leygardagur 17. november 1990síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 185 —
17. november 199
løgtingsvalid '90
Síða IE
Suduroyggin enn
einaferð háborgin
Fólkið skal sigra,
tað kann ikk. lúta,
tey, sum vóru kúgað,
bera sigurin til hús.
Góðu suðuroyingar! Latið
tað vera orð sum hesi,
sum runga úr Sandvík til
Sumbiar í kveld, tá ið val-
úrslitið fyriliggur.
Nú valstríðið er lokið,
kann tað vera áhugavert
at líta aftur um bak. Eyð-
kenni fyri hetta stríð hev-
ur verið ein eintáttaður á-
gangur á javnaðarflokkin
og serliga Atla Dam. Tú
hevur ikki lisið eina val-
grein ella hoyrt eina við-
talu uttan, at javnaðar-
flokkurin og formaðurin
hava verið hevuðsevnið.
So kann ein spyrja seg
sjálvan, hví so er?
Ein av orsekunum er at
finna í tí, at javnaðar-
flokkurin er einasti flokk-
ur, sum er farin til val við
einari valskrá, við boð upp
á framtíðina. Henda val-
skrá er nú væl og virðiliga
vidgjørd av øllum flokk-
um, og fleiri teirra hava
tikið og gjørt partar av
henni til sítt egna.
Ein onnur orsek er at
finna í tí, at allir hinir
flokkarnir ásanna, at ein-
asta alternativið til førda
politikkin seinastu tvey
árini er javnaðarflokkurin.
Fjáltur er komin á teir, tí
teir innast inni mugu við-
ganga, at við javnaðar-
flokkinum í Tinganesi, tá
verður kúgingarpolitikkur
teirra gjørdur til skamin-
ar.
Afturhaldið kennir sær
einki afturhald.
Í Dimmu tórsdagin
stendur býráðsformaðurin
á Tveroyri fram og heitir á
suðuroyingar um ikki at
velja valevni á javnaðar-
listanum. Hervið kom so
avdúkingin. Hesi orð hjá
býráðsformanninum eru
júst somu orð, Páll Vang
førdi fram í Dagblaðnum
herfyri. Hetta eigur at
geva javnaðarfólki alla
grund til at umhugsa
steðuna viðvíkjandi bý-
ráðssamgonguni á Tver-
oyri av nýggjum, um tey
ikki longu hava gjert tað.
Hvat er tað hesir báðir
fólkafloksmenn, kristiligir
ella ikki, eru so fjálturs-
stungnir av. Eru tað
kommunal viðurskifti,
sum ikki skulu koma
borgarunum fyri oyra.
Gamalt er, at tá ið rottan
er kroyst upp í ein krók, tá
leypur hon á.
Hevuðsvalevni javn-
aðarfloksins í Suðuroy
seinastu 20 árini, Atli
Dam, er nú valevni í Suð-
urstreymoyar valdemi. Í
tí sambandinum fari eg
hervið at ynskja honum
eitt rimmarval, sum viður-
kenning fyri tað risaar-
beiði, hann hevur avrikað
í foroyskum politikki.
Góðu suðuroyingar,
góðu tverafólk. Avgerðin
er tykkara í dag. Tit hava
gjørt tykkara skyldu, i
dag eiga tit rættin.
Latið okkum enn eina-
ferð vísa ellum Feroya
fólki, at tað ikki er av til-
vild, at Suðuroyggin verð-
ur rópt fyri háborgin hjá
javnaðarflokkinum, men
at tað er tí, at vit sjálvir
vilja tað.
Jóannes Eidesgaard
Jóannes
Eidesgaard
/
fi
SCHULMANN - PEARL - PAISTE - SONOR - AKAI - SAMICK - VESTER
Høgni Andreasen
Musikk- & Hi-Fi-handilin
Dr. Jakobsensgøta 16
Tlf. 190 60
sm
KAWAI MS-510
stereo, 4 oktavar, digitalar trummur
O.mM.a.
Fyrr kr. 2.600,-
YAMAHA PRS-18 — Nytt modell, stereo,
5 oktavar, rumklang, FM-ljóð, digitalar
trummur, songplay o.m.a.
Bert kr. 2.950,-
Støkk inn og siggj og royn landsins besta úrval — tað angrar tu ikki!
400 ljóðvariatiónir,
Nøkur av tilbounum:
YAMAHA PSS-380 -
rutmur og ljóð, syntezeisara, stereo, inn
innspæling av 3 songum o.m.a.
Fyrr kr. 2.950,-
Nå kr. 1.500,-
YAMAHA PSR-48
2 ymisk ljóð samstundis, 5 oktavar,
YAMAHA - KORG - ROLAND - KAWAI - MARSHALL - FENDER - GIBSON - BOSS - IPANEZ - TAMA
Fe NU ER AT SKUNDA SÆR!
Ti Musikkhandilin í Dr. Jakobsensgøtu 16 hevur nøkur få
men sera góð tilboð upp á ymisk heimakeyboards
frá heimsins førandi framleiðarum — YAMAHA og KAWAI!
Eisini hava vit aftur á goymslu ROLAND E-5 keyboards
við besta undirspælinum, ið finst —
fyri bert kr. 9.800,-
midi effektir o.m.a.
Fyrr kr. 7.800,-
100 digitalar
Nå kr. 1.950,-
100 digitalar rutmur,
Nú kr. 5.900,-
SISI1V - 3910A-0HL9313 - HINVHYU - aHODVNAG - DIV - JHNHS