Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Løgtingid fullmannad Í FYRRADAGIN varð nyvalda løgtingid fullmannad við 32 umboðum. Seinasta umboð- ið, sum fall til kristiliga fólka- flokkin, varð valt við lutakasti millum listarnar í Norðoya og Suðuroya valdømi. Niels Pauli Danielsen, ið hevði tær flestu persónligu atkvødur- nar hjá flokkinum í Norðoya valdømi, varð valdur. ANNARS var fínteljingin lið ug seinasta leygardag. Enda- liga úrslitið av valinum var at javnaðarflokkurin fekk 10 umboð. Fólkaflokkurin fekk sjey umboð. Sambandsflokk- urin seks, tjóðveldisflokkurin fýra, sjálvstýrisflokkurin trý CT” Tr tt 1 Abyrgdarbladstjåri: Tórfinn Smith Fyritaksstjori: Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov IR Blaðfóik: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen Jústínus Eidesgaard Utgevari Pit Sosialurin Uppseting: P/F Sosiaturin Prent P/f Pressan 1981 og kristiligi fólkaflokkurin tvey umbod, medan sosialist- iski loysingarflokkurin onki umbod fekk å ting. Um listin hjå javnadarflokkinum i Sud- urstreymoyar valdømi hevdi fingið 24 atkvødur afturat, hevdi flokkurin sitid vid 11 umboðum. SAMRÁÐINGARNAR um skipan av samgongu halda fram. Tær innleiðandi sam- ráðingarnar vóru í seinastu viku. Í tí umfarinum hevði javnaðarflokkurin óformellar fundir við allar flokkar á tingi. Í hesi vikuni hevur flokkurin tosað við hinar báðar stóru flokkarnar. Mánadagin vóru fundir við åvikavist sam- bandsflokkin og fólkaflokkin. Í gjár skuldi fundur verða aft- ur við fólkaflokkin. Í skriv- andi løtu vita vit onki um úr- slitið av tí fundinum. LØGTINGSFUNDUR verður i morgin klokkan 17. Å fundin- um verdur val av formans- skapi og skrivarum. Å einum seinni fundi verdur helst val av nevndum. Her er talan um tær stóru nevndirnar. Figgjar- nevndina, marknadarnevnd- ina, fiskivinnunevndina og samferåslunevndina, sum all- ar verða róptar millumtinga- nevndir og verða mannaðar við sjey limum og sjey vara- limum hvor. UM VALBÓLKAR íkki verða skipaðir áðrenn fundin í morgin, eigur javnaðarflokk- urin, sum størsti flokkur við 10 umboðum, sambært lut- falsvalháttinum løgtingsfor- Bústaður: Argjavegi 26 Postadressa: Postsmogu 76 Argjum 110 Tórshavn Telefon: 11820 Teletax: 14720 mannin, 1. skrivara og tveir limir í hvørja av teimum stóru nevndunum. Men øll hesi val- ini eru bert galdandi fyribils. Tá ein samgonga er skipað og nærri avtala er gjørd um býtið av hesum nevndum og ålitisstørvum, verður alt valt av nýggjum. VÓNANDI kemur verulig gongd á samgongusamráð- ingarnar, soleiðis at vit heilt skjótt fáa eina arbeidsføra samgongu, eitt arbeidsført landsstýri og eitt arbeidsført logting. Hetta tørvar samfe- lagnum mest av øllum í løt- uni. vj. Teir blíva við Politiskt bridge ella! „De succesrige ved valget var dem, der flittigst gjorde brug av det traditionelle trick med at give valglefter — optimistiske lefter, der dog erfarings- mæssigt kan betegnes som politiske sæbe- bobler«, skrivar Dimmalætting og „heldur fram: »Uanset hvilken partisammen- sætning et nyt lands- styre får, så kommer det ikke til at prakti- sere stort anden politik end den sparepolitik, som det afgående landsstyre havde ned- fældet i samarbejdsaf- talen«. Dimman kann skriva so nógv um trick og såpu- blødrur, sum henni lystir og sjálvandi eisini á donskum! Tað vikar to ikki ta sannroynd, at neyðugt var við eini nýggjari samgongu og einum nýggjum politikki. Um so javnaðarflokkurin einans fór til val við einum tí einasta lyfti, nevniliga at geva fólki vónina og trúnna á framtíðina aftur, so vildi tað verið nóg mikið. Og hetta var eisini høvudsbodskapurin í val- upplegginum. Tad kann ljóða sum tóm valpropa- ganda. Men tá vit síggja, at samfelagið heilt er um at steðga upp, hvat er tá meira natúrligt at fara til val uppá enn at fáa gongd á aftur! Tí hvussu nógvar sparingar og skerjingar enn eru