Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 162 — 17. oktober 1990 Losjan bjóðar hernum og ung- folkum innivist - eini 150 til 200 børn og ung fáa dagliga sína gongd í Losjuni í Havn, um eitt projekt, sum verður lagt fyri mentanarveynd Býráðsins í kvøld, fær undirtøku. 7 Henda ætlan fyri børn og ungfólk í Havn, kom i lag, tå Losjan vendi sær til fólk, sum kundu fyri- skipa slíkum tiltaki, í royndini at gera nakað munagott fyri havnar- børn og ung, í tíðar- skeiði tá tey ikki eru í skúla, og um kvøldarnar. FRÍTÍÐAR- TILTAK Ein bólkur hevur arbeitt Landssjúkrahúsið 100 Tórshavn Sekt verður eftir avloysara fyri lækna- skrivara at arbeiða fulla tíð á heiliráð- deildini frá 1. des. 1990 til 31. des. 1991. Løn og setanartreytir eru sambært sátt- mála millum Sjúkrahúsverkið og Starvs- mannafelagið. Útbúgving sum læknaskrivari krevst. Umsókn við avriti av próvtgkuskjali v.m. verður at senda umsjónarmanninum, Landssjúkrahúsið, 100 Tórshavn. við málinum í longri tíð, og hevur heitt á Landsskúlafyrisitingina, fyri at vita, um teir har kundi ganga inn fyri projektinum, og Lands- skúlafyrisitingin er posi- tiv fyri hesum tiltaki. Slíkt projekt kann tengjast at kvøld-og ung- dómsskúlanum, og skal skiljast sum ein frítíð- artilboð, eftir frítíðar- lógini fyri ung í eini kommunu. Um slíkt virksemi skal stovnast, skulu kommunalu myndugleik- arnir góðtaka projektið, og við játtanini gjalda 50% av savnaða kost- naðinum. Hin partin skal Landsskúlafyrisitingin gjalda. ÓDÝR LOYSN Talan er tó ikki um so stórara upphæddir, bert 26000 krónur um mánað- an í einum royndarskeiði upp á 10 mánaðar, sum verður býtt í tveir partar. Projektið fevnir yvir Losjan í Havn hevur vent sær til fólk, sum kunnu skipa fyri at veita børnum og ungum eitt munagott tilboð. Um tað eydnast at fáa kommunu og Landsskúlafyrsiting at veita stuðul, verður frítíðarvirksemi fyri børnum og ungfólki í Losjuni. tríggjar aldursbólkar, har tey ungu, sum onga staðni hava at fara um dagarnar, vegna arbeiðs- loysi, kunnu fara í Los- juna fyrrapartar. Seinna- partin verður opið fyri smærru skúlabórnunum og fyri ungdómi frá kl. 19.00 og út á kveldið. Umleið 150 til 200 børn og ung fáa í boði at vitja í Losjuni hvgnn dag, um hetta tiltakið fær undirtøku í ment- anarnevndbýráðsins í kvold. Dagny Síða 3 erliga tannrøkt 50 ára gomul og eldri mugu ansa serliga tonnunum Vit skulu ikki so langt aftur í tíðina, tá ein stóru partur av fólkinum høvdu mist allar tenn- inar, tá tey vóru 40 ára gomul. Nú eru tað fá, sum noyðast at fáa sær handilstenn longu sum 40 ára gomul. So stór framstig eru gjørd við- víkjandi tannrgkt. Nú hava vit tenninar fyri lívið. Tað er tó ein aldursbólkur, sum noyðist at ansa serliga væl eftir tonnum sínum. - Tað er galdandi fyri tey, sum eru farin um 50 ár og framvegis hava allar sínar tenn, men sum ikki fingu réttu tannrøktina, tá tey vóru børn og ung. Tey mugu ansa serliga væl eftir, sigur Mikael Grabow- ski, sum er næstfor- maður í danska tann- læknafelagnum, í sam- réðu vid blad, apotekini hava givið út. I blaðnum "Mín besti aldur" gevur hann góð ráð ul teirra, sum hava væl eftir allar ella flestu tenninar, men hava plomberað fleir tenn. Tað hevur við sær stórri vanda fyri, at matleivdir hanga fastar. OKEYPIS BLAÐ Mikael Grabowski mælir ikki bara ul at busta tenn minst tvær ferðir um dagin og minnast til at skifta tannbustina út, tá hon er slitin. Vit eiga eisini at nýta tannsteytarar hvgnn einasta dag, og tað skulu verða teir réttu tannsteytararnir, sum hava réttu støddina til millumrúmið millum tenninar. Og sjálvandi skulu vit javnan fara til tannlækna at fáa tenn- inar kannaðar. Blaðið skrivar eisini um paradentosu og um at røkja handilstenn. Nýggja blaðið, ið vendir sær til fólk, farin um tey 50, fæst ókeypis á apo- tekinum. —————— |"