týsdagur 20. november 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186 — 20. november 1990
Lesarabræv av Munkagrunninum:
Til tann høvudsvarta afrikanaran
Óla Breckmann
Til tann hevuðsvarta afri
kanaran Ola Breckmann!
Í Dagblaðnum nr. 63
tann 7. nov. 1990 skýrir tú
John Smith og manning
ina á Saturn III fyri bæði
líkt og ólíkt, í sambandi
við at skipið landaði sín
fyrsta flokks fisk í Scrab-
ster, og um at eingin tíma-
lenin fellur til feroyskar
hendur
Tað er bert spell, at so
nógvir fólkafloksmenn
sita á pengakassanum úti
á sjónum og at fiskaprísir-
nir av hesum eru kroystir í
botn!
Ég vil spyrja teg Óla
Breckmann, hvussu nógv
ar tímalenir fella á føroy
skar hendur, orsakað av
tínum einglaprojekti niðri
í Suðurafrika, har tað
sindrið av »hyrum« ið
fella, sum allar aðrar
fólkaflokshýrur og partvís
lenir í 20 ár eru tiknar úr tí
føroyska landskassanum,
og kortini smæðist tú ikki,
tín skammleysi knektur!
Tann hægri prísurin vit
fingu í Scotlandi, er ein-
ans grundaður ta hegu
góðsku, okkara fiskur
hevur, orsakað av teim
sera góðu arbeiðsumsteð-
unum (Jesmar Hansen og
John Smith fyri at takka),
og av tí góða arbeiði, ið
manningin av hesum er
før fyri at gera og gerð,
fyri at fáa tað bestu góð-
sku. Henda góðska kann
aldrin rekkast av tínum
einglatogarareiðarum, ið
aldrin hava dugað at hag-
reitt fisk.
Eg fari at spyrja teg Ola
Breckmann, hvat bagir
tær, hví er alt nú ternað
tvert fyri, hver er tað ið
áleggur tær at skriva
øvugt og ilt um okkum, ið
royna okkara besta, hvi
gevst tu ikki vid at spilla
okkum og annað gott fólk
ut?
Er tað Fólkaflokkurin?
ein flokkur við hvessingi
í — ella hvat? Ein hvínur í
Klaksvík, og á Viðareiði,
ein knúsar privatar ídnað-
arfyritøkur í Fuglafirði,
tríggir berjast í Havn og
royna at »centralisera« all-
ar Feroyar til Havnar,
bæði vinnulívið, heilsu-
verk, skúla og gegl.
Og so siga hesir menn,
við sjálvum legmanni á
odda, at yvir tríggjar
fjórðingar av allari tí utt-
anlandsskuld, ið tit eisini
vóru so frekir at leggja ell
onnur undir, soleiðis at tit
vunnu valið seinast. Eitt
skalt tú vita, tað gongur
ikki einaferð afturat, nú
vita vit alt.
Tú leggur eftir John
Smith! Tað man verða av-
dúkandi sannleika ræðu-
filmurin, um hvussu fisk-
ur verður morlaður á
keiini og inni á blokkfa-
brikkunum, ið tú ert bliv-
in so skakkur av, og tað
skilji eg so væl.
John Smith og undirrit-
aði hava gjørt tær upptøk-
ur ið gjørdar eru umborð á
Saturn III, og umborð á
Fugltúgvuni, vit eru sjó-
menn og tað ert tú ikki,
tín dukkudrongur! Tað
man verða tann evund-
sjúkan ið er inni í tær, ið
fær teg til slíka níðings-
gerð.
Tin provokatión frá
Suðurafrika er lítið verd
og lítið semulig og penur
hevði tú verði, hevði tú
staðið við rulluna tann
dagin vestan fyri Suður-
oynna í vindmegi millum
30 og 35 metur í sekundið,
í prikkutari butterfly og
ongum sydvesti!!! olmus-
sudýrið títt.
