fríggjadagur 21. desember 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Utvarp Føroya
Leygardagarnar 22. og 29. des. kl. 21.50:
Hetta heilaga
evangeliid skrivar
23. desember, sum eisini er Tollaks-
messudagur, er í ár fjórði sunnudagur í
og evangeliið til henda síðsta
sunnudagin í adventini stendur at lesa í
Jóhannesar evangeliinum 1. kapitli, vers-
ini 19-28
Í sendingini, sum umreður henda præ-
dikutekstin, og sum kemur leygarkveld-
ið 22. desember kl. 21.50, verður eisini
sungin adventssálmurin hjá Kingo »Upp,
gleðist allir, gleðist nú< í týðingini hjá
Jákup Dahl. Hann verður sungin við lag
eftir danska tónaskaldið Emil Hart-
mann
Prædikuteksturin til sunnudagin mill-
um jóla og nýggjárs stendur í Lukasar
evangeliinum, 2. kapitli, versini 33-40.
Jákup Magnussen, prestur, lesur og um-
reður henda prædikutekstin, og síðani
verður sungin ársskiftissálmurin hjá
Mikkjali á Ryggi »Arid líður skjótt at
enda«
adver
Sunnudagin kl. 12.00:
Gudstænasta í
Kollafjarðar kirkju
Komandi sunnudag, sum er fjórði sunnu-
dagur í advent og eisini Tollaksmessu-
dagur, sendir Útvarpið gudstænastu úr
Norðstreymoyar prestagjaldi, úr Kolla-
fjarðar kirkju, — »en af de smukkeste
blandt øernes ældste bygdekirker«,
stendur at lesa um hana onkustaðni.
Í forkirkjuni, uppi yvir innhurðini er
in fjel, har ískorið er: AAR: 1837, og
uppi yvir eru iskornir forbókstavir teirra,
ð bygdu.
Av virðismiklum lutum, sum eru í
Xollafjarðar kirkju, kunnu nevnast kalik-
ir frá 1733, og ein træljósakrúna, sum
”oul Næs, ið var lærari í Kollafirði frá 1.
ebruar 1885 til januar 1890, hevur gjørt
g givið. Eisini eigur at verða nevnd
Jtartalvan, sum Kristin í Geil hevur
nálað. Hon myndar Jesu føding.
Fjórða sunnudag í advent á middegi
endi Útvarpið gudstænastu úr Kolla-
jarðar kirkju, har Gerhard Hansen.
prestur, prædikas.
tíðindablaðið S0SÍalurin =. Nr. 209 — 21. desember 1990
Sunnudagin kl. 13.40:
Nú glógva túsund
jólaljós
A sangferðini kring norðurlond við ad-
vents- og jólasangum eru vit fjórða
sunnudag i adventini komin til Sveríkis,
haðani vit hovra seks sangir. Jussi Bjør-
ling óivað Sveríkis fremsti sangari í
leggur IVT1
A »Juyls
vid ti tignarliga og
ing«. Sidani syngur Rune
KFUM-køren
Tranás tveir sangir, »Betlehems stjárna<
saman við
og »Nar det lider mot jul«, og sendingin
endar við trimum upptekum við Ingvar
Wixell. Hann syngur m.a. tann kenda
»Nu tåndas tusen juleljus«.
Jólaaftan kl. 17.20:
Advents- og jóla-
sålmar
Í hesi síðstu sendingini á hesum sinni við
advents- og jólasálmum sigur Johs.
Andr. Næs frá jólasálminum >Ég sum
eitt barn meg gleða vil«. Alexandur
Kristiansen týddi sálmin eftir danska
skaldið B. S. Ingemann, og Carl Christi-
an Nicolaj Balle, danskur prestur, sum
livdi frá 1806-55, gjerdi lagið.
Stranda Sangkór syngur sálmin, og
Amundur Berthelsen hevur orgulfylgi-
spælið.
Jóladag kl. 11.00 og nýggjárs-
aftan kl. 23.15:
Gudstænasta úr
Dómkirkjuni
Tvær av gudstænastunum, sum Útvarp-
ið sendir um jóla- og nýggjárshalguna,
koma úr Dómkirkjuni, Havnar kirkju.
