hósdagur 20. februar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 35 - 20. februar 2003
Nr. 35 - 20. februar 2003
25
Sjúkrarøktar-
frøðingar
Hesi avloysarastørv sum sjúkrarøktarfrøðingur á B7
eru leys at søkja:
• á starvsbrøki 0,6 í skiftandi vaktum skjótast
gjørligt til og við 29. februar 2004
• fulltíðarstarv í skiftandi vaktum frá skjótast
gjørligt, til og við 31. juli 2003
• á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum frá 1. mai
2003 ella eftir avtalu, til og við 31. oktober 2003
Deildin hevur 15 seingjapláss og tekur sær av
sjúklingum við m.a. onkologiskum-, nýra-, lunga-
gikta- og ryggjasjúkum v.m.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan áhuga innan medicinska røkt og viðgerð
• góð samstarvsevni
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Evu
Mortensen, deildarleiðara á B7, telefon 31 35 40,
lokal 107 ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktar-
frøðingur, lokal 300, e-post asap@ahs.fo
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag-
ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála-
ráðið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og viðmæl-
um e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 28. februar 2003 kl. 12.00
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Reparera bilar
Tryggingarskaðar
Upprætting og
lakering
Alt mekaniskt arbeiði
og styling til bilar
Auto-Tek
Argjaboðagøta 5 ·
Tlf. 321206 · Fax 321236
eftir kl. 17.00 á Tlf. 221006
Ferðatilboð
Landsfelagið sigur frá at Pensjónistafelagið H.Ø.F.T.
ger útferð til Noregs tann 25. august.
Til hendan túrin eru 8-10 pláss leys.
Eisini ger Sunda pensjónistafelag eina útferð til
Ísland í mai mánaði, og kunnu fólk eisini tekna seg
til hendan túrin.
Fólk ið hava áhuga í hesum, biðjast um at ringja til
ávíkavist Thorbjørn Lisberg, formann, tlf. 37 11 50
ella Thora Magnussen, formann, tlf. 42 33 57.
Landsfelag Pensjónistanna
veitst tú ikki tað?
Lýsið
við
brúktum
bilum
Bátur til sølu
Stórt føroyskt bygt 8 mannafar til sølu við fiskiloyvi.
Báturin er bygdur í 1984 og hevur ein Yanmar 34 HK
motor frá 1992.Øll kravd neyðútgerð er umborð og
fylgir við eins og sergjørd presending bæði framm-
an og aftan.
Báturin er væl røktur og annars í besta standi.
Vit miða eftir, at sølan fer fram sum skjótast.
Nærri fæst at vita við at ringja til
tlf. 219652 ella 211817 aftaná kl. 17
Starv á Hagstovuni
Hagstovan hevur tørv á fólki til at fáa nýggjar hagtalsuppgerðir til vega
um arbeiðsmarknaðar-, lønar- og inntøkuviðurskifti.
Til at hava hesa uppgávu um hendi, sóknast vit eftir einum væl útbúnum
fólki, sum hevur áhuga í hagtølum og evni at fást við tøl. Verkætlaninar í
hesum sambandi fara fram í tøttum samstarvi við KT tøkningar og tí vera
eisini krøv sett um góð samstarvsevni og góð samskiftisevni um teldutøkni.
Besti førleikin er akademisk útbúgving, búskaparfrøðilig ella
samfelagsfrøðilig, men hevur tú aðra hægri útbúgving og haraftrat royndir
ella áhuga í samfelagsmálum, kann hetta vera nøktandi førleiki til starvið.
Royndir av arbeiði við telduforritum og datagrunnum geva fyrimun.
Starvið verður lønt eftir galdandi sáttmála millum Landsstýrið og avvarð-
andi fakfelag.
Umsóknirnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1.mars 2003.
Set teg í samband við Axel Nolsøe, deildarleiðara, ella Hermann Oskars-
son, stjóra, á Hagstovu Føroya, telefon 352800, vilt tú hava meira at vita
um starvið.
Hagstova Føroya
er sjálvstøðugi hagtals-
stovnur landsins.
Stovnurin er í trimum
deildum - Hagdeild, KT-
deild og Útgávudeild, sum
samstarva um at veita
almenninginum góð og
skjót hagtøl um so nógv
viðurskifti sum til ber.
Á stovninum arbeiða 14
fólk - búskaparfrøðingar,
samfelagsfrøðingar, KT
tøkningar og skrivstovu-
fólk.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Klaksvíkar Sjúkrahús
Deild A og M
Sjúkrarøktar-
frøðingar og
heilsuatstøðingar
Søkt verður eftir feriuavloysarum í tíðarskeiðnum
16. juni til 15. august 2003. Sjúkradeildirnar verða
samanlagdar frá 01. juli til 15. august.
Lønar- og setunartreytir sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini frá:
Synnøvu Hansen, deildarsjúkrarøktarfrøðingi,
deild M, tlf. 455463 lokal 403, ella teldupost
kssyn@ahs.fo ella
Annu Løwe Sørensen, deildarsjúkrarøktarfrøð-
ingi, deild A, tlf. 455463 lokal 519, ella teldupost
ksanlo@ahs.fo ella
Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu, lokal 106, ella
teldupost ksjona@ahs.fo
Umsókn saman við prógvi og autorisatión verður
send til:
Umsjónarmannin,
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist 15. apríl 2003.
C
M
Y
K
25
24