leygardagur 17. november 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SRA
Nr. 185 — 17. november 1990 —
Síða 5
Valstríðið er harðast á skerminum:
Framlegusendingar
vid stolnum tilfari
Í fleiri fórum er lógin um upphavsrætt brotin, nú tær ymsu
politisku framløgusendingarnar eru gjórdar til valið. Talan
verður um sakarmálskróv í 10.000-tals krónu klassanum
Hóast tað millum manna
man ráða tann uppfatan, at
tað eru okkara politikarar,
ið fremstir av gøllum skulu
uppihalda lóg og landa-
skili, tykist lógloysi
kanska við vilja, kanska
ikki — hava rakt onkrar av
flokkunum, nú valstríðið
hevur herjað.
Í sambandi við fleiri av
framløgusendingunum i
sjónvarpinum og eisini i
sambandi við okkurt av tí
prentaða valtilfarinum er
lógin um upphavsrætt
brotin.
Sosialurin skrivaði í gjár
um, at Kristiligi Fólka-
flokkurin hevði stolið
myndir frá videoframleið-
ara, Sum annars vóru tikn-
ar upp til seinasta val — og
enntá fyri annan flokk!
Tvífalda rokning
Fyri tað kann Kristiligi
Fólkaflokkurin væntað sær
eina tvífalda rokning, og
sum skilst, verður hon ikki
so lítil.
Fyrrapartin í gjár fekk
Sosialurin eisini váttan frá
Sjónvarpi Føroya um, at
aðrar myndir vóru á
»kristiliga« filminum, sum
teir ongan rætt høvdu til.
»Kristiligi Félkaflokkur-
in hevdi i filmi sínum
brúkt upptøkur av send-
ingini »Spurt og svarad« i
síni upprunaligu fram-
løgusending ul hetta val-
10,« verður upplýst frá
sjónvarpinum.
Sluppu at broyta
Men við sera stórari væl-
vild fekk Kristiligi Fólka-
flokkurin loyvi frá sjón-
varpinum at gera hesa
myndirnar umaftur í stund-
ini, tí annars varð sending-
in als ikki send.
„Hetta gjørdu tey so, og
vit sendu filmin.<
Tað er tó ikki bert í
framløgusendingini hjá
Kristiliga Fólkaflokkinum,
at lógin um upphavsrætt er
brotin.
>Tá eg sá sendingina hjá
Sjålvstyrisflokkinum i
sjónvarpinum, kendi eg
aftur fleiri myndir, eg tók
fyri teir til filmin fyri
tveimum árum síðani,<
sigur Klaus Kiesewetter,
videoframleiðari á Glyvr-
um. >Har var ein stórur
partur av tilfarinum brúkt-
ur aftur, uttan at eg eri eft-
irspurdur.<
Upphavsrættarlógin
brotin
Klaus Kiesewetter heldur,
at lað tó neyvan er
flokkurin sjálvur, ið hevur
Skuldina í hesum.
„Kanska vita tey yvir-
høvur ikki av, at hetta er
ólógligt, sum farið er
fram,< sigur hann við So-
sialin. >Tí eg havi havt
slíkar trupulleikar av somu
framleiðarum áður, sum
hava gjørt filmin hjá Sjálv-
stýrisflokkinum.<
Tað er Ljóð á Myndir
og AWJ-Video, sum hava
gjørt filmin fyri Sjålvstyr-
isflokkin, og sigur Klaus
Kiesewetter, at hesi somu
eisini fyri einum mánaði
síðani hava verið við ul at
»maltraktera« eina sjón-
varpslýsing, sum hann
saman vid gðrum hevði
gjørt fyri eina fyritgku í
Havn í fjør.
Risastort endur-
gjaldskrav
»Eisini ta ferdina gjørdist
eg illa vid, tá eg så lýsing-
ina í broyttum líki koma
fram á skermin, uttan at
nakar hevði spurt meg
eftir,< sigur hann.
Hvussu endin verður
viðvíkjandi filminum hjá
Sjálvstýrisflokkinum, veit
eingin enn, men Klaus
Kiesewetter ætlar at gera
nakað við tað:
>Ég fari nú at stevna
framleiðaranum, tí hetta er
ólógligt, sum farið er
fram,< sigur hann. >Teir
hava brotið bæði grein 2
og 3 í lógini um upphavs-
rætt.«
Sosialurin hevur ikki
fingið at vita, hvussu stór
upphæddin á endurgjalds-
kravinum er, sum hann fer
at saksøkja eftur, men talan
verður um fleiri 10.000-
tals krónur.
hj.
9. flokkar viðgera løgtingsvalid:
HAVA GJØRT
VELJARAKANNING
Sum liður undirvísingini vóru tveir 9. flokkar úr Kommunu-
skúlanum og Eysturskúlanum úti í regninum og spurdu fólk
hvat tey fóru at velja
Hósmorgunin gjørdu
næmingar i 9c í Eystur-
skúlanum og 9a í Komm-
unuskúlanum eina velj-
arakanning. Hetta varð
gjørt sum ein líður í und-
irvísingini í samtíðar-
kunning.
Lærarar teirra eru Jón
Kragesteen og Snæbjørn í
Dali.
