hósdagur 3. januar 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Til vinstru — og loysing
Seinastu 2 árini hevur So-
sialurin so mangan víst á,
at tann politikkur, ið Tjóð-
veldisflokkurin førdi sam-
an við hinum, fór ikki at
verða góðtikin av tjóð-
veldisveljarum. Legtings-
valið seinasta prógvaði, at
hesin spádómur var meira
enn rættur.
Nú skuldi ein trúð, at
ein sjálvrannsaking fór
fram í Tjóðveldisflokki-
num. Ein skuldi trúð, at
fremstu ábyrgdarfólk
settu sær hendan spurn-
ing: Hver er orsekin til
afturgongdina og hvat
gjørdu vit skeivt????
Hendan spurning hava
tey ikki sett sær, tí tey
halda fast við, at orsekin
til telandi afturgongdina
var, at Javnaðarflokkurin
hevði lumpað og lirkað
veljaran og harafturat
ført eitt ljótt og skitið val-
stríð. (Seinasta valstríð
man hava verið eitt tað
mest sakliga í fleiri Harr-
ans ár).
Tó er tormaður floksins
komin til tvær niðursteð-
ur viðvíkjandi seinastu
tveimum árunum. 1. Tað
var skeivt at fara so langt
til hegru. 2. Tað var skeivt
at føra sambandspolitikk.
Formaðurin er púra samd-
ur í tí, sum Sosialurin hev-
ur borið fram seinastu
tvey árini.
Men »hokus-pokus«
eitt, tvey og try, so hevur
Tjóðveldisflokkurin funn-
id loysnina: Heilt ut å
vinstravong og loysing
beinanvegin. — Og veljar-
in, sum valdi Tjóðveldis-
flokkin til seinasta log-
tingsval, spyr sjálvan seg:
„Hvat tramin verður tað
næsta?< — og er um at
falla í fátt. Formaðurin
Nr. 1 — 3. januar 1991
tykist vera fallin í fátt.
Hann hevur lagt hevur á
kodda, og eins og í Tornu-
rósusvevni teskar hann:
»Einaferå kemur okkara
dagur«.
Góði Finnbogi, góðu
tjóðveldismenn- og kvinn-
ur: »Dagurin er komin!!«
Komið til arbeiðis eina-
ferð aftrat og tit fáa upp-
reisn!!!
Sosialistur á bygd
Nær kemur seinasta rósin?
Tað er ikki smálig rós og
tøkk, ið borin er fram i
loftmidlum eins og i blød-
um fyri at hava tytt Apo-
kryfisku bøkurnar úr grik-
skum til føroyskt. Tey
ummælir, sum hava verið
á prenti, hava bert verið
rós uttan enda. Men sjáld-
an er nakað mannaverk
uttan brek, og so eisini við
nevndu týðing, sum eisini
kom fram í ummæli í út-
varpssending, nevnd »I
Tråarheiminum«, ið
dregur útgevarin fram í
TTA—Á——————————A—T—T————
Sosialinum og 14'inda við
miklari tekk, at nevndi
ummælari hevur funnið
fram til stavifeil. Men
hann ið hoyrdi Hans Jac-
obsa ummæli, kann siga,
at eitt í í ávísum stavilsi í
hverjumfalli var ikki ein-
asta atfinning.
Onkur annar ummælari
kundi havt funnið nevnda
stavifeil. Nú er tað mær
ongin loyna, at Hans Jac-
ob er málsliga sterkur og
ikki minst í grikskum
máli. Her rennur mær til
Vørpini alt ov ring
hugs, hvat mín farni vinur
Johan Nielsen segði mær.
Annars er at skoyta
uppí, at útgevarin veit
mikið — so helst eisini, at
hetta er ikki fyrsta føroy-
ska týðing Apokrýfirnar,
hóast týðingin er ikki út-
komin í bók, men handrit-
ið goymt á onkrum fyri
einhvenn ikki atkomiligan
stað.
