hósdagur 3. januar 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 3. januar 1991
Felagið Fiskimannakonur hevur tikið stig til
fund við Skipasýnið fyri at økja um trygdina
umborð á fiskiskipunum
Tad var flaggdagin í fjør, at
fiskimannakonur tóku seg
saman at stovna felag, og
ársfundurin hjá Fiskimann-
afelagnuym 29. desember
var sostatt tann fyrsti,
felagið kundi verið við á.
Fiskimannakonurnar hava
ikki atkvødurætt, men tær
kunnu fylgja við og gera
sínar viðmerkingar.
Hjartamál teirra til fundin
snúði seg um trygdina hjá
fiskimonnunum umborð á
skipunum. Felagið heitti tí á
Fiskimannafelagið um at
fáa ein fund við Skipasýnið,
tí tær halda ikki, at ar-
beidsvidurskiftini hjå
æ
í
te fyrstu orði 6
monnunum eru nóg góð.
Liljan Isaksen, forkvinna
i Felagnum Fiskimanna-
konur, sigur, at tær vilja
hava betri venjingar um-
borð. Tær vita dómi um, at
menn, sum hava siglt í
áravís, ikki hava verið við til
nakrar trygdarvenjingar, og
tað er ikki hugaligt at vita,
um okkurt skuldi borist á.
Trygdarútgerðin er
heldur ikki altíð í lagi
umborð. Summastaðni
stendur útgerðin og rusatar
umborð, og tað er heldur
ikki rætt, at skip fara út við
bara einum gummibáti, tá
ein veit, at 18 % av øllum
gummibåtum ikki kunnu
blåsast upp, sum teir eiga,
sigur Liljan Isaksen. Eitt
kravið hjá teimum er at fáa
yvirlivilsilsklædir umborð
á øll skip.
Fiskimannakonurnar
vilja hava at vita, hvat
reglurnar siga, og tær vilja
hava trygd fyri, at reglurnar
verða fylgdar. Tí fer Felagið
Fiskimannakonur og Fiski-
mannafelagið at fáa ein fund
við Skipasýnið.
Tað gongur annars rætta
vegin hjá Fiskimanna-
konunum. Síðan felagið
varð stovnað, hava tær havt
fundir í øllum sóknunum,
og yvir hundrað hava longu
teknað limaskap.
Onnur mál hjá teimum at
taka uupp verður m.a. trygg-
ingarspurningurin. Tær
vilja m.a. hava, at menninir
fáa eina trygging, sum tekur
við, tá vanlukkutryggingin
ikki rókkur. T.d. tá maðurin
fær arbeiðsskaða og missir
sín arbeidsførleika.
randi
Føroya Fiskimannafelag
er meira enn misnøgt
vid, at Føroya Skipara-
og Navigatørfelag (FSN)
fer at krevja i ein kom-
andi sáttmála, at reiðarar
Skulu útgjalda frítíðar-
lønina hjá bestamonnum
til FSN.
IMOTI
RÆTTINUM
FSN hevur hótt við
verkfalli fyri at fáa
»gjøgnumtrumfad tað,
sum felagið tapti í rætt-
inum<, skrivar fiski-
mannafelagið í skrivi til
limirnar. Bæði Føroya
rættur og landsrætturin
hava gjørt úrskurð, sum
sigur, at FSN eigur at
viðurkenna, at limirnir í
Føroya Reiðarafelag eiga
at avrokna fritidarlønina
hjá stýrimonnum umborð
á fiskiskipum sum ásett í
sáttmálanum millum
Føroya Fiskimannafelag
og Føroya Reidarafelag.
IMOTI SINUM
EGNU
Fiskimannafelagid held-
ur, at sendir FSN besta-
menn i verkfall, so kann
Sida 5
Sigid nei til
verkfalshoð
- skrivar fiskimannafelagið í skrivi til limirnar
í sambandi við ósemjuna við skipara- og
navigatørfelagid. Talan er um eina ráðagerð
ímóti FF, har reiðaraáhugamál, skiparar á
ikki fiskiskipum og nakriri av best løntu fiski-
skiparunum hava kastað saman
tað bara vera vent ímóti
einasta felag, sum í tí
dagliga tekur sær av
teirra áhugamálum.
Fiskimannafelagið vís-
ir á, at tað er bert eitt
fátal av bestamonnum,
sum eru límir í FSN.
Fiskimannafelagið biður
teir ikki geva verkfals-
boðum gætur, men
mynstra sum vanligt.
RÁÐAGERÐ
Tað eru heldur
bestamenn, sum
ikki
standa
aftanfyri hesa framferð
ímóti FF, skrivar Fiski-
mannafelagið. Talan er
um eina ráðagerð millum
reiðaraáhugamál, sum eru
og hava verið umboðað í
nevnd FSNS, og
menn á ikki fiskiskipum
saman við nøkrum av
teimum hægst lentu
fiskiskiparunum, er nið-
urstødnan hjá
Fiskimannafelag
ówh
yVIir-
Føroya
Føroya størsta fyritøka -
Føroya Fiskasøla - hevur
fingið nýggjan stjóra.
Bjarti Mohr hevur frá 1.
januar í ár sett seg í
stjórasessin yviri við
Strond. Hann loysir
Birgir Danielsen av, sum
hevur sitið í honum í 21
ár og eitt hálvt.
Birgir Danielsen tók
við starvinum á Føroya
Fiskasølu 1. juli 1969.
Hann fer nú at seta seg
Birgir Danielsen
(vinstrumegin) og
Í Nýggjur stjóri
til borðs saman við
teimum, >sum hava
kritiserað meg og okkum
mest<, sum fráfarandi
stjórin tekur til í nýggj-
asta >Okkara millum<
við tilvising til Føroya
løgting, har hann hevur
sæti fyri Fólkaflokkin.
Nýggi stjórin Bjarti
Mohr hevur síðstu árini
verið í stjórastarvi hjá
Royal Greenland.
ówh
Bjarti
Mohr við stjórasessin á Føroya Fiskasølu
Mynd: kalmar