir hvussu, bæði til ar-
beiðis og heima.
Tíðirnar broytast — ungar kreftir vilja
royna seg, so Muller situr ikki so tryggur
í sessinum.
Franski skemtarin Jean Carmet spæiir
Muller. Claude Faraldo hevur leikstjórn-
að.