týsdagur 27. november 1990síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TURE AP BENT TO LÆRA MÁ 0
a AMA 0
A
só
A
Nr. 191
tíðindablaðið
Eitt sindur um skúlalógina,
tað at undirvisa og frískúlar
Eg var úti á Føroya Fólka-
háskúla og lurtaði eftir
fyrilestrinum hjá Elini
Henriksen um frískúlar og
tí orðaskifti, ið var aftaná.
Hetta var ein positivur og
góður fundur. Men eg var
ikki heilt samd við Elina.
Millum annað var eg ikki
samd við hana í tí, at tað
er neyðugt við eini frí-
skúlalóg fyri at arbeiða út
frá tørvinum hjá tí ein-
staka barninum.
Skúlin er eitt endurskin
av samfelagnum. Skúla-
lógin fyri 1962 var elli-
gomul, hon var frá 1854.
Fara vit aftur í hesa tíð,
var hvert húski á bygd
eitt virki. Har lærdu tú øll
liðini í eini arbeiðsgongd,
men einki soleiðis veruligt
samband var annars mill-
um hesi virki og skúlan.
Heima við hús, á garðin-
um og úti í samfelagnum
lærdi tú nakað av tí, lívið
kravdi av tær, og í skúlan-
um lærdi tú bíbliusegu, at
leas, skriva og rokna.
Hetta samsvarar væl
endamálsorðingini í hesi
lóg: at læra bernini at lesa,
skriva og rokna, og gera
tey til nyttugar samfe-
lagsborgarar.
Sum ídnaðarsamfelagið
veksur, slitna hesi bond
millum heimið, arbeiðið og
mentanina.
Hesin siðaarvur hjá
bóndafólki og smiðum at
seta sín dám á arbeiðs-
gongdina hvervur so
smátt.
Bernini skulu læra at
aga, ikki gerast heilt eiða-
ser, hvat vitan viðvíkur,
og tey verða flokkað í tað
arbeiðsekið, teimum er
ætlað.
Loysnin verður ein
skúli, sum savnar aga,
mentan og flokkan undir
heitinum útbúgving.
Innihaldið í skúlanum
verða lærugreinirnar, løn-
ir, karakterurin.
Tervur, peningur og við-
urkenning, sum arbeiðið
gevur, er horvin frá sjálv-
um arbeiðinum. Myndin
rikidømi er forskotið frá
at framleiða til at brúka.
Mátin er ikki vitan, men
vani.
Men skal vitan og hegni
samsvara, má mátin og
innihaldið i skúlanum
samsvara.
Endamálsorðingin Í
skúlalógini frá 1962 er eis-
ini nógv broytt. Har
stendur nakað soleiðis: af
fremja, menna, styrkja og
pota vísdóm niður í bern-
ini heldur ikki.
Barnið, sum verður jag-
að úr tíma í tíma, lærir, at
tíðin og karakterurin er av
sterri týdningi, enn áhug-
in hjá tí fyri hesum og has-
um.
Men nú nýtist samfelag-
num fólk, sum duga at
ansa tíð og rúmi og hava
hegni og duga at átaka
sær ábyrgd. Og ert tú
óneyðug arbeiðskraft,
nýtist tær hetta enn
meira.
Tí má skúlin taka hesar
avbjóðingar til eftirtektar:
1. at savna vitan í heild-
ini,
at arbeitt verður meir við
sjálvgjerdum tilfari, held-
ur enn lidnum, so bernini
sjálv fara at leita, meta
um og bera saman.
2. at bernini læra at ar-
beiða saman
3. at bernini læra at ar-
beiði ber len í sær sjálv-
um.
Tí mugu vit arbeiða út
frá barninum og tess for-
treytum. Hetta kann í
summum førum tykjast at
vera drúgt, men tað vísir
seg, at tíðin er væl brúkt,
tí hon styttir um innlær-
ingartíðina í hinum endan-
um. Tí hetta byggir á tað,
tey vita frammanundan.
Hetta hjálpir teimum at
ogna sær fest hugtak. Tey
gerast forvitin, fara at
leita og skilja samanhang.
Men eru tey forvitin,
eru tey eisini motiverað
og so verða tey eisini
sjálvvirkin, so tey sjálv
fara at savna, skipa,
leggja til rættis og ar-
beiða.
Men er hetta ikki akku-
rát hevuðsendamálið í
nýggju fólkaskúlalógini.
Hesin rættur, ið ein og
hver borgari í samfelag-
num hevur til at fáa hjálp í
heildarmenning síni í
barnaårum og uppvøkstri.
Hesum stavnhaldi eru vit
noydd at fylgja.
Hetta merkir eisini, at
skúlin er ikki bókligur
skúli burturav. Hetta er
úrslitið av einari breiðari
politiskari semju, grund-
aðari á eina aðra áskoðan
á menning barnanna, enn
tann skúlin, sum framm-
anundan hevur verið.
Hetta hava tær lesiætl-
anir, sum enn eru, eisini
boðað frá.
Har er borðreitt við
nógvum góðum, hóast
fremsti fingur stingur seg
upp viðhvert. Men tú
mást velja burturúr, hetta
er bert ein vegleiding. So-
leiðis eru skúlalógin og
lesiætlanin vitar, sum
lýsa inn í framtíðina,
hóast ljósið frá 1854 anir
onkustaðni enn.
