hósdagur 15. november 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Þeit ár hjá håinntøku
A
ELG
'Nr 183
15. november 1990 |
- -
SP Sgsialurin
løgtingsvalid 90
Á politiskum fundi norð-
uri í Hósvík pástóð Øssur
D. Jacobsen, at tað al-
menna tók allar pengarnar
frá teimum privatu — tí
máttu teir út at læna pen-
ing til vinnuna.
Nú er tað soleiðis, at
Øssur tosar so skjótt, at
tað ræður um at hava an-
tennurnar úti. Eg loyvi
mær at ivast í, um Øssur
sjálvur trýr uppá handan
pástandin. Harnæst helt
hann at tað var keðiligt
um so er, at vinnulívs-
menn koyra pengar í
egnan lumma.
Tað skuldi verið nóg
mikið at hugt eftir skatta-
stiganum — avskrivingar-
reglum — talið av partafe-
legum — livistandardin-
um. Marginalskattapro-
sentið fyri inntekur yvir
350.000 kr. er tað sama
sum fyri inntekur 150-
200.000, ca. 66% við
tvungnari uppsparing. At
tað hava verið feit ár hjá
hesum samfelagsbólki, er
onki at dylja yvir.
Eg haldi at politikarar
hava verið nóg so upp-
tiknir av fiskivinnuni,
flyting av leiðum, fiski-
hættum. Harafturímoti
eru tær framleiðandi
vinnugreinarnar á landi
nærmast slopnar at passa
seg sjálvar. Her eru konu-
fólkaarbeiðspláss fyri
vanbýti.
Mangan hevur kreppu-
hjálp verið veitt, uttan at
rudda hevur verið ordiliga
upp — og síðani er aftur
koyrt í sama spori.
Alt hevur verið uppá
læntar fjaðrar og við
landskassans eyðmjúku
hond á høvdinum. Ja — tå
ber til at kalla seg vinnu-
lívsmann, tá ið onki er at
risikera — bara læna nokk
— byggja nóg stórt — ikki
hugsa um dagin í morgin
— onki leggja til síðis og
gekst væl, so var bara at
byggja út, tí skattur
skuldi helst ikki gjaldast,
heldur finna uppá alt
annað. Dugdi tú ikki so
frægt av snildum, at gera
partafelag og skriva teg
niður á 0, so vart tú hildin
at vera býttur og óvit-
andi.
Nú aftaná at kassin er
mergsogin og vit øll
skylda 2 mill. við árslok,
so trína hesir menn fram
og siga, at nú skal løn-
takarin (sum er so nakin
frammanfyri skattavald-
inum sum eitt nýfett
barn), at hann skal gjalda
fyri henda erskap og
ódugnaskap við 20% í
lenarniðurskurði. Soleiðis
at hesir kunnu liva eina
tíð afturat í súsi og dúsi,
áðrenn tann kaldi veru-
leikin trínur fram.
At stuðla fólki, ið vilja
royna at skapa nýggjar
vinnuvegir, er í lagi. Men
um tiltakið miseydnast,
so skal ikki bert tað al-
menna standa við róðrið.
Landsstýrið skal vera
nógv meira konsekvent og
at stuðla við rakstrarlán-
um sum higartil er púra
ert.
At hver av eðrum liva
má, er fyri mær eitt sann-
leikans orð.
Tað er neyðugt at hava
eina væl rikna vinnu, fyri
at samfelagið skal kunna
bera tær útreiðslur, sum
eitt vælferðarsamfelag
krevur.
Samstundis er neyðugt
at ágóðin kemur øllum
landsins borgarum til góð-
ar uttan mun til aldur og
brek.
Eg haldi at vit skulu
ansa sera væl eftir, at vit
ikki syndra tað
lóggávu, sum vit hava
bygt upp. Hon er tað
trygdarnetið, sum hongur
undir okkum øllum. Og
líka so væl sum vit skulu
hava pengar til at stuðla
fólki í gongd við vinnu-
skapandi tiltøkum — líka
so væl skulu vit hava ráð
til eina hampuliga sosial-
lóggávu, men hetta haldi
eg at mannfólk hava hug
sosial-
at gloyma.
Tað eru bara útreiðslur
og tí ikki serliga áhuga-
vert.
Eitt skulu teir minnast
til, at tann besta rávera
eru okkara bern og ungu,
tey skulu lyfta byrðarnar
eftir okkum, og tí er ikki
meira enn rætt og rímu-
ligt at hugsað verður um
tey í álvara.
Eg haldi at tú skalt fara
á val og vísa tína ónegd
við sitandi samgongu-
flokkar. Tað ger tú við at
seta ein sterkan javnaðar-
flokk á ting.
Tí vit ofra hverki skúla,
heilsu ella almannatrygd-
ina.
Vit vilja steðga rentu-
spekulatiónini og gera
skattalógina rættvísari og
taka ta bundnu uppspar-
ingina av. Tí í Feroyum
skal tað vera liviligt hjá tí
vanligu familjuni.
Gott val.
