fríggjadagur 2. november 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
2. november 1990
Samskiftisstjørin troyttur av Jóngerð:
HEVUR SAGT SEG
ÚR STARVINUM
Landsstýriskvinnan gongur egnar leiðir, heldur enn at fylgja tilmælum frá umsit-
ingini. Og hetta kemur so mikið tíðum fyri, at Eyðfinn Jacobsen, samskiftisstjóri,
hevur valt at siga seg úr starvinum
Samskiftisstjórin í Tinga-
nesi, løgfrødingurin Eyð-
finn Jacobsen, segði upp
fríggjadagin. Hann fer úr
starvinum, tá árið er úti; tá
hevur hann sitið í gott
tvey ár í starvinum.
OKKARA MILLUM
Samskiftisstjórin váttar, at
hann hevur sagt seg úr
starvinum, men vil einki
upplýsa um orsøkirnar
fyri, at hann fer eftir so
stutta starvstíð:
- Tað verður millum
meg og landsstýrið, sigur
Eyðfinn Jacobsen.
JÓNGERÐ
TVØRLIG
Keldur, id Sosialurin hev-
ur verið í sambandi vid,
siga, at høvudsorsøkin fyri
uppsøgnini er, at sam-
skiftið við Jóngerð Purk-
hús, landsstýriskvinnu í
samferðslumálum, gongst
er sera vánaligt. Lands-
verkfrødingurin, Strand-
ferdslan, postverkid, tele-
fonverkid eru millum
málsgkini, ið Jóngerð
Purkhús hevur undir sær,
og sum samskiftisstjórin
hevur fyrisitingarligu
leiðsluna av.
AVGERANDI
DROPIN
Dropin, ið hevur fingið
bikarid at flóta yvir, er ein
busssáttmáli undir Bygda-
leiðum.
Fyri trimum árum síð-
ani syrgdi Jóngerð Purk-
hús fyri, at rutan Velba-
stadur-Kirkjubøur-T6rs-
havn varð flutt frå P/f Bil í
Havn til ein bussførara å
Velbastað. Hesin hevur
fyrr í ár mist koyrikortið í
meira enn tvey ár.
NYTTULEYST
TILMÆLI
Í hesum sambandi hevur
samferðsludeildin í Tinga-
nesi gjørt eitt tilmæli, 18
gongur út uppá, at so má
sáttmáli gerast við onkran
annan, ið kann rgkja rut-
una.
Hóast hetta tilmæli, ið
varð skrivað í hesum
mánaðanum, hevur Jón-
gerð Purkhús sett uppá, at
bussførarin skal varðveita
sáttmálan, - so kann hann
fáa onkran annan at koyra
fyri seg; soleiðis hevur
rutan verið røkt síðani
hann varð av við kortið.
Eftir at málið og tilmæli
hava verið fyri á lands-
stýrisfundi, hevur sami
bussførari sáttmála pp á
rutuna.
IKKI EINDØMI
Keldur okkara vilja vera
: = -
*t:Ándinr A
við, at hetta er ikki ein-
dómi viðvíkjandi sam-
starvsviljanum hjá lands-
stýriskvinnuni:
- Yvirhgvir hevur hon
lítlan og ongan hug at taka
tilmæli frá umsitingini fyri
fult, og gongur egnar pol-
itiskar leiðir, ið minni enn
so altíð eru sakliga grund-
aðar, tá avgerðir skulu
takast, siga keldurnar.
Og tær leggja aftrat sum
við ein munn:
- Stingst tað uppá hana,
so tosar hon ikki við fólk í
húsinum, - hvørki í umsit-
ingini ella í landsstýrin-
um.
BØTIR IKKI UM
Tað verður tíkið sum
givið, at tað heldur ikki
hevur býtt um samstarvs-
lagið, at Eyðfinn Jacobsen
varð settur í starvið, sum
maður landsstýriskvinn-
Eyðfinn
Jacobsen,
samskiftis-
stjóri. Hann
er vorðin
troyttur av
Jóngerð
Purkhús og
fer helst at
virka sum
advokatur
eftir 1. jan.
una, t.e.
stað, hevði kannað sær, tá
tað varð iýst levsi á sinni.
Vit royndu at fáa eina við-
merking til málið frá Jón-
gerð Purkhús í gjár, men
tað eydnaðist ikki. Heldur
ikki eydnaðist at fáa orð á
Niels á Velba-
Jógvan Sundstein, løg-
mann, ið hevur starys-
fólkamál sum målsøki.
Tey sótu bæði á fundi, ið
ikki varð liðugur fyrrenn
aftaná, at blaðið fór til
prentingar.
ówh
Framhald av síðu 3
pengarnir kravdir aftur.
Men tað hevur gingið sera
striltið, m.a. hevur
spanska felagið Matfre,
har peningurin er tryggj-
aður, víst á, at sáttmálin er
ikki brotin fyrrenn 1.
januar er farin afturum.
SAKFØRARA
A KROPPIN
Sidani hevur danski sak-
førarin Christian Henn-
ings roynt at fåa fatur å
pengunum. Tad letur til, at
tað hevur eydnast, - ið
hvussu er hevur Matfre
fyri mánaða síðani skriv-
liga lova, at helmingurin
av pengunum verður gold-
in út aftur fyrsta dagin.
Tímamyndum.
HYGG HER
Seinasta freist at bíleggja myndir av
rabarbuveitsluni er
TVEIR BÓLKAR
Stigtakari til Alaska-pro-
jektid var Albert Mort-
ensen, skipsmeklari (sam-
an vid Ture Korsager, ið
starvaðist á skrivstovuni
hjá Alberti í Keypmanna-
havn), og amerikanska fel-
agið Alaskan Joint Ven-
ture Seafood.
Føroysku partacigarar-
nir ganga í tveimum bólk-
um, - annar hevur røtur í
Vestmanna og hin í Vág-
unum; teirra partur er
umleið 4,1 mió. tilsamans.
Harumframt hevur ein
dani einsamallur inngold-
ið 3,5 mió. krónur.
Meira í blaðnum i
morgin.
ówh
31. oktober hjá
Samband
Maður seinast í 30-unum vil fegin koma
í samband við edrúiliga kvinnu ímillum
25-30 ár.
Havið egin nýggj hús og bil.
Eg hvorki royki ella drekki og eri lættur
at vera saman við.
Bill.mrk.
01.11.90
Ger Q
GOLVTÆNASTAN
"ríska
Tif. 19890 |
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
V-Tyskland
Svoríki
Noreg
Frakland
Belgía
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Island
Eysturriki
Spania
Portugal
Kanada
Japan
Irland
Króna
Escudos
Dollari ..
Pund ...
Markur .
Króna ..
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gyllin ...
Skillingur
Pesetas .
Dollari ..
Yen ....
Pund ...
Grikkaland Drakmur
1024,60
Ultimo
1.11 síðsta mán
582,05 580,60
1125,40 1127,60
382,20 382,03
102,91 102,89
98,26 98,20
114,11 114,10
18,570 18,562
450,40 450,45
338,96 338,80
0,5102 0,5099
160,60 160,55
10,60 10,60
54,345 54 320
6,098 6,100
4,3480 4,3480
498,70 496,70
4,4470 44720
1023,75
3,7800 3,7760
Kelda: Føroya Sparikassi