Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. oktober 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

# Sr Ju sukker GT Ho xx *X* X x * X X Xx Jens Martin Knudsen. So legið tað ljóðar, so hevði hann ikki so nógv at gera, sum ein hevði stúrt fyri. Ríkiligt var tað kortini, og hann kom sera væl frá uppgávuni. Tryggur bæði inni á málstrikuni og úti í brotsteiginum og hevði sína mest eyðsýniligu bjarging tá Michael Laud- rup royndi seg við lang- skoti í seinna hálvleiki. Hann kann ikki lastast fyri nakað av teimum fýra málunum, men kundi kanska havt verið úti, tá Flemming Povlsen skeyt innfyri beint áðrenn 2-1 málið; men avleveringin kom óvart á hann eins og á feroysku verjuna alla. Hann letur seg ikki tela av karminum við 40.000 áskoðarunum ella av Flemming Povlsen, ið erti hann. xx *x xx KK Jóannes Jakobsen. Var millum teir allarbestu å føroyska liånum og visti altjóða stødi í fleir forum — bæði tá hann kom ímill- um sum aftasti maður, tá hann spældi seg burtur úr trongsteðum og tá hann helt professionellu danir- nar fyri tað turra spott við sínum frekleika. Í einum einastandandi avriki dreg ur tað frá, at hann ikki fekk fatur á Michael Laudrup, tá hann fór í- gjøgnum og skoraði triðja Mikkjal Danielsen. Aftur ein góðan dyst, har hann setti seg í respekt við kon- tantum taklingum, ið vóru sera reinar. Hevði eins og allir hinir trupul- leikar av teimum pláss- kneppu driblingunum hjá Michael Laudrup, men hevði annars eitt sera gott eyga fyri at ganga frá sín- um manni og bakka takl- aran upp í avgerandi let- um. Setir ikki sterri krev til sín sjálvs í tí konstruk- tiva, enn hann megnar at útinna, og slepti sær skila- gott av við bóltin. Julian Hansen. Seinferið og vantandi konditión vórðu í flestu førum upp- vigað av góðum plasering- um, sum hann hevur eitt einastandandi gott eyga fyri. Imóti endanum, tá kreftirnar foru at ganga undan, knípti at halda tørn, tå Heintze og Erik Rasmussen løgdu tryst å. Hann slapp væl frå takl- ingunum og smæddist ikki burtur kropsliga, sum ein kundi stúrt fyri. Kundi í størri mun havt fylgt við upp á miðjuna, tá vit høvdu bóltin: tær ferðir- nar hann var tað, var hann eisini við í góðum kom- binatiónum, hóast bóltfer- leikanum vantar nakað, tá leikferðin er so stór sum í slíkum dysti. yx" > X NN % XX Jan Dam. Eisini millum teir allarbestu á feroyska liðnum og gjørdi Brian Laudrup tilveruna so trupla, at hann í donsku pressuni varð hongdur út til spott og spe. Dugdi væl at venda sær, soleiðis at hann fekk taklað so tíðliga sum gjerligt eftir bóltmót- teku. Fýrdi ikki fyri — heilt professionelt — at brúka armar og bein, tá hann var ov tepur. Var í einstøkum førum sleptur upp å fjall, tå Sivebæk yvirlappadi, men klåradi tad i flestu førum sjålvur. Allan Mørkøre. Ikki so lættur at fåa eyga å, men arbeidsavrik hansara å miðvellinum kann ikki yvirmetast: rúgvaði væl upp og setti seg í respekt við effektivum taklingum. Bjóðaði seg til í hegru síðu, og serliga í fyrra hálvleiki var hann við til at minna danir á at teir ikki høvdu einki at gera i verjuspælinum. Vantandi bóltferleiki og seinferi av- dúkaðu seg meira og meira móti endanum, tá kreftirnar fóru at ganga undan. Men ein einastand- andi viljastyrki vigar upp