„Tórshavn, tú Feroyalands miðsteða
var, tingstaður eld eftir øld«. — Soleiðis
kveðir skaldið, og við hesum í huga kann
tað tykjast legið, at Havnin eftir øllum
at dema ikki hevur havt kirkju longur
enn uml. 400 ár, við tað, at fyrsta kirkj-
an, vit vita um í Havn, varð bygd í 1609.
Stóri kirkjustaðurin í Feroyum í gomlum
døgum var jú Kirkjubøur, og har vita vit
um tríggjar kirkjur í miðeld, og frásagnir
eru eisini um, at benhús hava verið í
Norðradali, í Hesti, í Koltri og í Nólsoy,
men høvudsstadurin fekk sum nevnt sina
fyrstu kirkju so seint sum i 1609.
Tann kirkjan stóð úti á Reyni, meðan
núverandi Havnar kirkja frá 1988 varð
bygd við Bryggjubakka, sum tá var
»nordenfor Byen«.
Kirkjan var umbygd i 1865 og fekk tå
heilt aðra útsjónd, nærum um ta somu
sum í dag, og framvegis stendur hon —
dómkirkja okkara — á Bryggjubakka
sum eitt prýði fyri høvudsstadin.
Kirkjan hevur, sum rímuligt er, nógvar
virðismiklar lutir í varðveitslu. Her skal
bert nevnast ein teirra, ein sum hevur
samband við hegtíðina, sum nú stundar
til, nevniliga messingar-skírnarfatið,
sum helst stavar frå 1500-talinum og i
botninum myndar boðan Mariu
Utvarpið sendir sum nevnt tvær ferðir
úr Dómkirkjuni um halguna, Jóladag kl.
11 og gamlaårskvøld kl. 23.15. Báðu ferð-
irnar prædikar Bjarni Bæk, prestur
Jóladag og 2. jóladag kl. 14.15
Sakførarin
Á . ”” .
uti å Reyni
Mamman helt, at hann kundi fara at lesa
til prest, men påpin helt, at hann skuldi
vera juristur, og påpin vann.
Tí las D. P. Danielsen úr Miðvági løg-
frødi i Keypmannahavn i triatiårunum,
men hann og løgfrødin hava ongantíð
hóvað væl saman, sigur hann í útvarps-
samreðu, sum verður send báðar jóladag-
arnar.
D. P. Danielsen sigur eitt sindur um,
hvat hann hevur viljað við bókunum,
hann hevur skrivað seinastu árini, og
greiðir eisini frá brotum í lívssegu síni.
Sum barn var hann eitt skifti í Skúgvi
og trý ár í Havn áðrenn hann fór niður at
ganga í skúla.
Hann var ein teirra, sum eftir kríggið
kom heim úr Danmark at tala fyri loys-
ing, og hann var valdur á legting sum
tjóðveldismaður samstundis sum pápi
hansara Serin varð valdur fyri sam-
bandsflokkin.
Honum dámdi onki í løgtinginum, men
hevur verið virkin síðani hann fór av
tingi í 1958. Fyrst í sjeytiárunum ferðað-
ist hann kring landið at tala móti EEC,
og í 1975 var hann ein av oddamonnun-
um í útróðrarverkfallinum.
Jógvan Arge hevur hitt D. P., sum nú
er 77 ára gamal, og samreðurnar við
hann verða sendar jóladag og annan jóla-
dag klokkan 14.15.
2. jóladag kl. 11.00:
Gudstænasta úr
Vesturkirkjuni
Santa Stefansdag — 2. jóladag — sendir
Útvarpið gudstænastu úr Vesturkirkjuni
í Havn, har Hegni Poulsen, prestur, præ-
dikar.
Grundarsteinurin til Vesturkirkjuna
varð lagdur í 1969, og hon varð vígd 25.
august 1975.
Teð vóru donsku arkitektarnir Holm
og Groth, sum teknaðu henda sermerkta
kirkjubygningin, sum broytti býarmynd-
ina í Havn stórliga. Sæð heiman úr
Havnini líkist hon eini prismu, og sært tú
inn á suður- ella norðursíðuna, er hon
átek einum seglskipi.
Eisini innan hevur kirkjan sín serstaka
dám. Tann stóri hvíti veggurin omanfyri
altarið t.d. er ætlaður at virka sum spegil
at geva ljós frá tí stóra vindeyganum í
torninum, og eisini hugsaðu arkitektar-
nir, at hann skuldi symbolisera tað
himmalska ljósið.
