leygardagur 27. oktober 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 170 — 27. oktober 1990
- -
P-talið, savning og skráseting av
persónligum viðurskiftum
Eg grunaði tað altíð, at
ikki allar treytir í skra-
setingarlógini altíð verða
strangliga fylgdar. Okk-
urt hoyrir ein og okkurt
kemur ein sjálvur út fyri.
Tað stutta av tí langa er
altso, at vit eru og verða
framvegis kravd eftir at
verða skrásett uttan eftir-
lit.
Tað eftirlit, ið hevur giv-
ið ymiskum stovnum
meira enn 6 ár til at fáa
viðurskifti síni í rættlag,
kann ikki kallast eftirlit.
Landsstýrini, ið hava
havt tol til at bíða í 6 ár
eftir at prógvað verður, at
tær ymisku skráirnar eru
lógligar, hava avgjert ikki
styrkt um álit og trygdar-
kenslu.
Heimsins strangasta
skrásetingarlóg og -eftir-
lit, hava avvarðandi
myndugleikar logið um
líka síðani, vit vórðu
markað við p-talinum.
Men teir gloymdu at siga
okkum, at í Feroyum nýt-
ist ikki at halda lógirnar,
ongin ansar eftir, ongin
meldar og ongin verður
sektaður. Vit, sum ólóg-
liga eru skrásett undir
svikafullum lyftum um at
alt var í lagi, mugu krevja,
at allar verandi skráir
verða strikadar beinan-
veg, at tey, ið hava verið
vitandi um lógloysi, verða
koyrd, og ikki minst eitt
prógv um at alt er strikað.
Skuldi tað síðani víst
seg, at ikki ber til uttan
ávísar skráir, eiga vit at
krevja, at teir persónar, ið
hava við hetta at gera, eru
álítandi. Krevjast má, at
ongin, ið hevur innlit í
annara persónligu viður-
skifti, er í eini slikari
steðu, at onnur undir
trýsti kunnu útnytta við-
komandi til egið gagns
Eg hugsi at serliga må
laðast upp fyri, at veikar
sálir selja upplýsingar ella
kanska lúgva um umsteð-
ur, ið eru galdandi fyri
okkum øll, eins og hevur
verið gjørt í hesum sera
ótespiliga demi, ið nú kom
undan kavi.
Súsanna Dam
Nær fara bossarnir á Almanna-
stovuni at bjóða seg fram at binda
bustir og kustar??
Tað er tó merkiligt, at tit
ikki kunnu lata okkum fáa
frið at arbeiða við okkara
stovni. Síðan 1987 hevur
Almannastovan gjert ym-
isk krev uppá Blinda-
stovn Feroya. Halda tit á
almannastovuni, Marjun
Sigurðsdóttir og Tommy
Petersen, at vit í Blinda-
felagnum í mong ár, við
nógv stríð, hava samlað
okkum eginpening fyri at
fáa okkum blindu eina
miðsteð, — halda tit at vit
hava stríðst fyri at skaffa
almannastovuni hendan
bygning, og meiri vald og
heimildir yvir okkum.
Nei, so sanniliga ikki,
henda miðsteðin skuldi
verða okkum blindu til
gleði og gagn, eitt frið-
skjól og eitt stað, hvar vit,
uppá okkara egnu pri-
missir, kundu faá loyvi at
gera tingini uppá okkara
máta og eftir okkara tervi.
Hvat hava tit á al-
mannastovuni við okkara
miðsteð at gera??
Um tað er so, at tað er
ov trongligt á almanna-
stovuni, at ell hendan
mannamúgvan, ið starv-
ast har ikki rúmast inni
hjá tykkum sjálvum,
smæðist ikki burtur, tað
eru tit ikki von, og latið so
vera við at hæmast uppi á
okkum, á okkara stovni,
Blindastovni Feroya.
Andrass í Pállstovu
Hvat hevur hin politiskt reinføri
strandferðslustjórin at gera i
Sosialinum onsdagin
Strandferðslustjórin = er
lopin út í politiska val-
stríðið við stovni sínum
sum kjelfestu. Á Ólav-
seku hevði Hergeir Niel-
sen ein almennan fyri-
spurning til strandferðslu-
stjóran. Hesin fyrispurn-
ingur er ikki enn svaraður
alment. Um dagarnar
hevði Hergeir Nielsen eina
grein um privatisering av
strandferðsluni í 14.
Henda grein varð svarað
onsdagin av strand-
ferðslustjóranum í Sosial-
inum.
So gjørdi strandferðslu-
stjórin ein politiskan
bukk. Ikki tí at hesin er
tann fyrsti. Strandferðslu-
stjórin, ílatin kappa
Thomas Arabos, hevur
fyrr í árini verið frammi
og hegt politikarum ann-
að í skógvarnar enn teirra
reinmentu atfinningar
móti einum í stoðum ov
vánaliga riknum almenn-
um stovni.