Tað hevur verði ófert
fiskari í landskassanum
síðan Fólkaflokksdiktat-
orarnir funnu saman úti í
Tinganesi, og ikki hevur
tað verði til gagns, at tit
aftur broyttu meskarnar,
so at Olaf kundi fáa nakr-
ar krónur til kreditorarnar
hjá ellum hansara skipum
og virkjum. Aju, væl hev-
ur trilkað í kassan, úr
landskassanum, í tykkara
lummar síðan Fólkaflokk-
urin við lygnum kom sær í
hetta vanlukku lands-
stýri, ellum okkum eðrum
til óbótaligan skaða.
Men nú er tað slutt Óli
Breckmann, tað skalt tú
vita.
á Munkagrunninum,
15. november 1990
Eli Lassen, skipari
Saturn Ill
Ráfiskagrunnurin varð stovnaður
av dugnaloysi Birgir Danielsens
og ongum øGrum
Tað er nógv fyri at síggja,
at Birgir Danielsen skal
koma sær, ferð eftir ferð,
at leggja eftir Atla Dam
og geva honum skuldina
fyri, at ráfiskagrunnurin
varð settur á stovn
Orsekin til, at ráfiska-
grunnurin varð settur á
stovn, varð snegt sagt
dugnaloysi av seluliði
harra Birgir Danielsen's.
Á sumri 1975 fullu allir
fiskaprísir og serstakliga
flatfiskaprísirnir so nógv,
ti Føroya Fiskasøla ikki
megnadi at fåa såmuligan
pris fyri fiskin, at serstak-
liga trolbåtarnir å Føroya-
leiðini ongan møguleika
hevdu at halda fram.
Øll sum tíma, minnast,
at stórur partur av hesum
flota fór til Havnar og
nærum hersetti Havnina
og serstakliga varð tað
Feroya Landsstýri, ið
fekk av at vita tá.
Tað sum var skeivt við
hesi framferð, varð, at út-
róðrarmenn fóru til skeiva
adressu, teir skuldu farið
eftir Feroya Fiskaselu og
ikki eftir Feroya Lands-
stýri, landsstýrið útflutti
og seldi jú ongan fisk.
Men hvar var fiskaselu-
stjórin, meðan alt hetta
fór fram, jú, hann rýmdi
til Kvívíkar at krógva seg
og spældi at rógva út,
meðan Atli Dam táveran-
di legmaður, saman við
eðrum, smoygdi upp um
armarnar og fekk loyst
tann knútin, sum so
mangar aðrar, til frama
fyri tann feroyska útróðr-
armannin.
Ein onnur sega er so
hon, at lógin um ráfiska-
grunnin fekk ikki frið at
virka eftir ætlan, nevni-
liga sum ein trygd fyri før-
oyska útróðrarmannin,
men hr sóu eirindaleysir
spekulantar, teir flestu
fólkafloksmenn, sær ein
stóran meguleika at út-
nytta skipanina til egnan
fyrimun, øll minnast
Cubatrolararnar og fleiri
við teimum
Í 1975 svav Feroya
Fiskasøla og hon svevur
enn, og eftir 20 årum sum
stjóri fyri Føroya Fiska-
selu hevur Birgir Daniel-
sen nú endiliga funnið út-
av, at góðska hevur nógv
at siga, um ein ætlar sær
at selja fisk, frægari seint
enn ongantíð. Og nú hann
leggur frá sær, roynir
hann av ellum alvi at geva
Atla Dam skuldina fyri
líkt og ólíkt, fyri at fjala
yvir egið dugnaloysi,
fólkafloksmonnum so líkt.
Atli Dam fær skuldina
fyri líkt og ólíkt, frá sínum
mótsteðumonnum, men
sannleikin er tann, at Atli
Dam er stersti politikari
Feroyar hevur fostrað, og
er hann í dag einasta vón-
in, ið eftir er.
Atli Dam kann ikki gera
undur heldur enn nakar
annar, men við síni polit-
isku vitan, arbeiðssemi,
framskygni, dugnaskapi
og menniskjaligheit, er
hann helst tann einasti, ið
kann standa á odda fyri
hesum samfelagnum í hes-
um truplu tíðum.
Veljari
Moralur
At nakað kristið menn-
iskja kann atkveða fyri
Fólkaflokkinum, tað er
heilt ófatuligt, tvívorðið
; fyri kristindóm.
