Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. november 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 192 TTT Fleiri og fleiri vilja sleppa at spæla billard! 28. november Herfyri varð nýtt felag stovnað í Klaksvík burturav til billard — og nú um dagarnar fekk enn ein av »klubbunum« billardborð. Tað er Tórsholl í Havn. Billard gerst meira og meira populert spæl í Fer- oyum. Um vit skulu takka bretsku sjónvarpssteðini BBC ella verandi billard- felogum í Feroyum fyri hesa gongd, er ilt at siga. Men helst hava bæði hesi sína stóru ávirkan á, at billardspælið fær stødugt sterri undirtøku millum fólk. Eitt nú felag í Klaksvík. Sum ikki einaferð eru tað teir har norðuri, sum bróta upp úr nýggjum. Herfyri varð felag stovn- að, sum burturav ætlar at Nýggja billardfelagið í Klaksvík hevur fingið heli til leigu frá Klaks- víkar kommunu og hevur keypt tvey billardborð. Felagið ger nú seinastu fyrireikingarnar til at byrja av álvara. Myndin er frá kappingini um Haldor Holm-steypið, tá Klaksvíkar Klubbi lænti borðini til hesa stóru kappingina vera billardfelag, har øll hava atgongd. Felagið hevur fingið heli lagaliga til leigu frá Klaksvíkar kommunu, sum heldur til- takið vera eitt stig á leið- ini at gera nakað itøkiligt fyri ungdómin. Felagið hevur longu keypt tvey stór billardborð. Ætlanin hjá hesum felagnum er at slóða fyri, at billard verð- ur verulig ítróttargrein í Feroyum javnbjóðis bad- minton, borðtennis, talvi, bridge og eðrum ítróttar- greinum. Primus motor í hesum tiltaki er eingin minni enn Jógvan Vágs- heyg, ein av teimum gomlu billardveteranun- um í Klaksvíkar Klubba. Vit fara helst at hoyra nógv meira til hetta felag í komandi tíð. Í dag er staðan tann, at flestu feløgini, sum hava billardborð, eru sokallaðir »ølklubbar«, har bert fólk omanfyri aldur kunnu gerast limir. Hetta er so eisini orsekin til, at billardkappingarnar, sum í dag fara fram, ikki eru partur av virkseminum hjá Ítróttarsambandi Fer avisan oya. Men av tí at eingin annar higartil hevur tikið stig til at fáa sær borð utt- anfyri hesar >klubbar< — fyrr enn nú — so hevur tann kappingin, sum verið hevur og framvegis er millum verandi feløg, ver- ið at meta sum føroya- meistarakappingin í bill- ard. Og so fer helst at vera nakað enn. Tað fer tó helst at ganga tann vegin í framtíðini, at felog verða stovnað, sum burturav hava til enda- máls at bjóða ungum sum eldri at spæla billard. Nú eisini Torshøll Tað hevur tó eisini víst seg at vera stórur áhugi í »klubbunum« fyri billard- spælinum. Í dag hava næstan allir teirra billard- borð. Kaggin og Vágs Klubbi fingu billardborð í fjør og komu við í føroya- meistarakappingina í bill- ard. Nú hevur so enn ein av klubbunum fingið bill- ardborð, tó at ætlanin ikki í fyrstu atløgu er at lut taka í sjálvari billardkapp- ingini. Tað er felagið Tórs- hell í Havn, sum hevur innrættað alla ta niðastu hæddina til billardhøli. Herfyri varð borðið so tikið i brúk. Tað vóru spælarar úr Mimi og Kagganum, sum sluppu at »innviga« borðið. Spældir vórðu fýra dystir millum 2. deildarliðini hjá hesum feløgum og vann Mimir hesa fyrstu kapp- ingina á nýggja borðinum hjá Tórshell. Ein av okk- ara frægastu billardspæl- arum, Eyðfinn Hansen, sum spælir á 1. deildarlið- num hjá Mimi, var dómari í hesi fyrstu »Tørshøll- kappingini«. Tørshøll fer neyvan at stilla við nøkrum liði enn. Til tess eru teir ov óroynd- ir. Men dysturin millum bæði grannafelegini skuldi so vera ein appe- tittvekjari fyri komandi Tórshellspælarar. Kanska teir vera við í kappingini longu næsta kappingarár! Billardhelini hjá Torshøll eru ljós og rumlig Her er tað ein av toppspælar- unum í 1. deild, Eyðfinn Hansen úr Mimi, sum dømir í fyrsta dystinum millum Mimir og Kaggan —22> Í kveld verður tað... … at tey bæði oddalidini í 1. deild hjá monnum hittast í hondbólts- landskappingini. Tað plagdi vera Kyndil og VIF. Men soleiðis er ikki í ár. Vestmennir hava ikki ta st hava havt. So nú eru tað havna líðini bæði, Kyndil og Neistin, ið kappast um fyrsta plássið Bæði liðini hava fult stigatal, áðrenn dysturin byrjar í kveld: Neistin 12 fyri seks dystir, og Kyndil 14 stig fyri sjey dystir. Urslitaliga er dysturin púra opin. So tað einasta, sum er vist fyri dystin, er, at hvørki av liðunum vi hevur fult stigatal 10 AS áðrenn, og tann dysturin byrjar klokkan 18.30. Tann dysturin verður eisini javnari og meira spennandi enn vit eru von við, tí eftir fleiri ára sigursrød, eru kvinnur komnar hagar niður, at tær eru ul "at tosa við" neista- ówh