fríggjadagur 4. januar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Foroyar og Golfkreppan
KREPPAN í Golfinum er helst
ein tann álvarsamasta síðani
seinna heimsbardaga. Vandi
er fyri einum stórkríggi, har
einar 30 tjóðir verða við. Tað
eru bert tvær vikur til freistin,
ST hevur givið Irak at fara úr
Kuwait, gongur út. Aftaná 15.
januar kunnu vit tí rokna við
einum óhugnaligum og oyð-
andi kríggi, sum ikki bara fer
at fáa avleiðingar fyri tey lut-
takandi stríðslondini.
ALLUR heimurin fer at verða
raktur av einum kríggi í Mið-
eystri. Her verður serliga
hugsað um prísirnar á olju,
sum við krígsbyrjan fara at
røkka upp til Himmals. Og
tad fer at skaka allan heims-
búskapin. Tað er helst ikki
rætt at siga, at nakar verður
verri raktur enn annar, tí
hækkandi oljuprísir fara at
raka okkum øll, so ella so.
Tað er ikki bert ráoljan her
verður hugsað um, vit eiga
eisini at hugsa um, hverja
beinleiðis og óbeinleiðis av-
leiðing eitt kriggj mitt í heim-
sins oljukeldum fer at hava á
allan búskapin sum so.
EISINI vit i Føroyum fara at
kenna sviðan av einum tí-
líkum kríggi. Nettup tað at vit
eru so fá og bert hava eina
vinnu at líta á, fer at kennast
svårt. Við himmalhøgum olju-
prísum kann fiskiflotin gott
leggjast allur sum hann er. Tá
verður okkara egna kreppa
fullgjørd. Allur okkara sam-
felagsbúskapur fer á heysin.
TAÐ er tí okkara vón, at
menn fara at finna eina friða-
liga loysn á stríðnum í Golfi-
num. Eitt kriggj fer neyvan at
gagna nøkrum, tá avtornar.
Øll gerast vit taparar. Og ser-
liga um seinastu tíðindini um
ætlanina hjá irakum at seta
eld á allar tær 1000 oljukeldu-
nar í Kuwait eru rgtt. Tá fer
kríggið ikki bert at hava van-
ligar materiellar og menn-
iskjaligar skaðar við sær, tá
fer tað at hava ávirkan á okk-
ara umhvørvi. Mett verður, at
tað fer at vera ein altoyðandi
náttúruvanlukka, um irakar
seta eld å oljukeldurnar. Tad
er einki minni enn sjálumorð,
sum tó fyrst og fremst fer at
raka tey mongu menniskju,
sum eru stødd í stríðs-
økinum, men sum so við og
við fer at hava nógv álvarslig-
ari fylgjur fyri umheimin.
HVAT kunnu vit gera fyri at
ávirka gongdina í Miðeystri.
Telefon:
Litid ella einki. Men håast
småir so eiga vit at fylgja vid
ti sum hendir og lata stridan-
di partarnar kenna okkara
rødd eisini, eina rødd, sum
ávarar móti kriggi.
STØDAN sær alt annað enn
góð út. Irakar vilja ikki boygg-
ja seg ein tumma, hóast teir
vita, at eitt kriggj kann gera
alt lrak til oydimørk. Vit vita
t.d. ikki, hvat israelar kunnu
finna uppå, um Saddam
Hussein gera ålvara av sinum
hóttanum at reka kemiska
krigsførslu móti teimum ísra-
elsku býunum. Ísraelar eiga
sum vit øll vita kjarnorku-
vápn, og hóast hesin spurn-
ingurin ikki hevur verið nógv
frammi enn, so eiga vit ikki at
síggja burtur frá, at ísraelar
fara at kenna seg noyddar at
brúka øll vápn fyri at berja
eitt irakiskt álop niður.
ALLUR vesturheimurin og
nærum heimurin allur hevur
fordømt irakisku innrásina í
Kuwait og ST hevur samtykt,
at tekur landið seg ikki úr
Kuwait, áðrenn hálvan janu-
ar, so hava limalondini loyvi
at brúka hermegi móti lrak.
lrakar royna at fáa vestur-
heimin og ST at ganga við til
at tengja innrásina av Kuwait
saman við tí palestinensiska
spurninginum, men hetta
Postadressa: Postsmogu 76
: 110 Tórshavn
14720
Argjum
11820 Teiefax:
siga flestu onnur lond korta
nei til. Tí hesir spurningar
hava einki við hvgnn annan
at gera. Hetta meta vit eisini
vera rætt at fasthalda, men
tað er greitt, at framhaldandi
ísraelska hersetingin av Vest-
ara áarbakka og Gaza tænir
ikki friðarins sek. Hetta er tí
ein spurningur, sum bæði ST
og vesturheimurin eiga at
taka upp til viðgerðar, ikki
fyri at fáa loyst Kuwait-málið,
men tí hetta málið kann ikki
liggja óloyst í allar ævir. Pale-
stinar hava eisini rætt at liva.
