Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

* 2 Nr. 186 — 20. november 1990 | tíðindablaðið Jógvan Sundstein: Vit høvdu eitt gott val - Vit eru til reiðar at tosa við teir, ið koma til okkara, sigur stóðu um valúrslitið: - Javnaðarflokkurin og partvís fólkaflokkurin góvu lyfti, ið ikki eru haldgóð, tjóðveldis- flokkurin helt seg ul lyfti, ið eru haldgóð; ti fall úrslitið út, sum tað gjørdi, sigur tjóðveldis- formaðurin og aftrat: - Gjørdu vit tað sama, sum teir, so høvdu vit vunnið valið. Fara tit í andstødu nú? - Ja, tað fara vit, uttan so at vit fáa eitt gott tilboð frå javnaðarflokk- inum og fólkaflokkinum i triflokkasamgonguni, ið varð roynd frå 1975 til 1980, endar Finnbogi Ísakson. leggur ówh lógmaður, ið heldur, at úrslitið vísir, at valið var óneyðugt Fólkaflokkurin gekk aft- ur við 463 atkvødum í mun uúl valið í 1988. Men sitandi samgongu- leiðarin, Jógvan Sund- stein, er ikki vónbrotin av valinum. - Fólkaflokkurin slapp væl burtur úr valinum, sigur Jógvan Sundstein. Vit hava havt leiðsluna av einum landsstýri, ið hevur verið fyri stórum ágangi og hevur tikið nógvar sokallaðar ópop- ulerar avgerðir. - Hinvegin hevur samgongan sum heild havt eitt minni gott val: hon misti fýra tinglimir, sigur Jógvan Sundstein, 10 leggur aftrat: valid var ikki verri fyri sam- gonguna enn so, at hon varðveitti = meirilutan. Valårsliud vísir greitt, at valið var óneyðugt, og eg kann hugsa mær, at hinir báðir flokkarnir, ið elvdu ul valid, iðra seg í dag. Javnaðarflokkurin heyði eina risastóra framgongd og sjålvstyrisflokkurin eina stóra framgongd. Merkir tað ikki, at politikkurin hjá samgonguflokkinum ikki hevur havt undirtóku? Jógvan Sundstein: - Samgongan hevur ført tann neyðuga politikkin, og eg dugi ikki at síggja, hvussu tað skal bera til at reka ein politikk, ið er stór! gðrvísi. Men kanska hava vit gjørt ov lítið burturúr at greiða fólki frá tí neyðuga í politikkinum. Vil tað síga, at tú metir valuppleggid frå javnadarflokkinum sum Orealistiskt? - Ja, tad vil eg siga. Teir kunna ikki føra ein ødrvisi politikk, annað enn vid nøkrum juster- ingum. Men tað vóru eisini slíkar justeringar, vit vóru í holt við at gera. hevði samgongan fingið loyvi til at sita tey fýra árini, so høvdu vit havt fleiri liðug úrslit og eitt heildar- úrslit at vísa á. Nú valúrslitið fyri- liggur, dugir tú so at síggja nakrar samgongu- møguleikar ella kanska - ynski rýðuligari enn aðr- ar? Jógvan Sundstein: Tað er javnaðarflokkurin, sum hevur initiativid, so eg vil bara siga so mikið, at vit eru fúsir at tosa við teir, sum koma til okkara. Tað vil siga, at ein samgonga millum javn- aðarflokkin og fólka- flokkin er ikki forhonds- útilokað? - Nei, men hon er heldur ikki givin uppá forhond!, svarar ein væl upplagdur Jógvan Sund- stein. ówh Síða 5 12 svenskir rithovundar á foroyskum Svenskar stuttsøgur 2 er útkomin I 1985 kom bókin »Svenskar stuttsøgur le, sum Jákup i Skemmuni hevdi um- sett og Bengt Audén og Ivo Holmqvist nøvdu skrivað um hvenn einstakan rit- høvund, vegleitt máls- liga og skrivað inn- gang. Bárður Jákups- son hevði teknað kápu og skreytað bókina við einari teking til hverja seguna. Hetta sama er gald- andi í 2. parti. Munurin er bara tann, at í fyrra partinum vóru segur- nar skrivaðar frá 1898 til 1941. Hesar 12 sog- urnar, sum standa í 2. parti, eru skrivaðar frá 1944 til 1986. Stuttsegurnar seinna parti eru hesar: Fremmandur býur eftir Tove Jansson, Kemur til hús og er hampiligur eftir Lars Ahlin, Sig einki, Mamman eftir ÚUllu Isaksson, Oskar eftir Per Olof Sundman, At drepa eitt barn eftir Stig Dagerman, Dóm- stólurin hjá bernunum eftir Pár Rádstrøm, XV eftir Lars Ardelius, Seinasta ferðin, sum Bjernstjerne Bjernson gjerdi til Finnlands eft- ir Lars Huldén, Rím- frost eftir Margaretu Ekstrøm, „Brátt siti eg har uppi undir hansara hegru...