Ognarin til nevnda
handrit er jú dyggir rit-
hevundur og somuleiðis
kenur í fornnorðurlendsk-
um og eðrum fremmand-
um málum.
Tað er nú einaferð eing-
in loyna, at summi manna-
verk fáa meiri umtalu enn
onnur, tí tað velst almikið
um, hver ein er. Summi
lýsa bjartari í mannaeyg-
um enn onnur.
Bert fyri tí eina, eru øll
líka.
D.J.
Aftur hevði Útvarp »Før-
oya« eina samrødu við ein
útlending, á donskum!
Tví for ólukkan. Av tilvild
hoyrdi eg brot úr hesi
samreðu, og úr lærdum
hugleiðingum um Nýggja
Testamenti 12.12, í hesi
seinnu sendingini mót-
mæli eg harðliga teim
mongu málspillunum:
Sjónvarpið er onki mæt-
ari, t.d. hendi tað alt ov
ofta, at foroyski teksturin
til enska talu er beinleiðis
skeivur. Men tá tey noyð-
ast at týða umvegis
danskt, koma sjálvandi
allar danskar viljaðar, ella
óviljaðar villur við í >fer-
oyska« (alt ov vånaliga!)
tekstin.
Danskur humor er eins
flatur/býttur/bíligur, sum
Danmerkin sjálv. Tó var
ein góð sending í gjár-
kveldið 30.12.1990, um
fiskaútflutningin. Annars
er Sjónvarp »Føroya«
ræðuliga vánaligt yvir-
hevur, Gud veit, tíverri.
Og viðvíkjandi góðskuni í
1991 á okkara monopol
stýrdu, strangt sensurer-
aðu loftmiðlum, so vænti
eg tað versta. Vóni tó tað
besta. Men steðið hevur
alla tíðina ligið lágt, og
bert lækkar og vernsar so
tungliga. Tíverri. (Og tað
hevur onki við pening ella
játtanir at gera, men við
leiðslu, og annað tílíkt).
Bláa Alitið varð jú sabo-
terað, hóast lýst í skránni.
Grindafilmurin, ið feroy-
ingar máttu gjalda, varð
sendur um allan heim,
okkum til alstóran skaða.
Og tá Sjónvarp »Føroya«
ferð eftir ferð broytir lýs-
tu skránna, uttan orð ella
boð, so er tað eisini eitt
ring armóðstekin.
Sjúrður Joensen
jan. 1991.
endamál.
HOLI Á ARGJUM
uml. 62 fermetrar til støddar við inn-
gongd av Argjavegnum — til leigu frá 1.
Hølini eru væl hóskandi til skrivstovu,
handil, goymslu ella annað vinnuligt
Tif. 118 20
»Flekk fær eina
systur« og
»Hvar er
Flekk?< 48.-.
„Stóra orðabókin
hjá F.ekki« 86.-.
Mál okkara er
grundstødid, vit
”
byggja å
Svikur tad, svikur alt. Tad
verdur i Dagbl. 21.12.90
bls. 14 skrivad um Midlar-
nar, og har endurgivnar
(tó uttan keldu), viðmerk-
ingar til bók D.P. Daniel-
sens Hvert við sínar Náð-
ir. Skrivingarlag Niclasar
Johannesens sjálvs er
sveimandi, betrivitandi,
sjálvklókt, og ógvuliga
óítekiligt. Tá tú hevur lis-
ið eina grein eftir N.J.,
spyr tú teg sjálvan aftaná:
Hvat meinar hann? Hví
kann/vil/torir hann ikki at
skriva greitt, hvat hann
meinar? Man langrekjut-
ur og torskildur man N.J.
vera av harðari neyð. So
og so nógv skal skrivast,
til blaðið, áðrenn dead
line, tí hesir longu, fják-
utu, uppgjerdu, onkisig-
andi, spyrjandi, býtt/-
smartu setningarnir, har
er onki annað til. Eg sá
ikki ummæli Sverra Eg-
holms av bók DPD. Sverri
Egholm er ikki einsamall-
ur um at vera óítekiligur,
tað óítekiliga, ”»insinuati-
énirnar«,) ríða hesum sam-
felagnum sum ein marra.