Bern um skúlaaldur
eiga at kenna seg trygg,
bæði saman við eðrum
børnum og vaksnum og
vita eitt sindur um skúl-
an, áðrenn tey fara í skúla,
og teimum nýtist eini
undirvísing við spæli og
mennandi virksemi. Teim-
um nýtist at læra á einum
ítekiligum grundarlagi.
Vit eru noydd at siga hver
eðrum og foreldrunum aft-
ur og aftur, at ikki ber til
at undirvísa í hugtekum.
Heldur ikki teimum hug-
tøkum, sum føra til at
lesa. Børnini mugu sjålv
gera sinar royndir, og vit
mugu skapa umstødur,
har børnini fåa gjørt hesar
royndir. Børn um skúla-
aldur skulu hava eina
undirvísing, sum lagar
seg eftir teirra menningar-
stigi.
Tað stendur einki í lesi-
ætlanini um, hvussu
undirvísingin skal fremj-
ast. Tað er lærarans upp-
gáva. Hann hevur
metodufrælsi. Ja, tað er
beinleiðis okkara skylda.
Men tað kann gerast trup-
ult og krevur nýhugsan,
serliga tá so nógv bern
koma inn í fólkaskúlan,
sum fyrr vóru á eðrum
stovnum. Men eg veit, at
ellum hesum ber til at ar-
beiða við og verður eisini
arbeitt við í okkara fólka-
skúla.
Tað ræður um at stinga
fingurin í jerðina, bæði
hvat viðvíkur tí, hvussu
bernini arbeiða, og hvussu
vit skipa undirvísingina.
Tá prátað verður á lær-
arastovum, sýnist alt at
lata seg gera. Har hoyrir
tú um eina ergrynnu av
góðum hugskotum. Eisini
fært tú lisið tær til mangt
og hvat. Vit ráðgevar
hava eisini sent nógv góð
uppskot til skúlarnar at
arbeiða við. Fegur orð, vil
onkur siga. Tað er so. Men
við at arbeiða við evnum,
sum har er víst til, fært tú
skipanina fyri einki. Tað
er bara ikki vist, at eitt
evnisarbeiði — so spenn-
andi tað enn ljóðar, sigur
børnunum nakað sum
helst, men eitt so hvenn-
dagsligt evni, sum tað at
vaska sær í hevdinum, er
tað, sum beint nú trokar
seg á hjá børnunum, og ti
er vert at lofta.
Eg haldi, at nógv børn
við málsligum ella lesi-
trupulleikum hava júst
tað at stríðast við, at tey
duga ikki at vísa til sína
vitan. Vit mugu eisini
geva teimum hevi til at
vísa til tað samfelag og
tær royndir, tey hava í tí
umhvervi, tey eru vaksin
upp í. Tey mugu við eðr-
um orðum fáa hevi at
brúka sítt grundarlag.
Vit hava fyri stuttum
havt eitt skeið í byrjanar-
undirvísing, sum bygdi á,
at innihaldið, bernini ar-
beiddu við, vóru tær
royndir, orð og hugtek
bernini hava, soleiðis at
fyrsta lesingin og skriv-
ingin verður eitt veruligt
samskifti — á einum máli,
bernini sjálv brúka og
duga. Samstundis legði
hetta upp til meguleikan
at arbeiða við kensluligum
bindingum.
Tí hvussu tú skipar
undirvísingina hevur nak-
að at gera við, hvussu tú
sum lærari skilir tann
máta, bernini vísa sína
mótsteðu, eitt nú móti tí,
at tey sum bern eru nyttu-
leys, kanska brúkarar og
vaksin sum arbeiðskraft.
Men stundum kann
hetta vera so beinleiðis
ella ágangandi, at neyð-
ugt er at hugsa um, at ar-
beiða við eini aðrari ment-
an, og tí taka evnisarbeiði
upp um norrenu gudalær-
una, Grenland, víkingatíð-
in. Ja, evni indiánarar, um
vit vilja viðgera vinalag,
svik og fals.
Tað stendur og fellur í,
Síða 17
um eisini lærararnir sjálv
ir og serliga stjórarnir
taka tær tríggjar avbjóð-
ingarnar til eftirtektar og
gerast eitt gott fyridemi
Somuleiðis at tey, sum
sita í skúlanevndum, seta
seg inn í tað, sum rerir seg
í samfelagnum og skúlan-
um, og duga at bera sam-
an og síggja samanhang
Tí hetta eru korini, tá ið tú
býrt í einum fólkaræðis-
ligum landi. Tí er eisini
umráðandi at uppala
bernini, so at tey duga at
átaka sær ábyrgd.
Tí nýtist okkum ikki
eina frískúlalóg at fremja
hesi verk. Kanska tvertur-
ímóti kann henda, at vit tá
hevdu fingið skúlar, sum
kalla seg fríar, men sum
kortini eru so bundnir av
trongum ideologium, at
teir í grundini eru nógv
meira bundnir og bróta
niður tað frælsið, fólka-
skúlalógin gevur.
Ég sigi ikki, at vit ikki
skulu hava eina frískúla-
lóg.
Hallgerð Hansen
k
RA
AM