EIN spurningur, sum av og á
er frammi, er, hvussu verður í
Miðeystri, um nú Hussein ger
av at taka seg úr Kuwait kort-
ini. Sleppur hann tá at halda
fram við royndum sínum at
fáa sær kjarnorkuvápn. Um
ikki — hver skal tá forða hon-
um í hesum — og hvussu.
Júst hesin spurningurin um
kjarnorkuvápn man uttan iva
vega tungt hjá teimum sam-
eindu og ikki minst Ísrael,
Saudi Arabia og USA. Og ilt
er at hugsa sær, at hesi lond-
ini fara at vera nøgd, bara
lrak tekur seg úr Kuwait. Tá
er irakiski vandin als ikki
burtur — men fær tvørturi-
móti møguleika at mennast
uppá longri sikt. Hetta man
helst verða ein hin størsti
spurningurin í allari Golf-
kreppuni, tá avtornar. uns
mn sosigaley
N
Í 2
<v
Rd D +
AN AAN, v
«8
Góður fyri almenna orðaskiftið
»Fundamentid til ein
stóran varða varð til,
tá eg tók við 1. juli
1969. Eg havi eftir feri-
muni saman við eðrum
roynt at laga víðari
henda varða. Varðin er
langt frá liðugur enn.
Tað vil verða arbeitt
nógv, nógv ár afturat.
Vit vóna, at hesin varð-
in vil verða til gagns og
til heiðurs fyri Feroya
land« skrivar Birgir
Danielsen í »Okkara
millum«, nu hann fer
frá sum stjóri eftir
meira enn 21 ár.
Vit skulu ikki her fara
at gera upp, hvenn týdn-
ing Birgir Danielsen hev-
ur havt fyri feroyskan
fiskaútflutning, men
skulu sláa fast, at ein tann
mest virkni einstaklingur-
in í tí almenna tjakinum
her á landi í mong ár man
hava verið Birgir Daniel-
sen. Tað eru langt frá all,
sum hava verið ella eru
samd við hann í ellum
sjónarmiðum hansara, og
heldur ikki vit á blaðnum
hava verið tað, men frá-
farni Fiskaselustjórin
skal fáa tað skoðsmál frá
okkum, at hann er ein av
teimum fáu, sum hevur
troytt tann týdningarmik-
la meguleikan, ið demo-
kratiið gevur okkum,
nevniliga at halda lív í tí
almenna orðaskiftinum
um ymisk samfelagsmál.
Tað hevur nærum ikki
verið tað panel, sum Birg-
ir Danielsen ikki hevur
luttikið í. Og altíð hevur
hann verið fúsur at svara
spurningum, tá eitt nú So-
sialurin hevur sett honum
teir. Onkur kallar tað
»pressugredi«. Ein kann
kalla tað, hvat ein vil, ikki
skerst tó burtur, hann
hevur altíð verið parat at
svara spurningum.
Tað er tó einki dulsmál,
at serliga Sosialurin hevur
verið ein av teimum mest
kritisku reddunum móti
Fiskaseluni og stóra tess í
mong ár. Tað er okkara
sannføring, at demokrati-
id gevur okkum ikki bert
møguleikan til at siga
okkara hugsan, men tad
krevur eisini av okkum, at
vit skulu vera kritisk við-
víkjandi tí, sum fyriferst í
samfelagnum. Tað er
neyðugt at stríðast fyri
demokratinum hvenn
dag, og kritikkurin er eitt
av teimum nátúrligastu
amboðunum í hesum
stríði. Vit hava roynt at
brúka hetta amboð á sama
hátt sum Birgir Danielsen
hevur gjørt tað, tå hann
hevur langað út eftir okk-
ara fólkavaldu.
Vit ivast onga letu í, at
fráfarni fiskasølustjørin
innast inni er fegin um
tann kritikk, sum eitt nú
Sosialurin er komin við, tí
hann eigur so eisini sín
part av æruni fyri, at
broytingar til tað betra
eru gjørdar á Fiskasøluni.
Nú hevur Birgir Daniel-
sen so kjósað sær polit-
isku leiðina og situr hann
helst í letuni sum ein av
teimum týdningarmestu
politikarunum í Fólka-
flokkinum, tá samráðst
verður um skipan av
landsstýri. Tað taka vit
sum givið, tá hugsað verð-
ur um hansara bakgrund
og áhuga hansara fyri
samfelagsviðurskiftum.
Tað er okkara vón, at
Fólkaflokkurin við honum
hevur fingið ein politik-
ara, sum gongur aðrar
leiðir enn Óla'sa floyur.
Vit kunnu illa hugsa okk-
um ein mann sum Birgir
Danielsen kunna arbeiða
væl saman við Óla Breck-
mann, tá hugsað verður
um at hava virðing hver
fyri eðrum og tá hugsað
verður um, at ein fyri-
treytin fyri, at demokrati-
ið kann virka, nettup er
Framhald á síðu 13