Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 177 — 7. november 1990 Síða 7 Trygvi Årting, skrivari i Ídnaðargrunninum: — teir hava bæði fingið tilboð, givið tilboð, og eru eisini gingnir frá teimum aftur >Stranda Kommuna hev- ur vissuliga havt megu- leika til at keypa tara- virkisbygningin á Hulki. Vit hava ongantíð lagt teimum forðingar í veg- in. Hesi orð eigur skrivarin í Føroya Ídnaðargrunni, og eru tey søgd í eini við- merking til tað, bygda- ráðsformaðurin á Strond- um, Eliesar Høj, førdi fram i Sosialinum leygar- dagin. Sosialurin pråtadi vid Eliesar Høj um framtidina hjá taravirkinum, sum nú ikki hevur verið brúkt til ídnaðarlig endamál í fleiri ár. Sera løgin politikkur Hann vísti á, at Idnadar- Málið viðvíkjandi tara- virkinum á Strondun er fyribils lagt >á is< Um ein mánað ver tað tikið framaftur, til ta tíð kunnu alli "Ou um. 1 so r partar hava hugsað seg Mynd: Kalmar r grunnurin hevur ein sera løgnan politikk viðvíkj- andi taravirkisbygningin- um á Hulki, sum hevur forðað Stranda Kommunu at keypt tað. Hesum vísir Trygvi Ár- ting aftur í dag: >Vit hava áhuga fyri at selja virkið til hægstbjóð- andi, og har er kommunan eins væl fyri, og gll onn- ur,< sigur hann. >Vit hava eisini havt fleiri tilboð uppá virkið, og teirra mill- um, ið hava bjóðað, hevur eisini verið Stranda Kommuna.< Bjóðað kommununi at keypa virkið Hann vísir á, at Ídnaðar- grunnurin enntá hevur bjóðað kommununi virkið, og at kommunan eisini fleiri ferðir hevur skift millum at bjóða og at leypa frá tilboðum. »Eftir at virkið er nidur- skrivað nakað, stendur tað okkum í næstag seks milliónum,< sigur Trygvi við Sosialin. >Vit kunnu sjálvsagt ikki rokna við at fáa allar hesar pengarnar fyri virkið, í tíðirnar eru ringar og fáir pengar eru til.< Fleiri keyparar hava sýnt áhuga Í seinastuni hava eisini fleiri keyparar verið áhug- aðir í virkinum, men enn er tað ikki selt. »Seinastu keypararnir fingu frá okkum at vita, at Stranda Kommuna ikki góðtók sáttmála um undir- lendið, uttan at hon fekk at vita, hvat virkið skuldi brúkast til, og hetta hava keypararnir eisini kunnað kommununa um,< sigur skrivarin í Ídnaðargrunn- inum. >Men hvat samskifti annars hevur verið teirra millum vita vit íkki.< Málið lagt >á ís< Hann sigur, at nevndin i Ídnaðargrunninum á sein- asta fundi sínum samtykti at leggja málið »å ís<. >Nú kunnu so allir partar hugsa seg um hendan komandi mánaðin, og so verður málið tikið fram- aftur,< endar Trygvi Ar- úng. bj. Ídnaðargrunnurin: Kennir einki til rækjuvirki Leygardagin visti Sosial- urin um, at onkur av á- hugaðu keyparunum av taravirkinum á Hulki hevði ætlanir um at seta eitt rækjuvirki í gongd har. Um so er, ella ikki, skal ikki verða sagt her, men í hvussu er veit Ídnaðargrunnurin íkki nakað um slíkar ætlanir: >Hatta við ætlanunum um rækjuvirki kenni eg einki til,< sigur skrivarin í Ídnaðargrunninum, Trygvi Arting. Kortini er ikki óhugs- andi, at nakað er um hesar ætlanir, tí seinastu árini hevur fleiri ferðir ljóðað, at menn í Eystur- oynni hava umhugsað at fara í holt við slíkt virki á Skálafjørðinum. hj.