fríggjadagur 23. november 1990síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
javnaður
brødralag
Nr. 189 x friggjadagur 23. november 1990
Daniel Sofus Poulsen, fóroyskur oljuserfróðingur:
Dlja einans 10 kilometrar
»Tå spurningurin um undirgrundina er loystur, kunnu
vit átaka okkum fullan leiklut, tå kanningararbeiðið
um oljuna byrjar, og ikki standa sum gapandi áskoð-
arar, meðan aðrir leika fyri fullum húsum — á føroysk-
um palli,« sigur Daniel Sofus Poulsen, sum hevur starv-
ast sum oljuserfróðingur kring allan knóttin síðan 1976
Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum:
RYMIR
Jógvan við Keldu, fyrr-
verandi løgtingsmadur í
Norðoyggjum fyri
Fólkaflokkin, hevur
meldað seg út úr Fólka-
flokkinum. Hetta vilja
keldur í Klaksvík vera
við.
Spurningurin um við-
urskifti Keldumansins
við flokkin hava verið
politiskt umrøduevni
síðani hann setti tvøran
fótin fyri partamannin
Olaf Olsen, landsstýri-
smanni í heilsumálum.
Jógvan við Keldu hótti
tá við at taka seg úr sam-
gonguni, tók Olaf Olsen
ikki arbeiðs-ætlanina og
visitatións-nevndarætl-
anina aftur.
Tað gjørdi landsstyris-
madurin ikki, og urslitid
var hareftir: i brævi boð-
aði Jógvan við Keldu frå,
at hann tók seg úr sam-
gonguni.
Um tað er hetta ella
eitthvert, ið beinleiðis
hevur samband við løg-
tingsvalid, er évist. Sum
kunnugt fall tann Jógvan
við Keldu sum umdømis-
valdur í Norðoyggjum
til frama fyri tann eyka-
valda Birgir Danielsen í
Suðurstreymi eftir fín-
teljingina.
Aðrar keldur vilja
kortini vera við, at stigið
hjá Jógvani við Keldu
ikki er so avgjørt: hann
hevur boðað frá, at hann
ikki stillar upp aftur
fyri Fólkaflokkin.
Tað eydnaðist ikki at
fáa samband við Jógvan
við Keldu, áðrenn blaðið
fór ul prentingar.
ówh
Alt
bendir á,
at Jógvan
við Keldu
er rýmdur
úr Fólka-
flokkinum