Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kazcinsky venja komandi ár Hóast ikk serliga iong tíð er liðin, síðani landskapp tey ymsu liðini tó longu 18 farin at hugsa eitt sind ur fram í tíðina Millum annað skulu onkur av liðunum hugsa um, hver skal venja tey komandi ár. Teirra millum hevur verið B68. Men B68 hugsar ikki meir. Avgerðin er tikin, og funnið er fram til, hver skal vera venjari hjá ein- um av bestu feroysku fót- bóltsliðunum í 80-unum. Polakkur á Toftir Avtala er gjørd við fyrr verandi venjaran hjá B71, Jan Kaczinsky, sum hev- ur vant sandingarnar nekur ár. Millum annað í fjør, tá B71 vann FM-heit- ið í stórum stíli. Nú er liðið í 2. deild. „Finnur hevði ikki meguleika at halda fram hjá okkum komandi árið eisini, so tí royndu vit að- rar loysnir«, sigur formað- urin í B68, Niclas David- sen. >Valið fall so á Jan Kazcinsky, og verður hann okkara venjari kom- andi ár<. Óvist við spælarum Ta tíðina, Kaczinsky vandi B71 í 1. deild, hevði hann eisini tveir polskar leikarar á liðnum — mål- verjan Zakrewski og úti- eikaran Krakowski Men hvussu verður nú, hann skal enja B68 Verða meguliga onkrir po lakkar at síggja á liðnum hjá B68 „Ég veit ikki, hvussu verður við tí, men tað er rættiliga óvist< sigur Niclas Davidsen við Sosialin. >Tað er sjálvandi ein meguleiki, men verður ikki mett sum alt avger- andi«. Avtalan millum B68 og Jan Kaczinsky er galdandi fyri komandi kappingarår. Hvussu so víðari verður, sleppur tíð- in at vísa. hj. Jógvan Martin Olsen og hinir í B68 skulu komandi ár hava nýggjan venjara. Nr. 162 — 17. oktober 1990 Landsstýrismaðurin í ítróttar- málum, Signar Hansen, torir ikki at siga, hvussu verður við grasvølli á Svangaskarði Enn hevur landsstýrið ikki tíkið nakra stóðu viðvíkj- andi uppskotinum og til- bodnum frá Tofta Ítróttar- felag um at gera grasvøll við síðuna av stadiongkið á Svangaskarði. > Vit hava ikki havt fund um málið enn, og eg tori einki at siga um tað,< segði landsstýrismaðurin Signar Hansen við Sosialin seinnapartin í gjár. Málið >flýtur< Landsstýrismaðurin sigur, at málið >flýtur eitt sind- ur<, men vil annars einki siga um tað. >Men eg rokni við, at tað kemur fyri á fundi her í landsstýrinum annað- hvert fríggjadagin ella týs- dagin,< sigur hann. Sosialurin hevur frá ødr- um vælvitandi keldum annars fingið at vita, at nú er um at gerast meira iva- samt, hvussu góða undir- tóku uppskotið um gras- vøll á Svangaskardi, hev- ur. »Sum eg havi skilt, eru bæði løgmaður, Jógvan I. Olsen, Ivan Johannesen og Jóngerð Purkhús líuð hug- að at veita hesum velli neyðuga studningin uppá 30 prosent,< upplýsir ein kelda fyri Sosialinum Má ikki verða valagn Men hvussu endin á hes- um máli verður, fæst helst ikki at vita, fyrrenn tað hevur verið fyri á lands- stýrisfundi. Ein av orsøkunum til, at onkur av landsstýrisfólk- unum ikki vilja hava mál- ið avgreitt nú, er at so gerst tað valagn hjá Sign- ari. »Og tá er meira mist enn vunnið,< sigur keldan. Hinvegin má málið av- greiðast í stundini, skulu toftamenn fáa stundir at fáa vøllin lidnan til teir tríggjar heimadystirnar, ið eftir eru. hj. Enn hevur málið um grasvøll á Svangaskarði ikki verið fyri í landsstýrinum. Og nú tykist enntí vera ivasamt , um yvirhøvur meiriluti fæst i landsstyrinum fyri at geva tey neyðugu 30 prosentini i studningi, sum skulu tit, skulu Tony Polster og Mikkjal Danielsen sleppa at dystast á heima- velli i Føroyum. Mynd: Keld Navntoft Norðurírland og Danmark hittast í Belfast í kvold: ÚF sendir ikki — SVF roynir Í kvold verður í Belfast spældur ein dystur í okk- ara EM-bólki. Har hittast Norðurírland og Danmark. Sosialurin tosaði seinna- partin í gjár við bæði út- varpið og sjónvarpið fyri at vita, um tey fóru at senda dystin beinleiðis. >Vit fara ikki at hava samsending við danska út- varpið um hendan dystin,< sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri. >Og eg trúgvi neyvan, at danska útvarpið yvirhøvur hevur fråsøgn frá honum.< Um sjónvarpið sendir frá hesum dysti, var seinna- partin í gjár ikki endaliga greitt. >Vit royna nú av gllum alvi at finna útav, um vit hava møguleika at fáa dystin niður uppá onkran máta,< segði sjónvarps- stjórin Jógvan Asbjørn Skaale við Sosialin. >Enn hava vit so ikki funnið nakra loysn, men vit royna til tað síðsta at fáa sent hann. Hetta er jú ein dyst- ur, sum nú hevur fingið rættiliga stóran týdning. Týdningarmikil dystur Og satt er tað. Hetta er ein dystur, ið hevur serliga nógv at týða fyri Norðurírland, sum longu frammanundan hev- ur tapt sín fyrsta og higar- til einasta dyst. Fáa norðurírar ikki stig — les: sigur — eru teirra møguleikar at sleppa víð- ari í bólkinum dotnir burt- ur í einki. Hinvegin er eisini um- ráðandi hjá dønum at fáa í hvussu er eitt stig, skulu teir ikki missa sambandið við Jugoslavia, sum longu hevur tryggjað sær tvey útivallarstig móti júst Norðurírlandi. Endar dysturin t.d. vid norðurírskum sigri, er hes- in EM-bólkurin helst vorð- in tann mest spennandi av øllum, tí tå hava fýra av fimm liðum tvey stig í part. Eydnast so eisini Eystur- ríki at fáa bæði stigini móti Jugoslavia, er sensa- tíónin fullkomin við fimm liðum á strípu við sama stigatali. hj. ES LE #5 Se Á SÍUR