týsdagur 16. oktober 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5.
síða 76
Tey veikastu skulu spara mest
- -
Eitt herðaklapp til
svarta barnaansing
Fíggjarætlanin hjá Tórs-
havnar Kommunu fyri
komandi ár er samtykt.
Hendan fíggjarætlan sig-
ur okkum hvussu skatta-
pengarnir í Havn skulu
nýtast. Millum annað á
sosiala økinum.
Sambært figgjarætlan-
ini verða barnagarðar og
vøggustovur hart raktar
av skerjingum. Skerjingin
er so hørd, at á einstøk-
um stovnum verða ikki
færri enn fýra starvsfólk
uppsøgd, og hetta fer
sjálvandi at merkjast í
dagligu gongdini á stovn-
unum. Skerjingin rakar
fyrst og fremst børnini.
Barnagarðarnir og vøggu-
stovurnar verða nú alt
meira nøkur depot -
goymslurúm - har okkara
uppvaksandi ættarlið skal
goymast ein stóran part
av degnum, heldur enn at
vera eitt stað har børn
trívast og mennast tl
hin føroyska gerðandis-
dagin.
Raka skerjingarnar
børnini, so raka hesar
skerjingar sjálvandi eisini
foreldrini. Bæði mennis-
kjansliga og fíggjarliga.
At hava børn i vøggu-
stovu og barnagarði verð-
ur alsamt dyrari, sam-
stundis sum minni fæst
fyri hesar pengar.
Nøkur yppa helst øksl
og siga sum so, at skal
sparast å øllum økjum, ja
so må eisini sparast har.
Men so er kortini ikki.
Å somu figgjarætlan
er ein konto, har als ikki
verdur spart. Hendan
nevnist "Nýggj skipan i
samband við barnaansing-
arálitið". Hetta eru peng-
arnir, sum býráðið býtir
út til tey foreldur, sum
hava børn í ávísum aldri,
og sum ikki nyta komm-
unalu barngardar og
vøggustovur. I år eru
avsettar 4,5 miljónir á
hesi konto og fyri kom-
andi år er roknad vid
6.141.000 kr.
Tað er at harmast um,
at samstundis sum by-
ráðið ikki heldur seg hava
ráð til at veita býar-
børnum sínum rimiligar
umstødur å dagstovnun-
um er einki sum helst til
hindurs fyri, at nyta
fleiri miljónir at býta út.
Eisini til tey, sum ikki
hava hesar pengar fyri
neyðini.
Eg ivist ikki í, at hjá
nøkrum koma hesir peng-
ar sera væl við - ikki
minst í hesum døgum -
men onnur, sum fåa
månadarliga kekkin frå
kommununi flenna i
kiki.
SKIPANIN ER
ORÆTTVIS
Hendan skipan, sum
Tórshavnar Kommuna
fyri ein hvønn pris vil
varðveita og enntá nýta
upp aftur meira pengar
til, er himmalrópandi
Orættvis.
Í fyrsta lagi letur hon
pengar til fólk, sum ikki
hava hesar fyri neyðini. Í
ødrum lagi er hetta einki
annað enn eitt herðaklapp
til svarta barnaansing.
Tað er jú ein fín fidus,
at taka børnini úr komm-
unalu stovnunum og lata
ødrum, uttan fyri
systemið, børnini at ansa.
Gerst tú hetta, so fært tú
pengar frá kommununi.
Fíggjarliga tápulig er
skipanin eisini fyri
kommununa, tí av
starvsfólkalgnum við
skipaðu stovnarnar fær
kommunan skatt av allari
løn, men av svertu
ansingini (sum nú part-
víst kann rekast við
kommunalum pengum)
fær kommunukassin
sjálvsagt ikki eitt oyra.
Skipanin er eisini
órættvís á annan hátt.
Hvat nyttar td. hjá
einsamgllum mammum
ella pápum at kommunan
bjóðar teimum pengar
fyri at hava børnini
heima? Hvat nyttar
teimum smáar túsund
krónur um mánaðan fyri
at sita heima og ansa
sínum børnum? Hesir
pengar røkka valla til
mjólk og breyð.
Hesi fólk noyðast at
fáa børnini ansað um tey
vilja tað ella ikki, skulu
tey fáa mat í munnin og
klæði á kroppin. Og
óansæð um ansingin er
svørt ella hvít.
. oktober 1990
Undirritadi skeyt upp å
seinasta býráðsfundi at
taka av hesa heilárs
jólagávuskipan, og heldur
lata verandi vøggu-
stovum og barnagørdum
pengarnar, so vit fram-
haldandi kunnu hava góð
og trygg stød til tey
børn, sum hava sítt
tilhald uttan fyri heimið
meginpartin av teirra
yngstu árum. Men hinir
býráðslimirnir vóru ikki
samdir. Uppskotið fekk
bert tvær atkvødur. Tí-
verri!
Tórfinn Smith
Rúsdrekkalógin ring at skilja
Nú vaknaði knappliga fút-
in hjá okkum, M. Nepper-
Christensen, til dáð.
Hetta hoyrdu vit í útvarp-
inum hin dagin.
Í sambandi við eina kon-
sert í Ítróttarhellini, fing-
in í lag av Klub 20, vildu
fyrireikararnir — skeinkja
sterkt til limirnar. Avskil-
að skuldi tað vera, aftan
fyri ein vegg — eitt slag
av chambre separée.