Næmingarnir fingu 6
spurnarblød í part, SO at
teir kundu spyrja líka
nógv av hvgrjum kyni.
Byrja varð kl.9 og tey
seinastu spurnarblødini
vórðu latin inn kl.11.
Næmingarnir spurdu fólk,
sum teir hittu á gøluni og
teir fóru eisini inn í handl-
ar og á arbeiðspláss
Í kanningini vórðu 205
fólk spurd, hvat tey ætla
sær at velja til løgtings-
valid; millum svarmøgu-
leikarnar vóru eisini
'blankt' og 'ikki á val'
Kanningin bendir å, at
Javnadarflokkurin verdur
vinnarin av valinum, hann
fer 6% fram. Stóri taparin
í valinum verður tjóðveld
isflokkurin, sum missur
meiri enn helvtina av at-
kvgðunum og fer úr uml.
21% niður í uml. 10%.
Fólkaflokkurin missur
leiðsluna og fer eini 6 %
aftur. Sambandsflokkurin
og Sjálvstýrisflokkurin
halda støðuna, meðan
Kristiligi Fólkafl. fær
eina lítla framgongd.
Kanningin vísir eisini, at
Sosialistiski
Loysingarflokkurin fær
uml. 4% og hevur tí
móguleika til at fáa mann
valdan, um úrsliuið um
landið annars líkist hes-
um.
Æ-N
RK ráðgevan
Tørvar tær orku til
at fáa skil á rokn-
skapinum - latið
okkum hjálpa tær.
- Bókhald
- roknskap
- Sjålvuppgåvu o.a.
Fyri smærri virkir
og einstaklingar.
Ringid og avtalid
eina tid tlf. 1 9620
RK rådgevan
J.C. Svabosg. 10
100 Térshavn
SR |;
Rættindi hjá
gørum verða
einki vird
— í valstríðnum ger tað ikki
Kristiliga Fólkaflokkinum
mun, um tað er stolið ella
keypt tilfar, ið brúkt verður
Hóast heitið á flokk-
inum ljóðar rættiliga
væl, og stevnuskráin
ikki tykjast vilja gera
haltari hønu mein, er
praksis hjá Kristiliga
Fólkaflokkinum alt ann-
að enn samsvarandi
navni og skrá floksins.
Serliga hevur hetta
víst seg í valstríðnum ul
valið í dag.
Umframt at hava stol-
ið videomyndir frá
Arna C. Joensen, og
upprunaliga eisini at
hava gjørt tað frá
sjónvarpinum, hevur
Kristiligi Fólka-
ilokkurin misbrúkt eina
grein, sum stóð í
Dimmalætting 6. maí
1989.
Greinin, ið snýr seg
um sjúkrabiltænastuna í
Skálafirði, er endur-
prentað í heilum líki yv-
ir næstan eina heila síðu
á valblaðnum, Krisuligi
Fólkaflokkurin hevur
sent í hvert hús í Eyst-
uroynni.
Eg havi fullan upp-
havsrætt ul alt tað, eg
havi skrivað, ta tíð eg
havi arbeitt sum blað-
maður bæði á
Dimmalætting, Tinga
krossi og nú Sosial
inum,« sigur blaðmað-
urin Hilmar Jan
Hansen. >Tá hesin upp-
havsrættur verður
brotin, uttan at nakar
spyr meg eftir, vil eg
sjálvsagt hava mín part
burturav.«
Í gjár sendi Hilmar
Jan eina rokning til
Krisuliga Fólkaflokkin,
har hann krevur at fáa
tvífalt endurgjald fyri
stuldurin.
Umframt, at stuldurin
og misnytslan av grein-
ini bara i sjålvum sær er
av grovasta slag, bølir
tad ikki um hetta, at
Hilmar Jan er
uppstilladur fyri ein av
hinum flokkunum i
Eysturoynni.
tor.-
Sosialurin eigur
tekningarnar
— og ti fær Kristiligi Fólkaf-
lokkurin eisini rokning fyri tær,
sum eru brúktar uttan nakað loyvi
I framløgusendingini
hjá Kristiliga Fólka-
flokkinum vóru nógvar
av tekningunum úr
bókini >Skemt 89< at
síggja.
Eins og við so nógv-
um ødrum av ti, sum
var i hesi sending, hev-
ur Kristiligi Fólka-
flokkurin heldur ikki
her tryggjad sær
neyðug loyvi ul
nýtsluna.
»Ta0 er Sosialurin, ið
eigur tekningarnar, og
Oli Petersen, sum
hevur avgerðarrættin, tá
tekningarnar skulu
brukast ul okkurt,<
sigur Kristian Dahl,
fyritaksstjóri á
Sostalinum. »Hvørki
vit her á blaðnum ella
Oli eru eftirspurd, so
her ruggar heldur ikki
alt ræu hjá Tordi og
teimum<.
Hann sigur, at Sosial-
urin eins og øll hini,
hvers úlfar hevur verið
misnýtut av Kristiliga
Fólkaflokkinum í val-
stridnum, fer at senda
flokkinum eina rokning
fyri tær tekningarnar,
talan er um.
hj.