leygardagur 22. desember 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 210 — 22. desember 1990
hansara fór óivað at verða ill. Men
tað fór at verða harvið. Alvadrong-
urin tók um beltið og spakuliga
eydnaðist tað honum at koma upp á
ísin aftur.
Drongurin smiltist blídliga til
Stubba og segði: >Tú hevur bjargað
mær frá deyðanum og tí fari eg at
taka teg við til mammu. Ongin
fremmandur er sloppin at síggja
okkara heim fyrr, men tú hevur
bjargað mær<
Álvadrongurin tók í hondina á tí
lítlu jólavættrini og glað fóru tey av-
stað.
Tá tey
leingi, komu tey til ein stóran, gráan
stein. Drongurin læt eina osjonliga
hurð upp og eitt blankt, hvítt ljós
blindaði Stubba. Ein ung og vekur
kona kom til sjóndar. Alvadrongur-
in fór til hennara og segði henni
hvat var hent. Tá smíltist álva-
konan og kroysti Stubba, sum rodn-
aði upp um bæði oyru, men sam-
stundis kendi hann seg ógvuliga
eydnuríkan.
Hann var hjá teimum allan dagin
og át góðar piparkøkur og drakk
mjólk afturvið, til hann var so mett-
ur, at klæðini vóru um at skrædna.
Tann góða álvamamman spurdi
hann hví hann ikki var úti í verðini
og býtti jólapakkar út til øll børnini.
Stubbur smiltist syrgin og segði
hevdu gingið rættiliga
Sólrún Hraunsfjerð Njálsdóttir
segði so: >Ég skal koma heim til tín í
morgin og tosa við familju tína!<
Um kveldið fór so Stubbur heim,
og hann var glaðari enn hann nakr-
antíð áður hevði verið.
Dagin eftir kom álvakonan, sum
hon hevði lovað, og tosaði við
beiggjar hansara
Stubbur fekk ongantíð at vita,
hvat tann álvakonan hevði
sagt við teir, men næstu og ell onn-
ur jól slapp hann við teimum stóru
V akra
og sterku beiggjunum!
Tann lítla
jólavætturin
henni, at beiggjarnir hildu hann
vera alt ov lítlan. Konan lurtaði og
Stubbur æt tann minsti av ellum
jólavættrunum. Hann var so lítil, tá
ið hann bleiv feddur, at mamma
hansara kallaði hann »Stubbur«.
Teir 12 beiggjar hansara argaðu
Stubba og segdu, at hann kundi
ongantíð koma við teimum á reins-
djórunum at býta pakkar út til
menniskjabernini. Stubbur bleiv
egiliga keddur um hetta og hverji
jól græt hann síni smáu jólatár.
Tollaksmessukveld sat tann lítla
jólavætturin og hugsaði syrgin, at
hann aldri fór at verða stórur og
sterkur sum beiggjarnir. — Oh, hví
kann eg ikki sleppa við at geva
bernunum gávur? Tað er so stutt-
ligt at síggja gleðina hjá teimum
smáu bernunum! Stubbur hugdi yv-
ir ímóti ellum pakkunum og fór aft-
ur at gráta.
Endiliga kom dagurin, sum øll
børn i verdini bidadu eftir. Kavin lå
sum eitt teppi å fjøllunum og jørdin
skein sum túsund gimsteinar.
Himmalin var klárur og allar jóla-
vættrarnar gjørdu seg til reiðar at
fara avstað. Allir pakkarnir vóru
koyrdir í stórar posar. Bláir, reyðir
og svartir posar vórðu lagdir á reins-
djórini. Alt lýsti av gleði og friði.
Men jólavættrarnar høvdu eina
langa ferð fyri framman, so tær
máttu skunda sær avstað.
Stubbur stóð einsamallur eftir og
sá reinsdjórini næstan flúgva av-
stað. Hann hevði tár i eygunum,
men hann skundaði sær at turka tey
við lítlu hondini, tí hann vildi ikki at
nakar skuldi síggja hann gráta.
Stubbur gekk syrgin yvir í skógin,
og setti seg á ein stein. Tað kavaði
og nøkur reinsdjór hugdu at honum
við stórum, blíðum eygum, men so
runnu tey avstað og Stubbur var
einsamallur í tí stóra skóginum.
Men knappliga hoyrdi hann okk-
urt ljóð. »Hjålp!« rópti onkur.
„Hjálp mær!« Stubbur reisti seg,
men sá ongan í skóginum. >Sært tú
meg ikki, eg eri i ánni!< Tá visti tann
lítla jólavætturin hvaðani reddin
kom. Hann skundaði sær yvir at
ánni og sá tá ein lítlan, ljóshærdan
álvadrong, sum var um at drukna,
bert hevdið sást.
Stubbur bleiv so bangin og visti
ikki rættiliga, hvat ið hann skuldi
gera. Tí hann var jú so lítil. Men har
var eingin onnur hjálp at fáa, so
Stubbur gekk heilt út á ísin í ánni og
tók beltið av teimum fínu, reyðu
klæðunum. Hann bleiv eitt sindur
vátur um beinini og visti, at mamma