Hetta var at fara um
mark; her segði fútin
stopp.
Hesar hårfinu løgfrødi-
ligu metingarnar eru held-
ur enn ikki ringar at skilja
hjá vanligum fólki. Fyri
nekrum árum síðani, kann
eg nevna, vórðu menn
sektaðir hart við bót og
fongsulsrevsing fyri brot
á rúsdrekkalógina, sum
menn (elklubbar) í dag
fremja óstraffaðir.
Í gamla Havnar Klubba
var tað soleiðis, at hver
limur kom við sínum
egna, og kundi hann har
hava tað undir lási. Her
var eitt slag av skili á. Í
ølklubbunum — ella felog-
unu, sum summir vilja
rópa tað — flýggja limir-
nir — fyristøåumanninum
sini skamtanarkort, og so
verður keypt inn í felag,
og limirnir kunnu síðani
keypa sítt egna drekka
svart. Hetta er ikki í sam-
svar við lógina, har tað
einfalt og týðiliga stend-
ur: Øll sela av rúsdrekka
er bannað, og kortið má
ikki latast eðrum!!!
Tað kundi verið áhuga-
vert eina ferð at fingið fút-
an, sum hevur átikið sær
at umsita lógina, at greitt
okkum vanligu borgarum
lesarabrøv
Fyrr vórðu menn sektaðir fyri at bróta
lógina. Í dag ganga menn óstraffaðir fyri
enn størri brot.
frá — okkum, sum líða
undir náttarófriði frá
larmandi elklubbagestum,
okkum sum fáa arbeiðs-
dagin spiltan — greitt
okkum frá, hvar hetta hár-
fína markið gongur.
Mangur við mær undrar
seg á, hvat hansara erindi
eru her i Føroyum. Er tað
at umsita lógina, ella so-
leiðis heilt privat at
broyta drykkjuvanarnar
her í Feroyum.
At fútin kundi hugsað
sær at rúsdrekkalógin
varð broytt, er lætt at
skilja; tað er hann ikki
einsamallur um. Men tað
at hann letur summar
menn lata, sum eingin
brennivínslóg er, tað
broytir onga lóg.
A.P.
Takið onga støðu
Til fyribils landsstýrið
Tinganes
100 Tórshavn
Vísandi til klagu yvir frá-
farandi landsstýri, sum
send er landsins hægsta
myndugleika, Feroya
Legtingi, hendan klagan,
sum vísir á óregluliga at-
burð og framferðarhátt,
sum landsstýrið og leg-
maður viðgera sjálvognar-
stovnin Blindastovn Fer-
oya, miðsteðina fyri blind
og sjónveik í Foroya landi,
uppá.
Eg undirritaði vóni ikki
at sambands-, tjóðveldis-
og fólkaflokslandsstýrið
fer at taka nakra steðu
viðv. — sjålvognarstovni
okkara. Teir skulu minn-
ast -til, at teir vóru út-
stemmaðir við 22 atkveð-
um. |
Og eg fari at leggja
afturat, at Petur Simon-
sen var vónandi ikki sett-
ur til at jagstra okkum
blindu — og Jógvan
Heinesen var heldur ikki
innvaldur i Føroya
Blindafelag at oydileggja
og niðurbróta fyri blind-
um og blindafelagnum.
Og verður hervið nidur-
lagt eitt ógvuliga hvast
MÓTMÆLI móti at nú,
fráfarandi landsstýri við-
ger ella á nakran hátt, tek-
ur nakra steðu viðvíkj-
andi setan av verkstaðs-
leiðara/fyristeðufólki á
Blindastovni Feroya, fyrr
enn nývalda legtingið
hevur viðgjert og tikið
stødu til áður nevndu
klagu, sum ikki enn er við-
gjørd, men sum eg ikki
ætli skal tigast í hel, tað
vil eg her gera tykkum
heilt greitt, og eg eri fúsur
til at leggja materiale
fram, ið vísir, at vit hava
grundir til tað, vit ætla at
gera, um -vit ikki fáa frið
at arbeiða við okkara
stovni, sum ætlanin var
frá byrjan. Um so er at
nakrir av tykkum halda
fram við hesum í allar
mátar óregluliga og
ósemiliga atburði, má
hendan eventuella setan
av fremmandum fólki,
fólki, ið slettis ongan
kunnleika og fortreytir
hava at arbeiða við blind-
um, og heldur ikki fáa tað
eftir tveimum mánaðum,
má hendan setan nú verða
at rokna sum ein jagstran
og maktmisnýtsla og brot
á lógir og reglugerðir fyri
Blindastovn: Feroya,
sjálvognarstovnin — eina-
ferð enn: hetta verður at
rokna sum -ein politisk
setan og framhaldandi
kúgan.
Og sum undir ongum
umsteðum, eg endurtaki,
undir ongum umstødum
verður góðtikin.
Ongin veit á morgni at
siga hvar hann á kveldi
gistir.
Andrass ur Pållstovu
Tradarbrekka 1
100 Torshavn
P.S. Tit komu inn å løg-
tingi3 sum félkavaldir
menn, minnist til tad, og
ikki sum einaveldisharrar,
eg fari at spyrja tykkum
ein spurning: er tad so
statt, at undirskriftir frå
okkum blindu einki virdi
hava, er tad ikki at dis-
kriminera okkum sjón-
veiku og blindu??