= eftir Marga- retu Strømstedt, Sam- tala í Tonapah eftir Per Olov Enquist og Thorn eftir Lars Gustafsson. I fororðinum verður tikið soleiðis til: »lå ið »Svenskar stuttsegur 1< kom út fyri fimm árum síðan, var tað fyrstu ferð, svenskar og finnlands- svenskar stuttsegur komu út í einum savni Hesar á føroyskun stuttsegur vóru skriv- i árunum 1898- Hugstimbraðir av dvergamálinum tá, senda vit rú annan part av »Svenskum stuttsøgum« út við tólv stuttsegum aftur- at, hesaferð frá einum seinni tíðarskeiði í svenskari stuttsegu- skriving, frá tíðini 1944-1986. Stuttsegan sum bók- mentagrein var eitt skifti um at doyggja út í Sveríki, men Ívar Lo- Johansson (sum doyði í apríl 1990) og aðrir rit- ið hóskar okkara tíð og „bráða pulsi« hennara rliga væl. Eitt tekin um, at tann stutta fra- segnin hevur fingið eina nýggja blóming, er, at í svenska skúl- anum verða nú fleiri stuttsegur lisnar enn fyrr. Nógvir av nú- tíðarinnar svensku rit- hevundum halda seg heppiliga til ta avmark- aðu steddina, sum næstu prógv um síðurnar eru Eins og í fyrra ferin- um hava vit verið tríggir í einum góðum samstarvi: Jákup í Skemmuni hevur fer- oyskað bókina, Bengt Audén hevur granskað bókina málsliga og rit- stjórnað, og Ivo Holm- Tekk! qvist hevur skrivað inngangin og undalysingarnar. Søg- urnar hava vit valt i fe- lag Bárður hevur rithev- Jákupsson skreytað bókina eins og ta fyrru hesa við at gera kápuna og tekning til hverja ein- staka segu. Vit takka honum fyri tað, eins og vit takka Jóhan Sand- oy fyri góð ráð og minnast Eyðun Winth- er, sála í takksemi fyri tann áhuga, hann vísti hesi nýroynd og fyri tey góðu ráð, okkum eydnaðist at fáa frá honum. Øll, sum á ein ella annan hátt hava gjert sítt til, at nakað spurdist burtur úr hesi bókini, ikki minst Norðurlendska 248- harrastovninum (sum hevur okkum studul veitt figgjarligan gjøgnum grannalanda- bøkmentastudningin) og ymiskum svenskum forløgum (hadan vit hava lænt myndirnar av rithøvundunum), og fyri blidliga eggjan og neyðugan stuðul i sam- bandi vid »Svenskar Stuttsøgur 2«, takka vit hjartaliga. Linkøping, Svend- borg og Grånna á Halvarðseku 1990 BA J-S IH Eg vil nevndarinnar vegna takka fyri eitt avbera gott val. Tøkk til allar veljarar, ið studladu flokki okkara. Sum kunnugt gjørdist javnaðarflokkurin størsti flokkur; uttan hjálp frá einum ótali av fólki, var hetta íkki møguligt. Javnadarflokkurin gekk fram i øllum bygdum i Nordstreymi. Saman vunnu vit eitt val, sum m.a. førdi við sær, at vit vunnu ein mann aftur i Nordstreymoyar valdømi við eini framgongd uppá 9,1 % í mun til 1988. - tað er væl oman fyri framgongdina fyri landið sum heild. Vit takka hjarta- liga! Urslitið - framgongdin í atkvgðutali og tað at vit vunnu mannin aftur - vísir tað, vit eisini upplivdu upp undir valið: at vit stóðu manniliga saman um javnaðar hugsjónina. TAKK ØLL SOMUL! Vestmanna á miðnátt 17. november 1990 Norðstreymoyar Javnaðarfelag Birgir Waag Høgnesen