Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RN: "RA"! RT sblaðstjór: Torfinn Smith Í Hilma: Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard | Prent | | Í Blaðfólk. Randi Jacobsen Útgevar Pit Sosiaturin Bústaður: Argjavegi 26 | Postadressa Posismogu 76 stjóri: Krsjan Dahl | Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen Uppseting. P't Sosialurin Argjum 110 Torshavn i: Kalmar Lindenskov P/f Pressan 1981 Telefor 11820 Telefax 14729 4 Javnvág í landskassan Í UPPSKOTINUM til figgjarløg- tingslóg fyri 1991, sum varð fram- lagt 31. august, verður roknað við, at landskassin í 1991 skal hava eitt likviditetshall uppá 291 mió. kr. SAMSTUNDIS sum hetta er veru- leiki, hevur javnaðarflokkurin boðað frá skattalætta til lág- og midalinntøkurnar. Flokkurin hevur boðað frá eini nýggjari og rættvísari skattalég, har tað høga margi- nalskattatrýstið, sum í dag plágar lág- og miðalinntakurnar, verður tikið burtur. Hetta kemur at kosta landskassanum umleið 50 mió. kr TAKA VIT nú og leggja hesar 50 milliónirnar afturat, verður halli 341 mió. kr., og ti spyr onkur, hvussu javnaðarflokkurin ætlar at fáa tølini í landskassaroknskapinum fyri 1991 at hanga saman. Vit hava jú eisini sagt, at vit skulu hava javnvåg í landskassan, og tað vil siga, at tað skal verða samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna. VIT HAVA sagt at lógin um tvungna bundna samansparing skal setast úr gildi beinanvegin. Hetta økir nakað um brúksmaguleikarnar hjá fólki og vil tí geva landskassan- um øktar tollinntøkur. Ein tidarav- markaður eykaskattur á håinntøkur gevur nakað. Tað ger ein hægri tollur á íkki-neyðsynjarverur eisini. Somuleiðis tosa vit um harðari skatting av fríum ágóðum. Ein lækking av marginalskattatrystin- um fremur ein øktan arbeiðshug. Hetta vil aftur føra til eitt størri skattagrundarlag. EIN BROYTING i rentuskattaskip anini kann geva någvan pening Viðvíkjandi vinnuligum rentum vilja vit hava nettorentuskatting. Bara henda broytingin gevur tí almenna eina meirinntøku uppá 45 til 50 mió. kr. Reglurnar um frádrátt av privat- um rentum skulu eisini broytast. Vit skulu venda aftur til tað, ið upp- runaliga var ætlanin við rentufrádráttinum, nevniliga at hesin skal koma teimum til góðar, sum hava lán í sethúsum og íbúðum. Við hesum verður øll misnytsla og øll spekulation við rentufrådråttarskipanini burtur. Hetta gevur landskassanum eina stóra meirinntøku. SOMULEIDIS ætlar flokkurin at broyta reglurnar um avskriving av vinnuligum bygningum, at broyta reglurnar um skattafriar avsetingar hjå bankunum, at broyta verandi tolikredittskipan, at effektivisera skattaeftirlitið, soleiðis at allar inn- tøkur koma til skattingar, at útvega almennu stovnunum fleiri inntøkur, at endurskoða brúkaragjaldið fyri ymiskar almennar tænastur, ið mugu haldast at vera luxigsar, tá hugsað verður um okkara bú- skaparligu støðu o.s.fr. Á HINU síðuni vilja vit spara. Í Vilnelm Johannesen, & skrivar: landsumsitingini og hjá teimum al- mennu stovnunum vilja vit spara ait tað, sum er møguligt at spara. Men ongin skal gerast arbeiðsleysur av hesi sparing. Er ov nógv fólk hjá tí almenna, skal fólkatalið setast nið- ur í sambandi við eina náttúrliga frá- gongd. Og vit fara undir ongum um- støðum at spara okkum fátækar. Tað skal vera skil í sparingini. ALT HETTA kann javnaðarflokkurin gera, um hann fær tína atkvødu. Men uttan tykkara undirtøku gerst onki. Sostatt er avgerðin tín. Hana tekur tú á valinum 17. november. Hin skilabesta avgerðin er at geva javnaðarflokkinum tína atkvødu! Q Að - x“ > É fg > Spilla javnaðar- fólk út! »Otruligt sum sosial- isman, lika frå Rumen- ia til Suduroyar virkar kvalandi å menniskj- una«, skrivar Dagblad- ið í oddagrein. Hetta eru teir flokkar, sum bjóða seg fram aftur at stýra landinum. Flokk- ar, sum nú í tvey ár or- sakað av berum klandri og persónligum briksli vóru noyddir til at útskriva ný- val, tí teir ikki kundu vera í stovu saman. Hetta eru teir flokkar, sum nú greiða veljarunum frá, at nú má annað skil koma í, nú mugu vit fáa eitt stýri, sum kann stýra landinum trygt inn í komandi eld. Og felags fyri teir allar er tað, at teir vilja ikki læra av egnum mistekum, at teir síggja ein felags figg- inda í javnaðarflokkinum og brúka allar miðlar at koma javnaðarflokkinum til lívs. Vit síggja tað í málgegnum teirra í hesum degum. Á Dimmalætting, sum brúkar samanbering við diktatorstýrið hjá Ceauscescu, í Dagblað- num sum eisini brúkar Rumenia sum samanber- ing og í 14. September, N sum aftur og aftur roynir at draga persónlig viður- skifti og innanhýsis træt- ur í javnaðarflokkinum fram í kjakinum. Hví er tað so umráðandi hjá hesum trimum flokk- um at sverta javnaðar- flokkin og javnaðarfólk út, nú teir um somu tíð bena og biðja til, at hesin flokkurin tekur við leiðsl- uni í Tinganesi! Hví brúka hesir flokkar persónliga útspilling og niðurgerðing av javnaðarfólki sum fremsta politiska vápnið í valstríðnum, nú teir sjálv- ir hava royndir av einum stýri, sum nettupp mátti fara frá, tí klandur og út- spilling forkom tí!!! Javnaðarflokkurin ynskir at líta frameftir. Flokkurin er ikki sinnaður til at skíra sínar mót- steðuflokkar hvorki Ceauscesculíknandi ella stalinistiskar. Vit vilja hava orðini — at hava virðing hver fyri eðrum — aftur í hásæti. Vit bera ikki agg til nakran og vit seta eingi serstek krev til hinar flokkarnar fyri at fara út í Tinganes — ann- að enn tað, at vit í sátt og semju mugu finna fram til, hvussu hetta landið skal stýrast komandi fýra árini. Tær fúlu greinarnar í Dagblaðnum, Dimmalætt- N <> Á ing og 14. September um javnaðarflokkin minna ikki sert um ta herferð, sum eitt nú Dimmalætt- ing førdi fyri nøkrum ár- um síðani, tá javnaðarfólk vórðu skírd ógudilig av sambandspredikantum, sum nú aftur standa fremst í sambandsliðnum. Og vit skulu bara nøkur fá ár aftur, tá Dagblaðið rak eina vemmiliga hetzkam- pagnu móti javnaðarfólki. Nú royna teir so at endurtaka hesa herferð. Sjálvandi er tað Atli Dam, formaður javnaðarflok- sins, sum skal avbukast. Tú blaðar heldur ikki í um- røddu blødum í dag uttan at síggja navnið Atli Dam alla staðni. Atli her og Atli der. Ja, ikki eiti á týdningi, sum formaður javnaðarfloksins = hevur fyri allar flokkar her heima. Tað eru boð eftir honum at fáa skil á aftur. Á valfundi í Havn týs- kveldið segði sami Atli Dam, at javnaðarflokkur- in vil samráðast til allar síður, tá samgonga skal skipast. Hann útihýsir ongum frammanundan valinum. Hann hevur sum stavnhald — virðing fyri hver eðrum í hesum val- stríðnum. Og hann ætlar sær at liva upp til hetta stavnhald. Til teir mongu, sum hava brúkt skitnar metodur móti flokkinum í valstríðnum, sigur hann: eisini tykkum vilja vit tosa við. Vit bera ikki agg. Vit seta landsins terv fremst — fram um egin- áhugamál flokkanna. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at formaður javnaðarfloksins á val- fundinum í Havn týs- kveldið bar upp á mál eina sterka tvey flokka sam- gongu, sum kann reka ein politikk, ið rekkur fýra ár fram. Hann segði, at vit skulu hava eina langtíðar fíggjarætlan, sum fevnir um ell komandi fýra árini. Áhugavert verður at síggja, hver flokkur fer at leita út í Tinganes saman við javnaðarflokkinum komandi skeið. At javn- aðarflokkurin = fer at standa til róðurs ivast eingin longur í. Spurning- urin er bara, hver verður stýrimaður. Persónliga út- spillingin móti javnaðar- fólki ger, at tað er sera tor- ført at siga, hver flokkur fer út í Tinganes saman við javnaðarflokkinum eftir valið. Men vaistríðið er ikki meira enn byrjað. So tíð er enn til at leggja tónan um og vísa stavn- haldi javnaðarfloksins — virðing hver fyri eðrum — ans. Tað var ein vesaligur og ússaligur tjóðveldis- flokkur, sum møtti til valfund í utvarpshøll- ini týskveldið. Umboð- ini hjá flokkinum, tvær av tjóðveldiskanónun- um, Finnbogi og Jón- gerð, vistu hverki út ella inn, tá umboðið hjá tí sosialistiska loysing- arflokkinum nær sagt læt tjóðveldisflokkin úr hverjum plaggi, sum teir enn hava eftir á sær — aftan á 15 mánaðir undir sam- bandsleiðslu.- — Hetta er flokkur- in, sum sigur seg verja fiskimannin og arbeið- aran, men hver var tað, sum tók av barna- styrkin, sum samtykti tvungnu uppsparing- ina, sum tók prístals- viðgerðina frá okkum, sum gav seg undir sambandsflokkin og harvið slepti allari sín- ari sjálvstýrisstevnu, spurdi umboðið hjá nýggja flokkinum! Og hann peikaði yvir á tey bæði tjóðveldisumboð- ini, ið vóru bæði snópin og grísk um somu tíð. »Storhøvdingi« tjóð- veldismanna visti einki annað enn at brúka alla sína tíð at tosa um EF — fyri harvið at gloyma leiklut tjóð- Tjóðveldið úrlatið a veldisfloksins í fevn- ingi sambandsmanna hesi seinastu árini. Ísakson tosaði sum um tað bara var flokkur hansara, sum gongur í- móti limaskapi í EF. Her fekk hann greitt at vita frá Atla Dam, at javnaðarflokkurin gongur inn fyri løg- tingssamtyktini, sum sigur, at vit skulu ikki upp í EF, og kemur tann dagur, at steða skal takast til lima- skap, so skal tað vera við eina folkaatkvødu, segði hann. Hesin fyrsti almenni veljarafundurin í Havn vísti okkum eitt, nevni- liga, at tað bara er ein flokkur, sum megnar at taka leiðsluna í Tinganesi eftir valið og tað er javnaðarflokkur- in. Og forrestin, so var bara veiggj í einum eðrum flokki á fundin- um, og tað var tí nýggja flokkinum. Um- boðsmaður hansara dró fleiri týdningar- mikil viðurskifti fram, sum javnaðarflokkurin leggur stóran dent á. So við undantaki av Atla og Danny var lítið og einki veiggj í nekr- um av politisku um- boðunum. Or