mikudagur 17. oktober 1990síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
BS) S0SIalurin |
Hvat er Amnesty Interantional
Amnesty International er
fyrst og fremst tann
heimsumfatandi skari av
menniskjum um allan
heimin, sum av heilum
huga taka undir við teim-
um grundleggjandi
mannarættindareglum, ið
vórðu samtyktar av Sam-
eindu tjóðum tann 10. de-
sember 1948 og kunn-
gjørdar sum Heimsyvir-
lýsing Sameindu tjóða um
mannarættindi, og sum
vilja gera sítt til, at hesi
rættindi verða ein sjálv-
sagdur lutur í lívinum hjá
ellum
menniskjum, sama
hvar tey búgva
Meira enn 700.000 fólk í
fleiri enn 150 londum um
allan knettin halda, at tað
er ikki nóg mikið at taka
undir við hesum rættind-
um, men at tað er neyðugt
at virka fyri, at tey gerast
veruleiki. Hesi eru limir i
Amnesty International.
Amnesty International
varð stovnað í Bretlandi í
1961 og hevur til endamál:
— óheft av ellum politikki
at virka fyri leyslating av
kvinnum og monnum, ið,
móti reglunum í Heims-
yvirlýsing Sameindu
tjóða um mannarættindi,
eru fongslað ella á annan
hátt avbyrgd vegna polit-
iskari sannfering, guds-
trúgv, uppruna, kyni,
húðarliti ella móðurmáli,
treytað av at tey hverki
hava nýtt vald ella eggjað
til valdsnýtslu. Tey verða
nevnd samvitskufangar.
— á ein og hvenn hósk-
andi hátt at stríðast fyri,
at samvitskufangar ella
politiskir fangar íikki
verða fongslaðir uttan
sakarmál innan rímiliga
tíð og sambært rættar-
gangsteglum, eru í sam-
svari við altjóða góðkend-
ar reglur,
— á ein og hvenn hátt at
virka ímóti deyðarevsing
og píning ella aðrari ó-
menniskjansligari ella
vanærandi viðferð av
fangum ella fólki, ið eru
avbyrgd á annan hátt,
sama um tey hava nýtt
vald ella eggjað til valds-
nýtslu.
Amnesty International
hevur í skjótt 30 ár arbeitt
fyri hesum endamáli, cg
hóast nógv er broytt hesi
árini, er enn langt á mál.
Kúgan hevur nógv andlit,
og neyðugt er at broyta
arbeiðslagið eftir broytt-
um umsteðum.
Hevuðssteðin hjá Am-
nesty International er
framvegis í London, har
upplýsingar úr Bellum
heiminum verða savnaðar
og kannaðar og síðan
sendar runt til deildirnar.
Meðan teir 700.000 lim-
irnir búgva so víða sum í
150 londum, eru deildir
skipaðar í 43 londum.
Hesar deildir eru ymiskar
til steddar, men allar ar-
beiða eftir førimuni sam-
svarandi endamáli og
skipan Amnestys. Annað-
hvert ár hittast umboð
fyri deildirnar á felags
fundi, har tosað verður
um viðurskifti felagsins
og avgerðir verða tiknar
um, hvussu arbeiðast skal
komandi tvey árini. Á hes-
um fundi verður eisini
nevnd vald, og hon hevur
so ábyrgdina av at av-
gerðirnar verða settar í
verk. Umsitingin er fram-
vegis í London, og har
starvast nekur hundrað
fólk.
Hetta kann tykjast í so
tungvunnið, men stórur
dentur hevur altíð verið
lagdur á, at Amnesty
International er demo-
kratiskur felagsskapur,
har tað eru limirnir, og
eingin annar, ið taka av-
gerðirnar. Tað eru eisini
limirnir, ið rinda allar út-
reiðslurnar, og tikið verð-
ur ikki móti stuðli frá nak-
rari stjórn, sama hvussu
vinarliga sinnad hon ann-
ars er.
Amnesty International
er Opolitiskur felagsskap-
ur, ið ongantíð tekur
steðu í politiskum (ella
átrúnaðarligum) spurn-
ingum. Hetta er ein ófrá-
víkilig grundregla, ið er
neyðug fyri at rekja enda-
málið at koma øllum teim-
um til hjálpar, ið eru
fongslað vegna sam-
vitskusakir.
Millum tær 43 deildir-
nar er Feroya deild, ið
varð stovnað tann 29.
august 1965, og sostatt
hevur 25 ár á baki.
Tað var Roland Thom-
sen, ið bjóðaði til stovn-
andi fundin. Hann var
stutt frammanundan
komin úr Danmark, har
hann hevði verið við í
donsku deildini, ið var
stovnað árið fyri, í 1964.
A stovnandi fundinum
vóru 21 fólk, og í nevndina
vórðu vald: Povl Skárup,
Eyðun Johannesen, Jo-
hanna Jensen, Finnur Jo-
hannesen og Roland
Thomsen, ið varð valdur
til formann og var formað-
ur og drívandi kraftin ell
tey fyrstu árini.
Feroya deild er sostatt
millum tær elstu Am-
nesty-deildirnar, og tað
má sigast at vera eitt
bragd, at vit komu so tíð-
liga við í eitt altjóða sam-
arbeiði, og at tað hevur
eydnast at vera við øll år-
ini á jovnum feti við allar
hinar deildirnar.
