Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—" Valskrá Javnaðarfloksins til legtingsvalið 17. nov. 1990: Gongd á aftur | i | | | | | | | | Við hesum leggur Føroya Javnaðarflokkur fyri føroysku veljarar- nar fram tann politikk, sum flokkurin er sannførdur um, er tann einasta gongda leið burtur úr tí búskaparliga og politiska óferi, sum samfelagið er komið útí. Hesin politikkur hevur til endamáls: 1. at seta samfelagið í gongd aftur og at grøda føroyska bú- skapin 2. at fáa javnvág aftur í figgjarstødu landskassans at bjarga fiskastovnunum á Feroyaleiðini 4. at fáa fólk aftur í arbeiði og geva fólkinum trúgv og álit aftur á framtíðina 5. at vinna aftur álitið á Føroyar í útheiminum 6. at seta í verk dygga umhvervisvernd á landi og sjógvi 7. at varðveita tænastustødid hjá skúla- heilsu- og almanna- verkinum — stutt sagt bjarga vælferðarsamfelagnum 8. at gera nýggja og rættvísari skattalóg, sum lættir um livi- kostnaðin hjá meinast raktu lág- og midalinntøkub6lk- unum 9. at loysa undirgrundarmálið og gera nýggja og meira tíðarhóskandi skipan fyri stødu Føroya í ríkisfelags- skapinum. Sjálvstýrislóg í nýggjum líki verður at sam- tykkja 10. at fáa í lag eina so fyrimunarliga og góða fríhandilsavtalu uw við EF sum meguiigt A 8 DODOS: