fríggjadagur 9. november 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
„Nr. 179 — 9. november 1990
Síða 7
Rotføroyskur lands-
dystur á Sevmyri
— tá eitt samansett suðuroyarlið skal spæla móti fóroyska EM-
landsliðnum á Tvøroyri leygardagin kl. 14
Tað er tónleikabólkurin
»Sputniks«, ið hevur fing-
ið hugskotið til dystin,
sum kanska fer at geva
onkrum suðuroyingi betri
kjans á landsliðnum, tá
næstu EM-dystirnir skulu
spælast.
Hetta seinasta hálva árið
hevur eingin leikari úr
Suðuroynni verið á lands-
liðnum, men hinvegin
kunnu suðuroyingar pynta
seg við, at teir hava Før-
oya einasta yrkisleikara
uttan fyri Føroyar í løtuni.
Stuðla landsliðnum
„Endamálið við tiltakinum
er at útvega pening til
landsliðið, og stuðla tað á
tann hátt,< siga fyrireikar-
amir. »Umframt sjálvan
dystin, sum byrjar kl. 14,
verður so eisini skipað fyri
dansi í TB-húsinum um
kvøldid.«
Dysturin verdur spældur
so tíðliga á degnum, av ti
at annars kann skyming
koma á, meðan spælt verð-
ur.
>Landsliðsvenjarin< hjá
suðuroyarliðnum er venj-
arin hjá sumbingum,
Magni Eystan A.
Seinasta vikuskiftid
spældu tvey samansett lið
dyst móti hvørjum ødrum,
og úr hesum liðunum hev-
ur hann so funnið teir
spælararnar, sum skulu
bjóða Jens Martini, Allan,
Torkili og teimum av.
>Hitt< landsliðið
Í hópinum, sum Magni
hevur úttikið ul dystin í
morgin, eru hesir:
Úr TB: Magni Petersen,
Oluf Mortensen, Jón Jo-
hannesen og Bogi Johan-
nesen.
Úr VB: Bjarni Johan-
sen, Rúni Nlsøe, Jóan
Pauli Olsen, Eyðun Kjær-
bo og Búi Dahl.
Úr Sumba: Fróði Mor-
tensen, Jan Poulsen, Páll
Magnar Kjæerbæk og
Marlon Kjærbo.
Úr Royn: Óli Jensen og
Ingi Mortensen.
Sum tiltaksmenn at hava
aftrat, eru Óli Johannesen
úr TB, Eirik Joensen úr
Sumba og Róin Schrøder
úr Royn uppá tal.
Rokna við spenningi
>Vit rokna við einum
spennandi dysti, tí suður-
oyingarnir fara uttan iva at
spenna seg út, so landslið-
ið skal fáa mótstøðu,< siga
fyrireikararnir. >Kanska
fer eisini at eydnast onkr-
um teirra at koma við í
landsliðshópin.<
Býráðsformaðurin Dán-
jal av Rana fer undan
dystinum at bjóða lands-
liðnum vælkomnum suður,
og eisini fer Tvøroyrar
Hornorkestur at spæla.
Dansur og døgurdi
Eingin ivi er um, at
sudringar fara at gera
sitt besta i dystinum
móti landslidnum,
sum hevur so frålik
úrslit at vísa á — fyrst
móti Eysturríki og
síðani móti Danmark.
Mynd: Hilmar Jan
Aftaná dystin verður bý-
ráðið vertur við ein døg-
urða fyri báðum liðunum.
Um kveldið verður skip-
að fyri dansi í TB-hús-
inum, har bæði >Sputniks<
og eitt danskt orkestur fara
at spæla. Dansurin byrjar
kl. 23, og liggja tekningar-
listar frammi á vanligu
stødunum.
»Nakrar útreiðslur stand-
ast altíð av einum slíkum
últaki, men tað, sum verð
ur í yvirskoti, fer óskert til
landsliðið,< siga fyrireik-
ararnir at enda við So-
sialin.
hj.
á eg
i
x-
. FO
NU gevst Elkjær
Fyrrverandi danski lands-
liðssp: elarin Preben Elkjær
fer nu helst at gevast vid at
spæla fótbólt.
Hann hevur verið ein hin
størsta stjórnan í donskum
fótbólui, tá danir enn vóru í
fremstu rød í EM og HM.
Elkjær hevur enn ikki
váttað hesi tíðindi, men
skal hann fyrsta dagin á
fundi við felag síu, Vejle
Boldklub, greiða frá, um
hann gevst ella ikki
annars í i góða gamla ess
inum, tá hann skjeyi bæði
málini hjá Vejle í 2-1 sigr-
inum á Næstved. hj.
Utspillingin í
Oyggjatíðindum
Hera Mortensen verður nú afturvíst. Mynd
mikudagin moti
Kalmar
Atlantsflog um Oyggjatidindi:
Uppspinn úr
»Mark eigur at vera fyri,
hvat gjørt verdur fyri at
selja eitt blad.«
Ordini eigur Finnbogi
Arge, nevndarformadur í
Atlantsflog.
Og tey eru at finna í
skrivi, sum sent er fjøl-
midlunum, eftir at eitt av
blødunum hevur skrivað
ósannindi um stjóran á
Atlantsflog, Hera Morten-
sen.
>Tað er harmilligt, at
sakleysir persónar verða
hongdir út í fjølmidlunum
á hendan hátt,< sigur Finn-
bogi Arge.
Grov skuldseting
I grein å forsiduni miku-
dagin løgdu Oyggjatidindi
efur Hera Mortensen, har
hann á grovasta hátt verð-
ur skuldsettur fyri bæði
líkt og ólíkt
Sum nevndarlimur og
bakmaður í Faroe Prawn
skal hann hava latið reiða-
ríið fingið ferðaseðlar fyri
fleiri hundraðtúsund krón-
ur
Hetta skal hann — sam-
bært Oyggjatíðindum
eisini hava gjørt, eftir at
reiðaríið var insolvent.
Ti skal hann hava verid
kallaður inn ul fundar við
nevndina í Atlantsflog,
sum gava honum 12 mán-
aðir at skikka sær betur í.
Formaður avsannar
í r H 1 Í >
Men sum ikki einaferð eru
Lalla >
SUN di VU
Oyggjati0indi hevur at
bera lesarum sínum, rætu-
liga langt frá at vera í ætt
við sannleikan.
Hetta hevur fingið for-
g, Finnboga Arge
at taka til mótmælis
skrivi, sum
miðlunum
Í hesum skrivi vísir hann
aftur, at Heri Mortensen
skal hava fingið fundarboð
frá nevndini um privat við-
urskifti, og at hann skal
hava fingið ábreiðslur frá
nevndini.
antstliog,
SUM CI
Obøtiligar av-
leidingar vid sær
Eisini verdur vist aftur, at
Faroe Prawn hevur nakað
millumverandi vid Atl-
antsflog, og skal hava
skatt Atlantsflog å nakran
hátt.
»Søgan um fund millum
nevnd og stjóra er upp-
spinn úr enda í annan,<
skrivar Finnbogi Arge.
Slik skriving hevur einki
annað endamál enn at
skaða Hera Mortensen
persónliga og kann hava 6-
bøtiligar avleiðingar við
sær fyri familju og framtíð
hansara.<
hj.
ÆR
NN 77 Atlantsflog
ÐAN UR
CEl
INDAIR
345
Faroe Travel
Tif 12600