Súsanna Holm
í Norðurstre
Fólk aftur
i arbeiði
Feroyska samfelagið er
um at steðga upp, men
javnaðarflokkurin er
sannferdur um, at samfe-
lagið kann setast í gongd
aftur, um rætt verður bor-
ið at.
Tað ræður tí um at
skapa ein haldgóðan poli-
tikk, sum kann tryggja
okkum eitt sterkt, liviligt
og menniskjavinarligt
samfelag eldina út, og
framyvir.
Okur eiga at minnast
til, at tann politikkur, ið
verður rikin komandi 4 ár-
ini, verður avgerandi fyri
livikorini hjá komandi
ættarliðum langt inn í
næstu eld.
Javnaðarflokkurin fer
tí, tá hann kemur aftur í
samgongu, at skora á, so-
leiðis at rikin verður ein
aktivur politikkur. Javn-
aðarflokkurin vil gera tað
liviligt aftur í Føroyum.
Neyðugt er at fáa sam-
felagshjólini at mala aft-
ur.
Okur mugu økja um
okra útflutningsvirði, og
harvið skapa nýggjar inn-
tekukeldur til feroyska
samfelagið.
Javnaðarflokkurin vil
avtaka bundnu saman-
sparingina beinan vegin.
Sokallaði marginal-
skatturin hjá inntekum
ímillum 110.000 kr. og
350.000 kr., sum í dag tek-
ur upp í 71 oyru av hverj-
ari krónu vunnari eyka,
verður lækkaður, so ikki
kunnu krevjast meira enn
50 oyru av hverjari eyka-
krónu.
Javnaðarflokkurin fer
at fáa fólk aftur í arbeiði,
og geva fólkinum trúgv og
álit aftur á framtíðina.
Seinastu tvey árini hava
allir politisku flokkar á
tingi, uttan javnaðar-
flokkurin, roynt at stýrt
hesum landi, men uttan
dugnaskapu. Tvær lands-
stýrissamgongur eru
slitnaðar hesi bæði árini,
og samfelagið liggur í
skeljasori.
Landskassin hevur eitt
hall uppá kr. 700 mill. í ár
og skuld landskassans er
Valevni
Javnaðar-
floksins
Mikkjal Sørensen
Suduroy
vid årslok komin upp um 2
milliardir, og rokningin
skal gjaldast av ti før-
oyska skattgjaldaranum.
Løntakarin er knokk-
royttur, . av tyngjandi
skatti, avgjøldum, tolli og
tvungnari samansparing.
Prístalsviðgerðin av len-
um er avtikin, og fólk
verða nú rikin út í arbeiðs-
loysi og rýma í hópatali av
landinum.
Í tí fíggjarlógarupp-
skoti, ið nú liggur á borð-
inum, framlagt av sitandi
samgongu, er ætlanin at
lækka rentufrádráttin á
sethúsalánum úr 42 niður
i 35%.
Dagbladid kann skriva
síðu upp og síðu niður um
minni skatt og minni toll.
Og 14. September kann
skriva eina oddagrein fyri
og aðra eftir, um at teir
eru besta verjan hjá ar-
beiðarafjeldini.
Tann feroyski lentakar-
in og tann feroyska verka-
mannafjeldin hava merkt
nakað annað, og er um at
hokna av teimum byrðum,
ið eru lagdar á teirra herð-
ar.
Eitt er heilt vist, at
eingin ynskir tann poli-
tikk aftur, sum henda
samgonga ferdi, hann
hevur so dyggiliga spælt
fallit, at velja somu flokk-
ar, at føra sama politikk
hevur einki endamål.
Bara eitt alternativ er
til førda politikkin, og tað
er javnadarflokkurin.
Å javnadarlistanum i
Suðuroy finnur tú hesa-
nevnini á 8 ungum og
reskum monnum. Tann
17. november atkveða
tykur fyri einum av teim-
um.
Mikkjal Serensen,
valevni Javnaðarfloksins
í Suðuroy
Anfinn hevði góða tíð
I lesarabrævateiginum í gjár hevur ein lesari
gjørt
Anfinni Kalsberg, óræu.
fólkafloksvalevninum i
Norðoyggjum,
Lesarin skrivaði, at annaðhvgrt segði Anfinn
ósatt í útvarpssendingini, ella hevði hann brotið
ferðslulógina um Anfinn kundi vera í útvarp-
inum kl. 18.30 hetta kvgldið.
Ikki hevur verið neyðugt hjá Anfinni at koyra
so skjótt, ti hann var ikki í Havn fyrr enn kl.
19.20 hetta kveldið, hava vit fingið at vita.
Tað er ti skeivt at siga, at Anfinn hevur
brouð ferðslulógina hetta kveldið, men um
hann segði satt ella ósatt, må enn standa sum
ein Osvaradur spurningur.
Orsaka Anfinn!
PP.
bladstj.
GOLVSLIPING
biligari, skjótari,
minni støv, meiri vitan
GOLVTÆNASTAN
riska
Tif. 19890
Haldið $Oslalin