neyðugar í einum samfelag, so dugir ikki at steðga ellum virksemi upp, og hetta var júst av- leiðingin av fíggjarpoli- tikkinum hjá eitt nú figgj- armálaráðharra sam- bandsfloksins. Og tá Dimman nú nemur við tí víðagitnu samgonguavtal- uni, so veit hon, at júst hetta skjalið, ið mest var at líkna við grein 13, var hevuðsorsekin til, at alt steðgaði upp og eisini til at samgongan slitnaði! — So fastar teymar hevði henda avtala nevniliga í hinar samgonguflokkar- nar, at har var ongantíð meguleiki at reka politikk. Við sínum svarta sam- gonguskjali kvaldi sam- bandið einhvenn megu- leika at líta frameftir — at bróta upp úr nýggjum. Og tað er somu avtalu, sum formaður sambandsflok- sins nú roynir at kroysta niður yvir hevdið á javn- aðarflokkinum. Tekur tú vónina frá fólkinum, er einki eftir. Hetta áttu bæði Dimma og sambandið at havt á- sannað, nú tey eru vitni til, at hundraðtals føroy- ingar rýma av landinum. Hetta hevur einki við neyðugan og skilagóðan sparipolitikk at gera. Tað skal sparast, men hvat nyttar at spara seg eftir reyv. Hvat nyttar, um all- ur tann spardi peningurin skal niður í eitt botnleyst hol, sum eitur ein órentab- ul fiskivinna! Neyðugt er at leggja eina langtíðar- spariætlan til rættis og neyðugt verður at sanera tann partin av vinnulívin- um, sum als einki útlit hevur fyri at bera seg. Hetta má og skal blíva tann politikkur, sum ein komandi samgonga fer at fylgja. Og so má hon skapa fortreytir fyri, at fólk aftur koma í arbeiði. Hon eigur í hesum sam- bandi fyrst og fremst at hugsa um tey ungu, sum nú skulu út í gerandisdag- in. Vit mugu ikki missa eitt heilt ættarlið, bara tí vit bremsaðu so harðliga upp, at øll tey ungu vórðu noydd at flyta av landin- um við posa og sekk! Javnadarflokkurin kom best frå valinum. Hann fekk eina ålitisvåttan frå fólkinum. Nú må hann til arbeiðis við teimum rettu fólkunum og við teimum røttu samstarvsfeløgun- um. Men verður tað lagið, at flokkar fara at spæla hund við javnaðarflokkin og seta honum fullkomi- liga órealistiskar treytir fyri at fara í eina sam- gongu, so forkoma hesir flokkar — eitt nú sam- bandsflokkurin — øllum meguleikum at fáa gongd á aftur samfelagið. Sambandið hevur sett seg upp á bakbeinini í samráðingunum. Er hetta álvari ella tann beri tak- tikkur! Væl vita vit, at Edmund er stinnur, tá tey rettu kortini skulu á borð- ið í bridge, men at hetta eisini geldur, tá talan er um politiskt bridge, er so ein annar spurningur, sum vit kanska skjótt fara at fáa svar uppá. Hvat skuldi 14. Sep- tember gjert, hevði hann ikki javnaðar- flokkin at skriva um! Eitt er tað at teir halga javnaðarflokkinum hverja tí einastu odda- grein og at »lesara«- teigarnir bara snúgva seg um javnaðarflokk- in. Annað er at brúka eina forsíðu fyri og aðra eftir til at umrøda just javnadarflokkin! Tad kundi verid meira at skriva um ella! Og hesaferð er tað aftur EF-skrímslið, sum verður drigið fram. Tað var hetta, sum Finn- bogi Isakson royndi undan valinum: at fyri- gykla veljarunum, at javnaðarflokkurin var tann besta borganin fyri EF-limaskapi. Nú hevur so eitt danskt blað í oddagrein skriv- að, at ein sterkur javn- aðarflokkur er tann besta trygdin fyri før- oyskum EF-limaskapi. Javnaðarflokkurin hevur gjørt tað so púra greitt, at hann fer at fylgja løgtingssam- tyktini um at vit skulu ikki søkja um limaskap i EF. Flokkurin hevur vist å, at vit skulu hava eina frihandilsav- talu, og tad er just hetta, sum verður ar- beitt við í skrivandi løtu. Tað má annars sigast at vera for- vitnisligt at síggja, at júst málgagnið hjá tjóðveldisflokkinum er so fegið um at endur- geva DONSK bleð og har finna sannleikar um feroyingar. Jú, enn einaferð má sannast, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Í hesum føri ein roynd at festa í váta fjúsið á miðaldarkanón tjóð- veldisfloksins, nevni- liga 14. September. et Køl oo