Umframt vanliga ar-
beiðið til frama fyri sam-
vitskufangar, hevur sein-
astu árini sterri dentur
verið lagdur á at gera upp-
lýsingararbeiði í Føroyum
um mannarættindi, hav-
andi í huga at Feroya
liggja langt av leið haðan
grovastu mannarættinda-
brot eru dagligur kostur. Í
hesum arbeiði hava bleð-
ini verið góðir stuðlar,
ongantíð hevur staðið á at
fáa innivist fyri tilfari frá
Feroya deild. Útvarpið og
sjónvarpið hava eisini ver-
ið góð at heita á.
Endamálið má vera at
fáa undirvísingartilfar á
føroyskum um manna-
rættindi, soleiðis at fer-
oysk bern fáa eina livandi
fatan av, at mannarætt-
indi eisini koma teimum
við. Her hevur verið ar-
beitt saman við skúla-
myndugleikunum, og tað
verður helst ikki leingi,
áðrenn nakað spyrst burt-
ur úr hesum.
Tað var A.I. Feroya
deild, ið fekk eitt tað týdn-
ingarmesta mannarætt-
indaskjal í nýggjari tíð,
Heimsyvirlýsing sam-
eindu tjóða um manna-
rættindi frá 10. desember
1948, umsett til føroyskt
og prentað. Í ár hevur
eydnast at fáa teir báðar
S.T. sáttmálarnar frá 16.
desember
1966 um
mannarættindi umsettar.
Ætlanin var at fåa teir
givnar ut i sambandi vid
25 åra stovningarhaldid,
men tað bar tíverri ikki til.
Vónandi verður tað ikki
leingi, áðrenn teir verða
prentaðir, men tað er eis-
ini ein pengaspurningur.
Tá Amnesty Internatio-
nal sum felagsskapur var
25 ár í 1986, skipaði Før-
oya deild í samstarvi við
Postverk Feroya fyri al-
mennari kapping um
myndevni til frímerki.
Undirtekan var ófera góð
og 235 uppskot komu inn.
Úrslitið gjørdist trý vekur
frímerki, ið vaktu ans víða
um.
Samsvarandi reglunum
um, at Amnesty ikki tek-
ur ímóti stuðli frá stjórn-
um, hevur Feroya deild
ongantíð sekt um fíggjar-
liga hjálp frá landsstýrin-
um. Hinvegin hava fer-
oyskir politikarar so gott
sum uttan undantak altíð
verið fúsir at stuðla okk-
um. Eitt úrslit av hesum
er fótbóltsdysturin á ólav-
seku, ið nú tykist at fara
at gerast ein fastur táttur
í ólavsekuskránni.
Limatalið hevur verið
steðugt vaksandi seinastu
árini og er nú omanfyri
900. Hetta er einastand-
andi samanborið við fólka-
talið og upp á seg nógv
stersta limatal hjá nakrari
Nr. 162 — 17. oktober 1990
A.I. deild. Vónandi kann
hetta eggja enn fleiri at
gerast limir.
Ikki ber til at lata vera
ið at nevna tveir av hes-
um mongu trúgvu limun-
um. Tað eru Maud Heine-
sen og Anette Wang, ið
java verið við so gott sum
ell 25 árini, og báðar fram-
gis eru virknar í arbeið-
im hjá Føroya deild.
Síðan deildin fekk skriv-
Skrá
Amnesty International
Foroya deild 25 ár
Í Norðurlandahúsinum 24. okt. 1990.
Konferencier: Gissur Patursson
kl. 19.30 Anna Maria Persson, formaður, bjóðar
vælkomin
19.35 Legmaður, Jógvan Sundstein, heldur
rødu
19.45 Tónleikur - Jóannes Andreasen, Jens
Chr. Guttesen og Ernst Dalsgarð
20.00 Rói Patursson heldur reðu
20.10 Brot úr Antigone. Leikarar: Birita
Mohr, Sverri Egholm, Brynjolvur Tórs-
tun
20.30-21.00 STEÐGUR
21.00 Byrjanin hjá Amnesty Ínternational
Feroya deild
21.10 Tónleikur -
Næs lesur
21.25 Tónleikur -
Berglind
21.35 Heilsur -
21.50 Tei
hesari rød
nr. 3: »Samvitskufangin«.
orå og lag: Heri Nolsøe
sang/guitar: Karl M. Samuelsen
(Jogvan Olsen)
nr. 2: »Skuggar yvir Peking«
orð: Anker Eli Petersen
lag: Terji Rasmussen
(Finnur Hansen, Jón McBirnie,
Ronnie Nielsen)
nr. 1: »Tey dansa eins og skuggar«
orð og lag: Eyðun Nolsee
Steintór Rasmussen
(Finnur Hansen, Jón
McBirnie v/ kóri)
22.10 Felagssangur - góða nátt
Føroya Sparikassi hevur latid virdislønirnar
og takkar Amnesty International Føroya
deild hjartaliga fyri hesa fødingardagsgåvu.
Terji Rasmussen, Finnur
Hansen, Jon McBirnie, Ronnie Nielsen,
Anker Eli Petersen
21.20 Yrking av Karsten Hoydal -
Liv Dam, Ernst S. Dals-
garð, Jóannes Andreasen, Jógvan
Olsen, Hans Havelund, Flemming
IEC 0.0.
Teir vinnandi sangirnir verða framførd-
ir, og heiðurslenir verða handaðar í
stovu við festum starvs-
fólki, hevur arbeiðið ligið í
nógv tryggari legu, og
hetta hevur sín stóra part
av æruni fyri ta fram-
gongd, ið hevur verið sein-
astu árini, og gevur eisini
vónir um steðuga fram-
gongd komandi árini til
frama fyri tey medmenn-
iskju um allan heimin, ið
treingja stersta stuðul:
samvitskufangarnar.
Margretha
Bingotolini hesaferð: