leygardagur 5. januar 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
--Tað er ikki stuttligt at
ganga heima
við bivandi
hjarta og bíða eftir at
kríggj brestur á, meðan
maðurin er innast í Golf-
inum
Anna Joensen úr Fugla-
firði er ein av teim fáu
føroyingum, sum á
egnum kroppi kennir
óttan, nå kriggsvandin í
Persaragolfinum økist fyri
hvønn tima i gongur.
--Hetta kennist 6gvu-
liga ring, og serliga tå
børnini ganga og spyrja
hvat fer at henda, sigur
Anna Joensen.
Hon er kona til
Jégvan Martin Joensen,
(Massa) nevndur av bygda-
monnum. Jégvan Martin
er ættadur år Oyndarfirdi,
hann er sonur Meinhard
Emil og Kristinu å
Skorpisheyggi.
Jégvan Martin siglir
vid Karen Maersk, eitt
tangaskip, sum er
340.000 tons til støddar.
Hann siglir sum
yvirstýrimaður.
Ein annar føroyingur
er eisini við. tað er
Kristoffur Joensen úr
Klakksvík.
-Eg tosaði við
mannin hjá mær
nýggjársaftan. Tá lógu teir
við Carq Island, teir høvdu
tað gott, men vístu
ógvuliga lítið um
støduna. Og soleiðis
plagar tað eisini at vera,
sigur hon
— Jógvan Martin sigldi
øll átta árini undir krig-
num millum Iraq og Iran.
Og tey tidindir teir fingu
véru fleiri daga gomul
bond frå danska sjón-
varpinum. Vit i Føroyum
eru négv betur kunnad um
hvat hendur i Golfinum
og tí er tað eg sum sigi
honum frá teim seinastu
tíðindunum, sigur Anna
Joensen.
ÓTTI
--Ein venur seg aldrin
við óttan, tað lærdi eg at
sanna undir Iraq/Iran krig-
num og tað var við ótta,
at eg tók telefonina hvørja
ferð. Seinasta árið undir
hesum krígnum vórðu teir
eisini álopnir. Tí betur
slapp maður mín óskal-
aður frá hendingini. Men
telegrafisturin varð
sprongdur sundur, sigur
hon.
--Gerandisdagurin hjá
teimum tá var at ganga í
skottryggum vesti. Tað
var eisini um hetta mundi,
at Kate Maersk varð á-
lopin og illa skødd. Skip-
ari var føroyingurin Eigil
Hansen.
--Jógvan Martin ringdi
ofta, og reiðaríið var sera
beinasamt at geva boð frá
sær, sigur hon.
Hví heldur tú, at menn
sigla tílíkan vandasjógv?
--Tað er ikki so lætt at
hava við at gera. Tidirnar
eru ringar og nógv skal
til, sigur hon.
Jógvan Martin og An-
na eiga trý børn 16, 8 og
1 år.
jústinus
Nr. 3 — 5. januar 1991
Pílurin sýnir
hvar Karen
Maersk liggur
við Karq oynna.
Kríggsvandin
økist fyri hvønn
dag. Georg Bush
vil ikki bakka
ein tumma, hóast
røddir i Usa og
Europa rópa hart
um ikki at leypa
á.
Jógvan
Martin Joensen,
ættaður úr
Oyndarfirdi, er
ikki óvanur við
at sigla í
kríggsherjaðum
økid. Hann sigldi
í Golfinum øll
átta árini kríggið
millum Iraq og
Iran vardi.
Karen Maersk
liggur nú við Karq
oynna innast í
Persaragolfinum.
Jógvan Martin
Joensen er yvir-
styrimadur.
Kate Maersk varð
illa skedd undir
Iraq/Iran. Føroy-
ingurin Eigil
Hansen, var skip-
ari.