Tann kristna læran
áleggur fólki at hjálpa og
stuðla teim menniskjum,
ið eru ringast fyri, hetta
verður drigið fram ferð
eftir ferð í Nýggja Testa-
menti, hugsið bert um
tann ríka mannin og Láza-
rus. Og tann kristna læran
ávarar harðliga ímóti ríki-
demi og marglæti.
Tann politikkur Fólka-
flokkurin rekur, er beit tað
øvugta av hesi læru.
Fleiri av fólkaflokspolit-
ikkarunum hava stóra pri-
vata ella almenna løn,
omaná hetat fáa teir ting-
manna ella stóra lands-
stýrismannalen, omanå
hetta fáa teir bíðipening,
fundarpening, ferðapen-
ing, matarpening, stutt
sagt pening í hevd og
reyv.
Hesir somu menn, væl
stuðlaðir av sambands-
monnum og tjóðveldis-
monnum hava við teirra
mannajagstrandi polit-
isku tiltøkum rikið hópin
av fólki út í arbeiðsloysi
og vónloysi.
Koma hesir menn og
kvinnur aftur til stýri,
verður tað ein menniskja-
ligur sorgarleikur, teir
fara at halda fram við
mannajagstranini, og
munandi fleiri fara at ger-
ast arbeiðsleys.
Hvat vilja so hesir polit-
ikarar, ið nú ráða, við
Fólkaflokkinum á odda
gera fyri at beta um korini
hjá hesum vaksandi tali
av neyðsteddum menn-
iskjum?
Einki! — Soleiðis er við
ríkmanninum Fólkaflokki-
num mótvegis Lázarus.
Eg endurtaki: Tvívorðið
fyri kristindóm.
Vóru hesi mentað og
kristin fólk, hevdu tey
sett politisk hjålpartiltøk
i verk, t.d. arbeidsåvising
knytt at arbeiðsloysis-
stuðli, soleiðis at all
kundu liva trygt, til alter-
nativ vinna var komin í
gongd, har tey so kundu
fingið arbeiði.
Milliardir = úr lands-
kassanum verða goldnar
uttan himpr til ríkmannin,
meðan fiskimaðurin og
tann vanligi lentakarin ið
missa arbeiðið og einki
annað kunnu fáa, hóast
tey hjartans fegin vilja,
við vanvirðing verða av-
víst, og mugu liva í ótta
og vónloysi, og noyðast í
nógvum førum at rýma av
landinum, til lond, har tey
verða munandi betur við-
farin enn í Feroyum.
Tí sigi eg enn einaferð:
Tað er heilt ófatuligt, at
nakað kristið menniskja
kann atkveða fyri Fólka-
flokkinum — Tvívorðið
fyri kristindóm.
Skelkaður
Gud havi lov, at
Hitler ikki
doyði í 1939
Mong við mær munnu
vera skelkað, tá tey lesa
eina slíka yvirskrift. Kann
nakar fáa seg til at skriva
slíkt?
Jú, lesið bara Dagblaðið
mánadagin 12. november.
Ó.B. skrivar eina grein og
eg dugi ikki at skilja tað
petti um Hitler eðrvísi
enn, at Ó.B. lovar Gudi
fyri at Hitler ikki doyði í
1939. Vit hava ikki loyvi
at ynskja lívið av nøkrum,
men um Hitler doyði í
1939, so høvdu flestu fólk
verið glað. Hvussu nógv
settu ikki lívið til, fyri at
fáa hann dripnan.
At Fólkaflokkurin skal
koma sær, at bjóða Fer-
oya fólki ein slíkan (eg eri
so rørd, at eg finni ikki orð
fyri tí) kandidat, er topp-
molt.
Hvussu kann Fólka-
flokkurin vænta, at vit,
sum mistu undir krígnum,
og so mangan ynsktu
Hitler langt undir mold,
kunnu velja ein kandidat,
sum lovar Gudi fyri, at
Hitler ikki doyði í 1939.
Nei, vit vamlast og velja
alt annað heldur enn
: Fólkaflokkin. At seta
navn undir, tá Ó.B. og
hansara floksfelagar, teir
hava jú anbefallað hann,
sita í hægstu leiðslu í Fer-
oyum, er óhugsandi.
Ein sum misti
sø