Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 174 — 2. november 1990 Sjónvarp Føroya Kanónirnar tala fyri seg Fríggjadagin kl. 21.55: Heimurin logar Hetta er 3. partur av 12. Stillahavskrigg- ið er brostið á. Amerikonsk og japansk herskip síggjast við Midway. Hetta ávirkar eisini sambandið millum Rhodu Henry og Pamelu Tudsbury. Fríggjadagin kl. 19.10: Barnalgtan Fyrst skulu vit síggja og hoyra fimm vin- konur práta um sínar hamstrarar. Barna- letan vitjar, har tær búgva. Sjónleikarar venja í hesum døgum ein nýggjan barnasjónleik í Norðurlandahús- inum. Vit skulu síggja brot úr honum. Og at enda verður skipað fyri einum »paneli«, har evnið er ferðslufilmurin, vit hava sæð tvey tey seinastu fríggjakveld- ini. Tað eru 6 bern úr 1., 4. og 7. flokki í Sankta Frans skúla, sum sita í >panelin- um«. Tey siga sína hugsan um filmin og tosa annars um, hvat teimum sjálvum hevur verið fyri á skúlavegnum. Zacharias Hammer leggur sendingina til rættis. Leygardagin kl. 16.05: Tað lítla húsið á motorvegnum Tad er Jesper Klein, sum er vertur i ti lítla håsinum við teimum stóru rúmun- um. Her skulu gestir hitta gestir, sum teir sjálvir hava boðið — og onkur hevur okkurt at framfera. Hetta er donsk undirhaldssending Búffilveiðumenninir Amerikanskur western Hin gamli Gus (Robert Duvall) noyðist at fáa Jake (Robert Urich) revsaðan, tí Jake er farin upp í ein brotsmannabólk. Teir ætla at stjala nakrar hestar, og tí skulu teir heingjast. Í hesum sambandi sær Gus sína ungdóms elskaðu, Claru (Anjelica Huston). Hon er ein sterk og djørv kvinna, og hon hevur ikki gloymt Gus. Clara og Lorena Sunnudagin kl. 14.40: Frúan leingi livi Hetta er ítalskur filmur frå 1987. Á ein um slotti er ein ståsilig matstova, og har er borðhald fyri gestum av >tí betra slag- num«. Nakrir tænaranæmingar sleppa at royna seg, og ilt er at lata vera at flenna Lagt til rættis Ella Smith Clementser Hittist á tif. 156 16 vunnudagin Ki. 20.90 Forelskad i Keypmannahavn Hetta er danskur sangleikur frå 1960. Bent Fabricius-Bjerre hevur gjørt tón- leikin, og Volmer-Sørensen hevur skrivað orðini. Nógvir kendir sjónleikarar eru við: Ove Sprogee, Dirch Passer, Preben Marth, Jergen Ryg o.a. Henning Mouritzen spælir ein ungur, dugnaligur jazzdirigentur. Farbróðir hansara, sum er tónleikaprofessari, er og ferðast, og dirigenturin flytur inn í íbúð hansara saman við tónleikarum sínum. Ein ung svensk genta kemur úr Lands- krona at fáa tónleikaundirvísing hjá pro- fessaranum. Jazzdirigenturin letst sum hann er professarin, og hetta elvir til eitt sindur av hverjum. Hetta er ein familjufilmur. Keyp- mannahavn, við m.a. Tivoli, er karmurin um filmin. Siw Malmkvist gentan. spælir hin svenska Hósdagin kl. 21.10: Góði John A einari elstovu hittir John eina einkju Hon kennir seg so einsamalla, og meðan tey práta, fer hon at gráta. John uggar hana og biður hana koma við í samreðu bólkin, har hann sjálvur gongur. Á fyrsta fundi sigur Gloria alt, hon hevur upp á hjartað, og Kirk svarar henni illa aftur Men Gloria er bert fegin um, at hon fær nakað svar Eina aðra ferð, meðan John er í veitslu verður hann órógvaður av Gloriu. Hon ringir og biður hann hjálpa sær. John fer avstað í íbúðina hjá Kirk, har hann sær eina løgna sjón. Gloria liggur í leinkjum, og Kirk hevur mist lykilin til lásið burt- ur