Thomas Arabo, strand-
ferðslustjóri, sigur m.a. at
undirritaði hevur »tann Ó-
vana at leggja eftir umsit-
ingini«.
Min vidmerking. Hvar
og nær harra stjóri?
Thomas Arabo, strand-
ferðslustjóri, sigur m.a
vog eg vil átala ógvuliga
harðliga, at hann m
strandferðslustjóran tosar
um javnaðarmann, og at
stovnurin vil Suðuroynni
til livs«.
Mín viðmerking. Hvat
ger strandferðslustjórin í
Sosialinum við einum
aftursvari til eina grein í
14. frá tingmanni úr tjóð-
veldisflokkinum? At
stovnsleiðslan vil Suður-
oyarsiglingini (ikki Suður-
oynni harra stjóri, les 14.
betri!!!) til lívs havi eg
dokumenterað í grein míni
í 14
Thomas Arabo, strand-
ferðslustjóri,
;Viðvíkjandi
ferðslustjóranum, so bið-
sigur m.a.
strand
t Hergeir Nielsen prog
að rættiliga greitt og
rættuliga skjótt, at
strandferðslustjórin rekur
javnaðarpolitikk, ella
rekur politikk í heila tikið
innanfyri stovnin. Tað
kann hann ikki prógva,
tað veit eg, og tað vita øll,
sum arbeiða innan stovn-
in«.
Min vidmerking. Ting-
menn úr samgonguni
gjørdu í summar vart við,
at strandferðslustjórin
tók av rabatskipanina við
l0-túra kortum, og at
hetta var ólógligt. Í við-
talu vid Dimmalæt ing nr.
103 kastar strandíerðslu-
stjórin tingmonnum fyri
bert at hugsa um teirra
egna peningapung og um
onnur, sum hava ráð at
ferðast, t.d. fólk í erindum
fyri stórfyritekur.
Síða 9
AVFOTOGRAFERING
eftir gomlum myndum
TIL JÓLA
Eingin gáva gleðir meira enn ein mynd
av ommu, abba ella ødrum forfedrum
ella av bygdini fyrr í tíðini
MYNGIr
sum vit einki vistu um!
Avfotografering
er ikki dýr
Stykkjaprísurin minkar munandi, tá fleiri
myndir verða gjørdar samstundis
Nú styttist til jóla
Farið tí NÚ og leitið gomlu myndirnar
fram!
GRAFIA
postrúm 57
Jekaragøta 8
FR 110 Tórshavn
Telefon 1 12242
P.S.: Fara tygum til gongu, so er Jekaragøta
nakað eystan fyri Skansan —
niðan av Føroya
Fiskasølu
tapetserings- og
målaraarbeidi
verður gjørt!
Pf. Preben Andersen
Tlf. 44580 - Fuglafjørdur
Vidmerking Thomasar
Arabos osar av politikki.
Tingmenn gjørdi strand-
ferðslustjóran varugan
við, at hann var í ferð við
at gera nakað ólógligt.
Nakað sum Feroya Leg-
ting í fíggjarlógarvið-
merkingunum fyri 1990
hevði samtykt ikki skuldi
gerast.
Lenin, ið tingmenn
fingu fyri at rættleiða
tann og so ótrúliga ópolit-
iska strandferðslustjóran
var omanfyri nevndi lús-
ingur.
Thomas Arabo, strand-
ferðslustjóri, sigur m.a.:
>Tann broytingin, ið var
gjerd, var at bert ein túrur
var norður Olavsøkuaft-
an, tí vit á stovninum
mettu, at hetta var nokk
til at taka tað tal av fólki,
sum komu norður
Min viðmerking. Verður
hetta gongdin, so fáa vit
um stutta tíð bert flutn
ing un
ið skipið er
Suðuroyarfjer, tá
Hetta
flutningspoli
fólkaflokkur-
fyri, tá ið
fultsett
var sami
tikkur, sum
in gekk inn
Smyril varð keyptur á
sinni. Dividera túratalið
upp í ferðafólkatalið, og
síggj, at alt ov nógv
óneyðuga dýr sigling fer
fram við skipi, sum ikki er
fult sett hvenn túrin.
Strandferðslustjórin,
hin og so objektivi, sigur
einki um ferðafólkatalið á
Klaksvíkartúrinum um
ólavsekuna; tað var 7
Thomas Arabo, strand-
ferðslutjóri, sigur m.a.
»Og so til seinast er Her-
geir úti eftir siglingini á
Getu, sum fer fram við
sama slag skipi sum tann
til Suduroyar«.
Mín viðmerking. Hesi
politisku viðmerking frá tí
og so ópolitiska strand-
ferðslustjóranum svari eg
best við hesum broti úr
grein mini: >Viðgerðin av
hesum máli er heldur ikki
hesu ferð ætlað til at
skerja
nar hjá norðoyingum. Ein
ferðameguleikar
an er ætlanin á bera
Framhald á síðu 10