Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 EL fæst úr Vestmanna sundi Kanningar visa, at møgu- leikarnir eru rættuliga góðir. Møguleikar at fáa peruru at lýsa, bori- maskinur at snurra og teldur at skriva við streymi úr Vest- mannasundi eru sera góðir. Hetta vísir ein kanning, sum Danska Orkuráðið hevur gjørt í sundinum fyri at vita um havstreymur kann nýtast tl elfram- leiðslu. Kanningin vísir, at møgulcikarnir eru rættuliga góðir í Vestmannasundi, tó má SEV hjálpa til tá kyrrindini eru og mánin er longst frá jørdini. Í 1987 vóru umboð fyri Birch á Krogboe, Dansk Hydraulisk Institut og Energiministeriet i Danmark i Føroyum og kunnadu SEV, Landsverkfrødingin, landstyrid og orkuráðið um kanningarnar og teir møguleikar, teir meta eru fyri at nýta streymin í teim Streymur úr Vestmannasun di fer møguliga i framtidini at raka féroyinginum. føroysku firðunum til orkuframleidslu. Avgjørt var at seta eina nevnd at arbeiða víðari við kanningini av hesum máli. Nevndin hevur sett neyðugar kanningar í verk av streyminum í Vestmannasundi, og hvørja ávirkan eitt møguligt streymorku- verk kann koma at hava å elkervid og raksturin av ødrum orkuverkum. Til hesar kanningar eru jåttadar 500.000 krónur. Kanningarnar av streyminum i Vest- mannasundi hava ver- ið striltnar, tí nógvir spurningar hava verið við streymmátarun- um, men nú gongur betur. Um úrslitini av hesum kanningum vísa, at grundarlag er fyri slíkum orkuverki, er ætlanin at seta fleiri nágreiniligar kanningar í verk. jústinus Fóroyska oljunýtslan Nr. 161 — 16. oktober 1990 — á CE Uppi ein halvt risatangaskip -Føroyingar nýttu 246.000 tons av olju i fjør At Føroyar er eitt pinkuland, prógvar eisini okkara oljunýtsla. Vit nýta ikki meir enn uppí eitt hálvt risatangaskip av olju um árið. Snøgt sagt, í 1989 nýttu vit ikki meir enn 246.000 tons av olju. Og tey stórstu risatanga- skipini taka yvir 400.000 tons. Orkuráðið ger á hverjum árið eitt yvirlit, eina ársfráðgreiðing yvir hvussu nógv vit nýta av orku, og hvgnn týdning orkan hevur fyri búskapin. NÝTSLAN VAKS Vit nýttu 3000 tons meir av olju í fjør enn í fyrrárið. Stórsti vøksturin í oljunýtsluni er fyri fiskavirkir, sum nýttu 8600 tons í 1989 í mun til 4800 tons í 1988. Tølini í hesi grein og haldið tykkum nú fast. Hóast stóra vatnorku- útbygging og onkur hend- inga mylla, so er SEV stórsti einstaki nytari av olju. Teir nýttu í fjør 34.500 tons í mun til 32.500 í 1988. FISKISKIP BRENNA Fiskiskipini eru eisini stórnýtarar av olju. Tey nýttu 87.000 tons í fjør, her er talið minkað nakað, í fyrrárið nýttu tey 89.000 tons. Onnur skip, her er mest talan um farmaskip nýttu 24.500 tons í fjør í mun til 25.900 tons í 1988. BILARNIR Men bilarnir standa heldur ikki aftanfyri. 24.500 tons kolaðust upp í motorsylindarunum, tó fór ein partur út gjøgnum utstoytingsrørid. 20 prosent av oljunýtsluni fara til upphiting av húsum. jústinus Fiskiskipini eru stórstu oljuslúk- ararnir í Fer- oyum