Eg kann siga Sverra Eg-
holm, at vit eiga at varð-
veita vandi hammers-
haimbsku stavseting og
skrivtmál, ið eru í fínasta
lagi. Í einum og hverjum
samfelagi eru tað altíð
nekur, sum av ymsum or-
sekum ikki megna at
skriva móðurmálið. At
trúgva, at ein broyting í
stavseting betir tað, er
sera skeivt/naivt. Minnist
til: Ringur skrivari lastar
pennin. Verandi samfel-
ags kreppa kemur í stóran
mun av, at málið og stav-
setingin eru lítisvird/und-
irmett, faktiskir ella funk-
sjonellir bókloysingar,
(»analfabetar”%,) kunna
aldrin megna at styra ella
arbeida skilagott. Skuld-
ina av, at næmingar eftir
10 ára skúlagongd ikki
megna at tala ella skriva
ella lesa fullfíggjað foroy-
skt hava hverki rætt-
skriving ella næmingar,
men skúlin ella kennarar-
nir. Sverri Egholm trýt, at
tað er gagnligt, um alt
sum eitur stílur, setninga-
bygging, orðaval og orða-
skipan verður niður javn-
að, til lægsta felagsnevn-
ara. Jú, jú, væl gagnist.
Av ávekstrunum skalt tú
træið kenna.
Sverri Egholm hevur
eisini við vilja og vitandi
spreitt tað falsum í blød-
um og útvarpi, at Magnus
Heinason var sjórænari.
Tað er eyðkent fyri lítil-
mennið at vilja vinna sær
virðing við at dálka nógv
betri menn. Sum enn tá
ikki fáa svarað aftur.
Nógvir feroyingar hava
eisini tann ringa óvana at
lesa donsk skjøl upp í út-
varpinum, tað er forkasti-
ligt. Megna teir ikki at
týða hesi skjal, má tað
vera har við. Har er Sverri
Egholm prototypan.
Ringur er fuglur, ið drýtur
í egið reiður. >Feroyingar
hava aldrin uppfunnið
nakað,< fýsti hann eina-
ferð, gallsúrur, úti á
Landsbókasavninum.
Annars átali eg harð-
liga, at sjónvarpið sabo-
teraði Bláa Álitið, sum jú
var við í lýstu, kunngjer-
du skránni.
Og rættskriving okkara
er í lagi, men ikki skúlin.
Danskt má og skal strik-
ast nú í barnaskúlanum.
(Tað læra øll kortini, tað
floymir jú so ræðuliga
nógv av donskum inn yvir
okkum).
Danskt skuldi nú verið
100% boykottað í skúlun-
um nú, eftir einari føroy-
skari lóg. (Takk fyri sein-
ast). Teir kennarar, ið
fremja obstruktión, upp-
søgn upp á staðið. Hatta
er einasta vón um at vinna
á kreppuni, at vit fara at
byggja á okkara egna
grundsteði, kletta grund-
ina, og ikki fremmandan
svikaligan sand. Hvat
meina onnur?
Nú mundi eg gloymt
eitt. Hesar viðmerkingar
mínar mugu ikki nýtast
sum jarnbrot, so smábólk-
ar, Landsskúlaráð, Lands-
skúlafyrisiting, osfr.,
osfr., kradda sær sterri
játtanir. Als ikki, tey fáa
alt ov nógv sum er. Í
fyrstu atløgu eiga allar
danskar, fremmandar
bekur, og allir dansktímar
í ellum skúlum strikast.
Føroyskt kemur so í stað-
in fyri, hatta kostar ikki
skattaborgarunum eitt
oyra, men hevði verið eitt
veldugt framstig, til at
vinna á kreppuni, sum
herjar samfelag okkara.
Sjúrður Joensen