hósdagur 3. januar 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 3. januar 1991
Joan Pauli verður
Jóan Pauli Joensen
verður rektari á
Fróðskaparsetri
Føroya komandi
trý árini
Føroya Fróðskaparsetur
hevur fingið nýggjan
rektara. Jóan Pauli Joen-
sen hevur loyst Petur
Zachariassen av í hesum
starvi.
Rektarin verdur valdur
fyri try år i senn. Petur
Zachariassen hevur verið
rektari síðani 1987, tá
Setrið fekk nýggja stýr-
isskipan við valdum rekt-
ara.
TVÆR DEILDIR
Tey, ið velja rektaran,
nýggjur rektari
eru umboðini í teimum
báðum megindeildarráð-
unum og teir limirnir í
Setursráðnum, sum ikki
eisini sita í einum av
megindeildarráðunum.
Megindeildirnar eru
tvær: hugfrødideildin
(føroyskt og sega) og
náttúruvísindadeildin. Í
hvørjum megindeildarráð
sita tvey umboð fyri
vísindafólk í føstum
starvi á Setrinum, eitt
umboð fyri undirvísarar,
ið ikki hava fast starv á
Setrinum, eitt umboð
fyri ikki-visindaligu
starvsfólkini og tvey
umboð fyri tey lesandi.
SETURSRÁÐIÐ
Í Setursráðnum, sum er
ovasti myndugleiki á
Setrinum, eru rektari,
vararektari og eitt um-
boð fyri ikki-visindaliga
starvsfólki, formenninir
í teimum báðum megin-
deildarráðunum og tvey
av umboðunum fyri tey
lesandi.
ENN EINGIN
VARAREKTARI
Nýggja setursráðið er
ikki fullmannað fyrrenn
nýggjur vararektari er
valdur. Tað verður so
skjótt til ber, verður
sagt av Fróðskaparsetri
Føroya.
ówh
Slapp væl
Ein smádrongur í Kvívík livir
væl eftir at hava brent seg av
rakett nýggjársaftan
Bæði løgreglan og Lands-
sjúkrahúsið lata væl at, so
friðarligt tað var á nýggj-
árinum. Óhappini orsakað
av fýrverkaríi vóru eisini
færri enn onkuntíð.
Ein fimm ára gamal
drongur í Kvívík slapp
V-4-dráttur
nr. 874, tann 22. desember 1990
Telini:83-86-53-4-1-54-78-77-69-58-59-2
- 8-47 - 50 - 95
Vinningur: 120.420,- kr.
Vinnarar: Ein av Eiði. Umframt vóru 50.000,- kr.
til 42 eykavinningar.
ótrúliga væl aftaná eitt
óhapp í bygdini stutt fyri
midnátt nýggjársaftan. Ein
rakett fór fram við kjálkan-
um á dronginum og brendi
nakað fyri sær.
Drongurin varð beinan-
vegin fingin til lækna, sum
sendi hann á Landssjúkra-
húsið.
Skaðin var ikki so álvars-
ligur, sum tey óttast fyri.
Sárið lekist aftur sjålvt,
upplýsir ein lækni á Lands-
sjúkrahúsinum. Drongurin
er tó framvegis á sjúkra-
húsinum.
randi
Allir sjúklingarnir vóru komnir út á geingina og bíðaðu eftir guð-
stænastu saman við starvsfólki og avvarandi, men bispur var horv-
in. - Tað var stórt vónbrot, sigur Ása Poulsen, deildarsjúkrasystir
Bispurin rýmdi
Jólaaftan hevur varabisp-
urin vanliga havt tvær
guðstænastur á Lands-
sjúkrahúsinum: eina niðri
í forhgllini og eina á B
8, har teir vánaligastu
sjúklingarnir liggja.
Nýggi bispurin Hans J.
Joensen hevði guðstæn-
astu í forhgllini klokkan
trý, og hin var avtalað
til klokkan trý korter til
fýra.
VAR Á
DEIDLINI
Bispur var uppi á B 8,
gekk inn á stovurnar og
prátaði við fólk, meðan
riggað varð úl guðstæn-
astuna á deildini.
Tá starvsfólkið hevði
fingið sjúklingarnar út á
geingina var bispur horv-
in uttan orð ella eið.
Hann var farin til hús!
- EG HELT...
- Eg helt, at har fór ikki
at blíva nakað og at eg
mundi hava misskilt
okkurt, svaradi bispurin i
telefonini, tå Asa Poul-
sen, deildarsjúkrasystur
ringdi heim til hansara at
vita, hvat vard av honum.
- Eg legði til merkis,
at nógv fólk fóru av stað
aftur, greiddi bispurin
frá og sipadi til starvs-
fólk, ið høvdu frí, men
vóru komin upp á deild-
ina at ynskja gleðilig jól.
IKKI TÍÐ
- Og hvussu verður nú, -
bæði sjúklingar, av-
varandi og onnur sita á
geingini og bíða...?
- Nú liggur ikki fyri,
svaraði bispur.
Ása Poulsen Sigur, at
hetta var stórt vónbrot
og snópisligt, tí avtalan
varð gjørd tvær vikur
frammanundan.
- Tíbetur var ein
sjúkrahjálapari fúsur at
hava lestur, so jólahaldið
varð bjargað..., sigur Ása
Poulsen at enda.
ówh
TESTAMENTER