hósdagur 18. oktober 1990síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
mee
Nr. 163 — 18. oktober 1990 —
Hvat vil meirilutin i Argja
bygdaráð?
Í einum longum lesara-
brævi i bløåunum, Dimmu
og Sos. 6/10 90, loypur
meirilutin i Argja komm-
unu å undirritada. Megin-
parturin av hesum langa
lestri eru farisearalótir,
sum ikki eru svar verdug-
ar. Hjálparloysi úr enda í
annan.
Tvey mál verða drigin
fram: gosbaðið og CEPA-
treðin.
Um gosbaðið skriva teir
soleiðis: >Bygdaráðið fekk
boðið hetta gosbað frá ein-
um felag á Argjum.
Bygdaráðsformaðurin
kunnaði um hetta á fundi,
men ongin undirtoka var
millum limirnar. Hóast
manglandi undiriøku í
bygdaráðnum fóru fram-
haldandi tingingar fram í
hesum máli. Bygdaráðs-
formaðurin undirskrivadi
eisini skjel, sum seljarin
hevði orðað (tó uttan
heimild frá
bygdaráðnum). Tað er nú
soleiðis, at skal nakað
keypast av kommununi,
krevst bygdaráðssamtykt
og tvær undirskriftir. Eft-
ir at bygdaráðið var kunn-
að um hesi skjal, varð ein-
asta samtykt í hesum máli
feld í gerðabók. Hon segði
stutt og greitt, at bygda-
ráðið ikki ynskti at keypa
nakað gosbað og tískil sá
seg leyst av hesum máli.
Henda samtykt er undir-
skrivað av ellum bygda
ráðslimunum uttan nakra
viðmerking. Á sama fundi
blivu limirnir eisini kunn-
aðir um, at við tað at
undirskriftirnar vóru
gjørdar uttan heimild,
kom Argja kommuna ikki
at standa sum keypari av
nøkrum gosbadi«. Lesarin
sær nu vid egnum eygum,
hvussu kommunan verður
stýrd. Meirilutin sigur tað
sjálvur.
Hvat vil Jørleif Ala-
berg? Jú, hann vil, at allir
borgarar í kommununi fáa
somu semdir. Men tað
stutta av tí langa er, at
meirilutin er sinnaður at
geva eftir fyri CEPA-
monnunum, soleiðis at
teir skulu fáa serviðgerð
samanborið við aðrar
borgarar
Teir fýra bygdaráðslim-
irnir á Argjum kalla tað
fyri at reinsa ein kest at
kanna skjelini hjá undan-
farna bygdaráði frá 1984
og úteftir. Undirritadi
legði fram uppskot at seta
triggjar bókhaldskenar
menn at kanna viðurskift-
ini, men málið fall. Mundi
tað vera tí, at teir roknaðu
við, at tað var ein kestur
at fara í holt við?
PS. Hvussu er nú vorðið
við tegnskylduni, nú
gerðabókin tykist at
liggja opin í blødunum?
Teir reypa sær eisini av
470 avgreiddum málum,
men hvussu nógv av teim-
um eru gjøgnumførd?
Jerleif Alaberg
bygdaráðslimur
A
Viðmerkin
g til oddagrein
Eftir at tað gjordist
greitt, at Sosialistiski
Loysingarflokku fekk
nóg nógvar undirskriftir
til at stilla upp, skrivaði
Sosialurin, at nýggi flokk
urin skuldi vera væl kom-
in
Fáar dagar seinni fær
pípan annað ljóð. Burtur
úr einum lítlum broti í
sjónvarpssendingini >Alv-
aratos< fær Vilhelm Jo-
hannesen eina heila odda-
grein, har hann
Sosialistiska
flokkin undir at
kroysta
leggur
Loysingar-
vilja
eina albanska
samfelagsskipan niður
yvir Feroyar.
Góði Vilhelm. Eg helt
meg siga týðuliga og
greitt, at nýggi flokkurin
var ein breið fylking av
ónegdum veljarum, sum
vildu hava ein annan poli-
tikk enn tann, sum ver-
andi flokkar hava at
bjóða. Eg helt meg eisini
siga týðuliga og greitt, at
tað vóru føroysk viður-
skifti og feroyskan poli-
tikk, sum nýggi flokkurin
vildi nýta tíð og kreftir
sínar uppá.
