týsdagur 16. oktober 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
GN
v
SR
£
Nr. 161 — 16. oktober 1990
At tiga er at
samtykkja
sigur Jóhan Djurhuus, yvirlækni, sum ikki
góðtekur, at hann sum tænastumaður hevur
tagnarskyldu
viðvíkjandi
sjúkrahúsverkinum
- Eg vildi fegin vitað, hvat
forðar einum tænastumanni
at úttala seg um eitt mál,
hann hevur og hevur havt
við at gera í langa tid. Í
hesum førinum snýr tað sum
um misnøgd mína við av-
gerðir, hægri myndugleikar
í sjúkrahúsverkinum hava
tikið - mest skriviborðsfólk,
sum lítið og einki vita um
málið uttan frá skriviborð-
inum.
Hetta sigur Jóhan Djur-
huus, yvirlækni, sum í Sosi-
alinum hevur greitt frángkr-
um broytingum, ið gjørdar
verða í sjúkrahúsverkinum,
og sum hann heldur vera ul
tað verra fyri sjúklingarnar.
Hann hevur m.a. lýst sína
misnøgd við, at eldri lækn-
ar, sum hava starvast á gkin-
um í nógv ár og hava kunn-
leika til sjúku og sjúklingar,
ikki hava verið spurdir til
ráðs.
FINGIÐ ATALU
Hann reisir sjálvur spurn-
ingin um tagnarskylduna, tí
tað hevur verið ført fram
yvirfyri honum, at um ein
tænastumaður - eins og
Jóhan Djurhuus hevur gjørt
- úttalar seg alment um við-
urskifti í sjúkrahúsmálin-
um, verður rendur upp á
staðið.
- Men hava sjúklingar
ikki rætt til at fáa at vita, hvat
ein, sum hevur starvast í
áravís í sjúkrahúsverkinum,
heldur um, at sjúkravið-
gerðin skal umskipast?
- Skal ein tænastumaður
vera noyddur at tiga og á
henda hátt samtykkja alt
tað, ið verður gjørt, sjálvt
um hann er ósamdur við
avgerðir, myndugleikarnir
taka viðvíkjandi broyting-
um á gki, hann kennir best
til? spyr Jóhan Djurhuus.
HVI TIGA HINIR?
Hann ivast ikki í, at fleiri
aðrir læknar eisini mugu
vera misnggdir við tað, ið
fyriferst í sjúkrahúsverkin-
um. Og hann skilir ikki, hví
teir ikki eisini stíga fram og
siga sína hugsan.
- Er orsøkin, at teir eru
tænastumenn og tessvegna
hava fingið at vita, at teir
ikki mugu lýsa sína mis-
nøgd við stýrandi myndug-
leikar? Og hava teir fingið at
vita, at gera teir tað kortini,
kemur hetta teimum aftur
um brekkur á ein ella annan
hátt, kanska missa starv ella
í hvussu er fáa eina álvars-
liga átalu?
- Sjálvur haldi eg, at tá ein
kennir tað sum sína skyldu
at métmæla broytingum, ein
heldur verða til tað verra,
má ein hava rætt til at úttala
seg. Tað er ikki bara ein
spurningur um at kenna tað
sum eina skyldu fyri sjúkl-
ingunum, men eisini um at
varðveita sína egnu sjálvs-
virðing, sigur Jóhan Djur-
huus.
ALITIÐ MA
VINNAST
- Hví skal slík tøgn vera um
sjúkrahúsverkið, soleiðis at
ein tænastumaður ikki má
síga sína hugsan? Er sjúkra-
húsverkið ein slík heilag
kúgv, at sjúklingurin bein-
anvegin missir alt álitið á
sjúkrahúsverkið, um nakar
sigur myndugleikunum í-
móti? Eg sigi ikki mína
hugsan, fyri at sjúklingurin
skal missa álitið, tvørtur-
ímóti. Álitið man sjúkling-
urin longu hava mist, so-
leiðis sum nú verður arbeitt.
Eg havi ikki vent mær móti
viðurskiftunum í
2
Tað snýr seg eisini um
sjålvsvirding fyri Jóhan
Djurhuus, at hann sigur
sína hugsan alment
sjúkrahúsverkinum men
móti teimum broytingum,
sum bara ella næstan bara
raka tann sjúkra. Og eg geri
hetta í tí vón, at sjúklingurin
aftur kann fáa álit á sjúkra-
húsverkið, sigur Jóhan
Djurhuus, sum vónar, at
frísk fólk, sjúk fólk og tey
sum starvast í heilsuverk-
inum hava skilt hansara
mótmæli og hava gjørt sær
sína hugsan.
STØRRI BROT A
TAGNARSKYLDU
I Sosialinum leygardagin
fanst Henrik Old at sjúkra-
húsmyndugleikunum, sum
hava givið sjúkrahúsunum
boð um at senda inn upp-
lýsingar um hvgnn einasta
sjúkling, ið innlagdur verð-
ur.
- Eg haldi tað eisini vera
sera skeivt at áleggja lækn-
um at geva víðari upplýs-
ingar um sjúklingar, teir
hava vidgjørt. Hetta eru
upplýsingar, ið ikki á nakr-
an hátt eiga at fara víðari.
Hatta er at bróta tagnar-
skyldu, ið er neyðug, og tað
økir ikki júst um álitið á
sjúkrahúsverkinum, sigur
Jóhan Djurhuus.
randi
Tað er ikki óvanligt millum ávísar misnýtarar at spræna seg við
heilivág, so
sum nervatablettir og
sovitablettir.
Sokallað
eingangssproytur eru t.d. ætlaðar teimum, sum hava sukursjúku
4 C
- ikki hugsandi at sukursjúkusjúklingur
hevur verið so gålcysin, at hann hevur
tveitt sproytuna frá sær á almennum
stað, halda serkøn
Tað var ikki sért at hár-
ini reisast á skallanum,
tá tú eitt skemtiligt
dansikvøld fer út á wc og
har finnur eina sproytu,
sum liggur og slødist á
gólvinum!
- Hetta var veruleiki
fyri stuttum. Neyvan
hugsar tú um, at fólk,
sum tú ert saman við,
noyðast at doyva seg í
ødrum rúsandi evnum,
enn tey, sum eru til taks
i barrini. Skelkandi - og
kortini satt, hóast tað
kann hava verið insulin í
sproytuni, sum fólk
nýta, ið hava sukursjúku.
ÓHUGSANDI
Serkgn fólk, sum Sos-
ialurin hevur tosað við
halda, at tað óhugsandi at
sukursjúkusjúklingur er
so gáloysin, tá tað snýr
seg um insulin innspræn-
ingar. Hugsandi er tí
eisini, at okkurt rúsandi
evni hevur verið í
sproytuni.
Sosialurin royndi tí at
fáa staðfest, hvat evni
møguliga hevur verið i
sproytuni, men tað mis-
eydnaðist, av tí at hon
var tóm og hevði ligið ov
leingi, áðrenn hon varð
kannað.
- Eitt nú er tað vanligt
millum ávísar misnýt-
arar at spræna seg við
heilivág, so sum nerva-
tablettir ella sovitablet-
tir, ið verða upploystar í
vatni og síðani sprændar
inn í æðrarnar
FÆST Í HOND-
KEYP
- Tað er eingin forðan
at fáa fatur í sokalladum
eingangssproytum. Tær
fáast til keyps á Apo
tekinum, og eru upp-
runaliga ætlaðar til insu-
lin innspræningar. Tað
eru ongar reglur fyri,
hvør kann keypa sproyt-
urnar.
Í Danmark eru gald
andi reglur, at fólk fáa
sproytur ókeypis á apo
tekum. Hetta kemst av
at narkomanar ikki skuli
nýta brúktar sproytu:
vegna smittuvanda
Høgni Debes Joenser
landslækni, sigur vi
Sosialin, at hann ikk
hevur hoyrt um slik
evnismisnytslu.
Landslæknastovnurin
savnar regluliga upplys
ingar frá m. ø. sjúkra
húsum og løgreglu, men
higartil eru eingi tekin
um, at evnismisnýtsla er
í Føroyum.
IKKI LÆKNA-
SPURNINGUR
Uppá fyrispurning um
tað ikki er hugsandi, at
fólk spræna seg við heili-
vág, sigur Høgni Debes
Joensen, at tað hevur
hann ikki vitan um, av tí
at hetta ikki er ein
læknaligur spurningur.
Sproytan er sum
Framhald á síðu 5