hósdagur 15. november 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Trygg og mennandi
kor hjá børnum og
Í dag er tað so, at teir
molarnar, sum fella av
borðinum, tå øll onnur hava
fingið sítt, kunnu børnini og
tey ungu eiga. Hesa manna-
gongd vilja vit broyta. Vit
vilja fremja ein veruligan
barna- og ungdómspolitikk.
Tað er ógvuliga ymiskt
hvat lagt verður í hug-
takið barna- og ungdóms-
politikkur.
Onkur politiskur
flokkur heldur, at
mamman eigur at halda
seg heima og passa hús,
børn og mann, og at tað
ti ikki er so neyðugt við
dagstovnum ella ødrum
skipanum fyri børn.
Hesa hugsan hevur
einhvør loyvi at hava, og
einki er at brigda nøkrum
fyri, um mamman, ella
påpin hava hug at vera
heima hjå børnum sinum,
heldur enn at vera i
lønandi vinnu uttan fyri
heimið.
Men soleiðis eru ikki
gil fyri. Fíggjarliga
stødan hjá flestu barna-
familjum er so, at bæði
maður og kona hava ikki
annað val enn at vera í
lønandi vinnu. Haraftrat
eigur ein og hvør rætt til
arbeiði, uttan mun til
hvussu fólk annars eru
fyri figgjarliga. Og
skulu tey hava møguleika
at nyta hendan rætt
krevst, at teimum stend-
ur í boði eitt stad til
børnini, har tey trygt
kunnu mennast og
trívast.
SEINAST I
RØDINI
Tá talað og skrivað
verður um dagstovnar
fyri børn verður mangan
tikið fram hvat hesi
kosta samfelagnum. Tøl-
ini verða síðani nýtt sum
ræðumynd mótvegis hes-
um stovnum og nýtt sum
"prógv" fyri, at best var
at vera teir fyriuttan.
Soleiðis hevur eisini
landsstýrið hugsað í sín-
um sokallaða sparipoli-
tikki, sum eisini rakti
dagstovnagkið hart.
Sparast skuldi so og so
mikið, uttan mun til
avleiðingarnar. Og uttan
at myndugleikarnir á
nakran hátt høvdu gjørt
sær nakrar hugsanir um
ein barna- og ungdóms-
politikk.
Seinasta dómi um
hvussu okkara sokallaðu
landspolitikarar ynskja at
sleppa undan at gera sær
nakrar hugsanir å hesum
øki er, at nú verður talað
um at leggja spurningin
um dagstovnar yvir å
kommunurnar.
TIL BØRN ELLA
ASFALT
Økt kommunalt sjålv-
stýri kann hava ávísar
fyrimunir vid sær, men
her eru so sanniliga eisini
vansar. Serliga tá lands-
stýrið hevur ætlanir um
at lata kommununum ein
sokallaðan blokk, uttan
at hava nakrar greiðar
reglur um hvat pengarnir
skulu brúkast til
Tá hava fólk als onga
trygd fyri, at pengarnir
astalt heldur
enn ul børn og ung
tl; til
IKKI id4rd (Ii
- F—
I stadin fyri tilvild-
arligar skerjingar i einum
tilvildarligum politikki
mótvegis barna- og ung-
dómsgkinum hevði verið
munandi skilabetri, at vit
gjørdu okkum greitt hvat
vit vilja á hesum gki, og
sett av teir pengar, sum
ein tílíkur politikkur
kostar.
Tá hesir pengar eru
avsettir kann altíð tosast
um hvussu nógv skal fara
til vegir, asfalt og
berghol og um hvussu
nógvar túrar vestmanna-
bussurin skal koyra um
dagin.
SPÆLI-
MASKINUR TIL
TEY UNGU
Sjálvur havi eg nakrar
ferðir loyvt mær at komi
við uppskoti um frí
tíðarvirksemi fyri ung
her í Havn, uttan at hesi
uppskot hava vunnið
Stórvegis frama.
Kanska hava tilikir
tankar betri møguleikar í
framtíðini enn teir
higartil hava havt, ti
einki er at ivast í, at vit
- serliga í Havn - hava
ein veruligan ungdóms-
politikk fyri neyðini. Ein
politikk, sum gevur
teimum ungu mennandi
tilbod sum tey sjálvi eru
við ul at skipa fyri.
I dag eru tey ungu
slept upp í hendurnar á
kommersiella undir-
haldsidnadinum við sin-
um barrum og spæli-
maskinum.
Soleidis styra pengar-
nir i dag ti, sum annars
kundi verid ein skila-
góður ungdómspoltikkur.
Tórfinn Smith
Valevni |
Javnaðar-
floksins
Tórfinn Smith
Suðurstreymoy
Vinna virðingina aftur
Valevni |
Javnaðar-
floksins
Vit mugu og skulu gevast
at klandrast um hver hev-
ur skyldina av hesum og
hasum; tí soleiðis fáa vit
ikki búskapin aftur á fet-
ur aftur, fólk í arbeiði —
og menniskjuni at fáa lívs-
vónina aftur. Er tað
nakað, sum oyðileggur
eitt samfelag, má tað vera
vónloysi millum fólkið,
skal nakar fáa virðing og
lívsneistan aftur, so má
broyting koma og tað nú.
Trupulleikarnir eru stórir
at loysa, virðing má aftur
fáast fyri legtingi og
landsstýri. Góðu veljarar,
javnaðarflokkurin bjóðar
fram kvinnur sum menn
at taka róður í hond og
beina skútuna aftur á
beint. Øl lond rundan um
okkum hava verið fyri
stórum strukturbroyting-
um, og tað noyðast vit eis-
ini. Av tí at vit einans
hava fiskivinnuna at líta
á, eru vit ógvuliga sárbær,
vit vita at fisk hava vit
ikki nógvan eftir á grunn-
unum og eina framleiðslu,
sum ógvuliga lítlar broyt-
ingar hava havt í mong ár.
Við eini nógv betri og
feskari råvøru ber til at
seta á stovn ein matvøru-
ídnað á hegum steði, ið
Jancy Olsen
|
Eysturoy |
skal framleiða nýggjar og
meira tilvirkaðar útflutn-
ingsverur. Hervið fáa vit
betri prís, meiri arbeiði,
men meira má gerast við
eiði. Har er
okkara seluarð
tó ein glotti at hóma, av tí
at nú eru fleiri smærri
fiskasølur og Føroya
Fiskasøla fær nyggjan
stjóra, sum lovar at fáa
ein betri pris.
Javnadarflokkurin er
einasti flokkur, sum hevur
ein politikk at arbeiða eft-
ir, um hann fær stuðul til
valið. Aðrir hava ongan
politikk, einans álop á
javnaðarflokkin.
So góðu veljarar, um
samfelagshjólini skulu
mala, virðing og lívsvónin
fáast aftur, so er avgerðin
lett tann 17. nov.
X við javnaðarflokkin.
Jancy Olsen,
valevni Javnaðarfloksins
í Eysturoy
Bingotolini hesaferð:
blaðnum
í dag
88
SEINASTU BINGOTØLINI í hesum umfari eru
| týsdagsblaðnum 20. nov. fara vit at prenta
øll tey drignu tølini við åvising til hverjum blød
um tey voru í.
Vit greiða tá eisini
latingarfr BISt 0.Ø.