Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 HEIMADYSTIRNIR KOMANDI FIMM ÁRINI Á TOFTUM: r Utgrevsturin á Svangaskarði er nú byrjaður — allar neyðugar avtalur eru komnar uppá pláss, og eru toftamenn tí farnir í holt við at gera grasvøllin á Svangaskarði, sum verður liðugur til EM-heimadystirnar í september Í gjár varð fyrsti spakin settur í jørðina á Svanga- skarði í arbeiðinum at gera ' grasvøll har, so komandi EM-heimadystimir kunnu verða spældir heima. Aðrenn sjálv boringin byrjar — tað verður helst í dag — skal svørdurin verða grivin omanav Síðani er ætlanin at halda fram gjøgnum vetur- in, og gongst eftir ætlan, er økjið til vøllin liðugt planerað um månadarskift- ið februar-marts. Sáað vøllin í april Í apríl verður so sjálvur vøllurin gjørdur klårur, so hann kann verda såadur. Frå mai månadi og fram til september skal so grasið vaksa. Tað er nevniliga 11. sep- tember, at fyrsti heima- dysturin skal verda spæld- Tann fyrsti verður móti Norðurírlandi. »Vit hava nú fingið øll neyðug loyvi, og trúgva vit eisini, at hetta fer at bera til hjá okkum. Um tað er als eingin ivi,< sigur Niklas Davidsen, formað- ur í Tofta Ítróttarfelag. Kostnaðurin verður 8,9 milliónir Hann sigur, at teir eisini rokna við, at upprunaliga kostnaðarætlanin uppá 8,9 milliónir krónur fer at halda. Tað grótið, sum nú verð- ur sprongt burtur verður selt Nes Kommuni, sum skal brúka tað á havnar- lagnum á Toftum, og kem- ur inntgkan frá hesum at nøkta sjálvan kostnaðin. Síðani hevur Tofta Ítrótt- arfelag fingið tey obliga- torisku 30 prosentini frá landsstýrinum. Restin TTT T TTT KAREN rr verður fíggjað við lántøku. Aðrar inntøkur við Men ikki er óhugsandi, at aðrar inntøkur koma uppí eisini: > Vit arbeiða í løtuni vid ætlanum um onkra spon- soravtalu, og sær út til, at áhugi er fyri hesum,< sigur Niklas við Sosialin. >Men enn er ikki komið á mál við hesum.< Eftir teimum tekningun- um, sum gjørdar eru, kem- ur nyggi vøllurin at liggja eystur og vestur. Verandi vøllur á Svangaskarði liggur suður og norður. Hetta kemur eisini at gera sítt til, at sera góð lívd fæst fyri møguligum vindi. Pláss fyri 7.000 áskoðarum Samanlagt verður eisini pláss fyri í minsta lagi Nr. 191 — 27. november 1990 SKENST. | RGAG FUOAB HS) FE ft [ fu á | | ða |} mm Fl | tøcve 7.000 åskodarum. Aftrat sjålvum vøllinum verdur eisini bygt hus i tveimum hæddum. Í niðaru hæddini verða umklæðingarrúm og ann- að tílíkt, meðan høli til FSF, gestir og ymist annað verða í ovaru hæddini. »Å fundi við FSF i Klaksvík fyri trimum vik- um síðani fingu vit játtan fyri, at dystimir komandi fimm árini skulu verða spældir á Toftum,< sigur Niklas. »So nú vit hava fingið allar tær neyðugu avtalurnar uppá pláss, eru menn her sera spentir uppá at fara til verka.« Næsta málið: Stadionljós I prosjektinum, sum ar- beitt verður eftir á Svangaskarði nú, verður miðað eftir at fáa dystimar spældar í dagsljósi. >Tað næsta vit fara í holt við, er at fáa útvega ljós til vøllin,« sígur Niklas. >Men so leingi, sum vit ikki hava tey, mugu vit royna at fáa dystirnar lagd- ar soleiðis, at spælast kann um dagin.< hj. SAKABLOG HMA Loftstekning av stadionøkinum á Svangaskarði. Vøllurin vinstrumegin er nyggi grasvøllurin, sum nú er farin í gerð. Askoðarapláss verða allan vegin kring vøllin, umframt bygning til umklæðing, skrivstovu, FSF, gestir o.a. SR Ovara tekningin er flatumynd av ovaru hædd å bygning- inum. Har skulu vera høli til FSF, gestir o.a. Niðara tekningin er til- svarandi flatumynd av niðaru hædd, sum umklæðingar- rúm o.a. > N "| ;