Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 1990síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin kl. 20.55: Heimurin logar sendinevnd frá Reyða Krossi kemur at har Natalie sambandi er fríðk- tja leguna í Theresienstadt, g Aaron eru. Í hesum ið um á leguni, so at gestirnir kunnu síggja, at har er alt, sum tað eigur at vera Fríggjadagin kl. 22.30: Jól á Starcross Hetta er ein filmur frá einum katólskum kleystri, har teir tríggir íbúgvarnir geva børnum, sum hava AIDS, kærleika og umsorgan Leygardagin kl. 17.10: Wonderful Life Cliff Richard og Susan Hampshire, sum spælir Jenny t * 1 VIL eru 1 1964, og hjá Cliff Richard og The Shadows er lívið frálíkt. Teir spæla á luxus-linara á Miðalhavinum men rin hjá teimum oyðileggur streym- umborð, og skiparin setir teir í ein Men alt endar væl bjargingarbðat Leygardagin kl. 20.30: Rangt og Rætt Vit eru nú komin til triðju og seinastu sending hesum umfari. Luttakarar i Lið A: Oli Kurt Hansen, Lina Larsen og Dánjal Joensen. Lið B: Jógvan E. Ósá, Birita Mohr og Robert McBirnie Vertur og lagt til rættis: Leivur Hansen „Rangt og Rætt< verður aftur í trimum útgávum uar „ kveld eru nyggjuni Í seinnu helvt av jan Rowan Atkinson Leygardagin ki. 23.50: Jólaævintýrið hjá svørtu slanguni Rowan Atkinson úr ensku sendirødini »Tann svarta slangan« spælir høvuds- leiklutin sum Ebenezer Blackadder. Hetta er ein avbronglan av »Eitt jóla- ævintyr« eftir Charles Dickens. Nøkur halda, at Ebenezer treingir til eina áminning — og kanska at koma i jólahýr. So jólaandarnir fara at vitja hann. Sunnudagin kl. 18.30: Narnia - 1:3 »Narnia« er eitt nytt BBC-fråbrigdi av barnabókunum hjá C. S. Lewis um landið Narnia, har tann ónda hvíta heksin ræð- ur, til fýra børn koma inn haðar gjøgnum klædnaskápið hjá farbróðiri sínum. Sama sega er áður víst sum teknifilmur við heitinum >Leyvan og Heksin<, og hon er væl umtókt. Tey fýra bernini Lucy, Peter, Susan og Edmund eiga ein farbróðir, ein gamlan professara, sum livir í síni egnu verð, í einum stórum, gomlum húsum langt burturi frá ellum eðrum. Har eru nógv rúm, nógv skáp, og eitt rúm er myrkt og har inni er bert eitt stórt klædnaskáp. Lucy heldur, at hetta skápið má kannast gjellari, og tá ið hon smoyggir seg mill- um klæðini, kennir hon okkurt mjúkt koma ímóti sær. Brádliga stendur hon í einum skógi, har er kavi. Lucy er komin til Narnia. Eingin av hinum børnunum trýr henni, tá ið hon vendir aftur fyrstu ferð. Ikki fyrr enn tey sjálv hava roynt tað. Narnie er ævintýrlandið. Har búgva dvergar, gandakallar 0.0. Børnini koma upp í kríggið millum leyvuna og heksina, millum tað góða og tað ónda. Vetrar-leikpallirnir eru filmaðir í Cair- gorm í Skotlandi og summarupptekur- nar eru úr Suður Wales Alan Seymor hevur skrivað leikritið. Michael Aldridge spælir professarin Man Malla hugsa um Guffu? Sunnudagin kl. 19.30: Í Vættravík Vit eru komin til triðja og seinasta part um jólavættrarnar í Vættravík. Malla fyllir, og feðingardagurin verður hildin. Nú er at skunda sær at fáa allar jólagáv- urnar pakkaðar lidnar, eisini skulu øll vaskast til jóla, og jólagásin skal eisini vera klár. Ja, í Vættravík hava tey úr at gera! Men hvussu verður við bergholinum, sum Per og Osvald stríðast við? OG Per ger seg til reidar! Sunnudagin kl. 22.15: Oyggjasonurin Ein gåtuførur sjúklingur Ein nýggjur sjúklingur kemur á sjúkra- húsið. Dr. McGrath heldur seg kenna hann, men hin sigur, at hann fer skeivur. Men ein annar sjúklingur kennir hann eisini, og tað er ikki fyri nakað gott. Betty Carvalho sum Nana Kulani Jólaaftan kl. 21.00: | Bing og Danny Hetta er amerikanskur musical frá 1954. Bing Crosby og Danny Kaye hava fram- førslu í einum náttklubba. Ikki eitt eyga er turt, tá ið Irving Berlins evergreen „White Christmas< er á skránni. Jóladag kl. 14.45: Tað er frálíkt at liva Hevuðsleikarin í hesum filminum frá 1946 er James Stewart. Hesin var júst komin aftur úr tænastu sum oberstur í flogherinum undir seinna heimsbardaga, tá ið Frank Capra bað hann koma at spæla George Bailey í filminum >Tað er frålikt at liva«. Eingin kundi spæla henda leikin betur, helt Capra. George Bailey er ein vanligur borgari í einum lítlum býi, glaður og væl nøgdur familjumaður. Men innast inni er hann á gosi, kennir, at hann fær ikki nóg nógv burtur úr lívinum, og at hann ongantíð hevur fullfort ungdómsdreymar sínar. Filmurin er bæði skemtiligur og álvar- samur. Jóladag kl. 22.15: | Smakk fyri deyð- anum 1:5 Tá ið tann konservativi ráðharrin Sir Paul Berowne fær nøkur ålvarsom hótt- anarbrev sendandi til bústað sín í London, fer hann til gamla vin sín, Adam Dalgliesh í Scotland Yard at biðja um hjálp. Berowne kennir seg einsamallan. Kona hansara dylur ikki fyri, at hon hevur ein annan, ein ríkan lækna. Dóttir hansara leggur einki í pápa sín, og eisini mamma hansara heldur hann vera keðiligan. Hon var betri við beiggja hansra, sum doyði í kríggi. Berowne uggar seg í kirkjuni. Hann er har eina heila nátt og hugsar. Men morg- unin eftir verður hann funnin deyður í kirkjuni saman við einum drykkjumanni. Og skjótt eru fleiri deyð, sum hevdu nak- að við Berowne at gera. Adam Dalgliesh fær úr at gera at kanna øll morðini.