ímóti. Hetta hevði avger- andi leiklut í málinum og eisini tá hann — hóast fullkomuliga pøstur — rann frá donsku verjuni í høgru sidu. Tiverri strektu kreftirnar ikki til at fåa eyga å ein leysan Åbraham Hansen — ein avlevering, ið hevði sent Allan upp millum teir all- arbestu. Nr. 161 — 16. oktober 1990 Tummas Eli Hansen. Aft- ur ein góðan dyst, hóast hann hesa ferð ikki var so eyðsýniligur sum í Lands- krona, tá hann rættiliga slapp at royna og vísa sína styrki í luftini. Frá- líkt verjuavrik, men tað dregur frá, at hann misti Laudrup, tá hann fór í- gjøgnum og skoraði triðja málið og at hann ikki kom upp, tá Flemming Povlsen skoraði fjórða málið. Í tí konstruktiva undirmetti hann leikferðina og gloymdi i einstøkum før- um at fara ímóti bóltinum við tí úrsliti at vit spældu av við hann. * på Abraham Hansen. Okkara mest rutineraði leikari spældi = við alstórum myndugleika á miðvellin- um, har hann veruliga tordi at varðveita bóltin og bjóða dønum av. Hann var arkitekturin aftanfyri flestu av teimum føroysku kombinatiónunum á mið- vellinum. Í summum fer- um var hann í so einsa- mallur við tí úrsliti, at hann — sær sjálvum ólíkt — sendi nakrar feilav- leveringar út á veingin, — sum viðleikararnir snogt sagt ikki orkaðu at renna upp. Rúgvaði eins væl upp í defensiva, men kom ongantíð upp á millum- hond, tá danir royndu seg við skjótum krossflyting- um, serliga í sambandi við driblingarnar hjá Laud- rup. 3 5 å x KK KKRKRKRKKEKERKRAKAK Eftir Olavur W. Høgnesen KK KK KKKAKAKAKAKAKARKAK x xxx xx x x x Torkil Nielsen. Ikki so á- sýniligur, sum hann var í Landskrona-dystinum. SÍF-leikarin smokkaði á ongan hátt burturímillum kortini. Eitt stórt arbeiðs- avrik á miðvellinum, sum darvaði denum, men hann fekk ikki fatur á so nógv- um bóltum og var heldur ikki so nógv við í kom- binatións-spælinum. Hann var kortini við í uppspælinum, og tað var uppá hansara eyðkenda, kompromisleysa gjegn- umbrot í vinstru síðu, at Allan Merkere skoraði út- javnandi 1-1 málið. Kári Reynheim. Var — sum hann hevði lovað — munandi betri enn í Landskrona. Spældi ein einastandandi góðan fyrra hålvleik, har Sivebæk veruliga slapp at royna. Fleiri av hansara eyð- kendu driblingum eydnað- ust og endaðu við skila- góðum avleveringum. Rekti sínar defensivu skyldur til fulnar, men oyðilegði eina ferð eina foroyska off side-fellu í ivrinum eftir at fylgja manninum. Hann datt nakað burtur ímillum í seinna hálvleiki, — m.a. tí at ov stórur partur av uppspælinum fór igjøg- num hegru síðu. Her sakn- aðu vit at hann sjálvur blandaði seg meira í spæl- ið. — fig SO x X Xx X XX x x Xx Kurt Merkere. Hevði mest ótakksomu uppgáv- una á liðnum við at skula liggja einsamallur frammi. Flestu bóltarnir til hansara vóru spældir í luftini, men Kent Nielsen vann allar flestu luftdyst- irnar ímóti tí annars so luftsterka klaksvíkingin- um. Gjerdi eitt risaarbeiði í royndini at jagstra danir, tá teir byrjaðu uppspælið, og syrgdi harvið fyri, at verjan fekk stundir at skipa seg. Gunnar Mohr (ið átti at verðið settur inn nakað fyrr) og Magni Jarnskor komu so seint inn í dystin, at teir ikki rættiliga fingu víst nakað. Teir prógvaðu til fulnar, at teir eru fúsir at gera sítt ítarsta, — fyri liðið og fyri at koma á liðið.