Skuldi Vilhelm ella onk-
ur annar ivast, so lat meg
sláa tað fast við sjey
tumma seymi: Sosialist-
iski Loysingarflokkurin
byggir ikki á nakra út-
lendska fyrimynd. Enda-
mál okkara er einar fræls-
ar Feroyar á fólkaræðis-
grund, við einum
sjálvbjarg
ligari
sterkum og
num búskapi.
Vinarligast
Dánjal J. Jacobsen
UR
Brotsspark
Hevdi Vilhelm verið tann
einasti, sum sá sjónvarps-
sendingina »Ålvaratos«
friggjakvøldid, var ikki
væl vorðið. Viðmerkingar
hansara bera nevniliga
boð um, at hann hevur
lurtað illa eftir.
Í oddagreinini eydnast
tað honum at brongla tað,
sum sagt varð, so mikið,
at lesarar, ið ikki hava
sæð sendingina, fáa ta fat-
an, at Albania er fyri-
mynd hjá tí nýstovnaða
Sosialistiska
flokkinum.
Næsta dagin verða hesi
»sannleiksorå« endurtikin
i einum politiskum greina-
stubba á síðu 2.
Enn er valstríðið ikki
byrjað. Tað einasta vit
hava hoyrt av ítekiligum
tingum er frá tí nýggja
flokkinum. Hann hevur
Albania-modellið sum
fyrimynd. So eru vit tað
klókari! Tað er at vóna, at
vit fáa eitt valstrid, ið
Loysingar-
—————————————"————
Bingotolini hesaferð:
—
verður merkt av sakligum
og seriosum kjaki.
Sosialurin eftirlýsir
einum seriøsum og saklig-
um orðaskifti, samstundis
sum blaðið traðkar eitt tí-
líkt orðaskifti undir fóti. Í
slíkum feri má demast
brotsspark.
Men hvat var tað,
Dannie segði í sjónvarpin-
um. Ferð eftir ferð endur-
tók hann, at flokkurin ikki
hevði nakra fyrimynd utt-
anlands. Dagmar tóktist
ikki negd við hetta svar,
og spurdi hon hann um
hansara egnu meining.
Dannie svaraði tá, at hann
var hugtikin av Albania,
men at hetta stóð púrast
fyri hansara rokning.
Eitt heiðurligt svar,
sum helst hevur loypt
hvøkk á onnur enn Vil-
helm, men sum vísir, at
Dannie ikki royndi at fjala
út yvir nakað.
Tíverri var tað eitt svar,
sum Vilhelm ikki kundi
nýta, tí viðmerkingin var
Danniesa púrasta og al-
leina.
Men Vilhelm kundi ikki
halda sær. Ein tílíkan
gloypibita fór hann ikki at
lata fara framvið. Og
Sosialurin hevur eftir øll-
um at dema hildið tað
sama, so kann »seriøst og
sakligt orðaskifti“ vera
hvat tað vera vil.
Vinarliga
Klæmint Olsen
Síða 17
lesarabrøv
Lysing frå
Vågs Byråd
Stedgiforbod verdur sett å Nordaru sidu
á høvudsgøtuni frå Marknoyri til vatnið
å Vågs Eidi. Stedgiforbodid kemur i gildi
månamorgunin tann 22/10-90.
Vågs Byråd
Fimleikafagnadur
verður í Norðurlandahúsinum leygar-
dagin 20.10., kl. 14.00, og sunnudagin
21.10, kl. 16.00.
Fimleikasambandið
Frítíðarhús á bygd
Vit hava eini hús í Húsavík til leigu. Hús-
1ni, ið standa í sera barnavinarligum um-
hvørvi, eru væl egnaði til vikuskiftisferðir
o.l. stytri vitjanir.
Ringið 5 61 11 ella 1 12 80 og fáið
nærri at vita.
Við rattið er tað
tú, sum setir
ferðmarkið!
tg
ce
HOVLIGA +