Urgan í Vesturkirkjuni er onnur av
landsins sterstu kirkjuurgum. Hon er
javnstór við ta í Christianskirkjuni í
Klaksvík. Tær hava hver sínar 29
stemmur.
Frobenius á Sønner í Danmark bygdu
urguna í Vesturkirkjuni, sum uppruna-
liga hevði 12 reddir. Síðst í sjeytiárunum
varð hon víðkað til 16 reddir, og fyri
nekrum árum síðani komu 13 reddir
aftrat, soleiðis, at hon nú hevur 29.
Hósdagin 27. des. kl. 11.00:
Frítíð og ítriv
Fjølbroytta fuglasavnið i
Sumba
Nógvur fuglur nemur land syðst í Sudur-
oynni, men nógvur fuglur legst fyri og
rekur upp í mølini í Sumba millum år og
dag. Við sínum stóra áhuga fyri fugli
hevur Axal Poulsen mangan tikið sær av
hesum fugli. Tá tað ikki er eydnast at
1 i rlin + hev r Axal latið teir
halda lív í fuglinum, hevur Axai latið ten
stappað út. Hann eigur tí eitt fjølbroytt
fuglasavn
Mangan hevur Axal Poulsen greitt frá
um fugl í sendingunum Frítíð og náttúra,
men hesuferð greiðir hann frá fuglum í
savni sínum í Sumba.
Sendingin verður send aftur 27. des. kl.
17.30. Jóhann Mortensen hevur vitjað
savnið hjá Axali Poulsen.
Sunnudagin 30. des. kl. 11.00:
Gudstænasta
i Glyvra kirkju
Til 1927 vóru bert tvær kirkjur við Skála-
fjørdin, báðar uttarlaga við fjerðin,
Sjóvar kirkja, sum varð bygd í 1834 og
Nes kirkja frá 1843.
Sum fólkatalið vaks við fjørdin, gjørd-
ist eisini tørvur á fleiri kirkjum, eystan-
fyri kom Glyvra kirkja í 1927, og vestan-
fyri varð kirkja bygd á Skála í 1940.
Til Glyvra kirkju knýtir seg tann sjáld-
sama sega, at sami maður, sum var sókn-
arprestur í Eysturoyar prestagjaldi, eis-
ini teknaði kirkjuna, sum varð vígd 26.
mai 1927. Presturin var Kristian Vilhelm
Nielsen, sum áður hevði sitið í Norð-
streymoyar prestagjaldi — frá 1907-
1914. Í Eysturoyar prestagjaldi var hann
frá 1917 til 1928. Pastor Nielsen liggur
grivin í Glyvra kirkjugarði.
Glyvra kirkja hevur í dag ikki somu út-
sjónd, sum tá pastor Nielsen teknaði
hana. Fólkatalið har á leiðini vaks í stór-
um í fimti- og sekstiárunum, og tí var
tervur á eini sterri kirkju, og hetta varð
gjørt á tann hátt, at bygt var uppí kirkj-
una eftir tekning frá arkitektinum J. P.
Gregoriussen. Áðrenn hesa uppíbygging-
ina vóru uml. 325 sitipláss, meðan kirkj-
an nú rúmar uml. 600 fólkum.
Tá kirkjan varð umbygd, fekk hon eis-
ini nýggja altartalvu, og í staðin fyri met
lidt ubehjælpsomt maleri« — Getsemane,
kom eitt listaverk eftir Fritjof Joenen.
Myndin er Hin heilaga kveldmáltíðin.
Eitt, sum eyðkennir Glyvra kirkju, er
tann góði sálmasangurin. Og hetta hevur
ikki minst Kór Glyvra kirkju heiðurin
fyri. Ljóðferið í kirkjuni, eitt Hemmer-
sam-orgul frá 1960-unum, er í minna lagi
til tað stóra kirkjurúmið, og tí hevur
kirkjuráðið á Glyvrum bílagt nýggja,
størri urgu, sum kemur um eini tvey ár.
Sunnudagin millum Jóla og nýggjárs
kl. 11.00 sendir Útvarpið gudstænastu
úr Glyvra kirkju, har sóknarpresturin,
Jákup Kass, prædikar.
SR
Fe