týsdagur 8. januar 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 4 — 8. januar 1991
Síða 7
Karen Maersk
ur Golfinum
-gott at sleppa burtur, sigur Jógvan Martin
Joensen, yvirstýrimaður
Í leygardagsblaðnum
skrivaðu vit um, hvussu
tað kennist hjá eini
føroyskari kvinnu, Annu
Joensen úr Fuglafirði, at
hava mannin siglandi i
Golfinum, nú kriggj
tykist at herja å hvørja
løtu.
Vit royndu at lýsa
hvussu tað kennist bein-
leiðis at hava samband við
eina kriggsstødu og ikki
bert merkja hana á
hækkandi oljuprísum.
Klokkan 10:50 mána-
morgunin fingu vit hendur
á manni hennara, Jógvan
Martin Joensen, yvirstýri-
manni á Karen Maersk.
Og tað var eins lætt at
ringja yvir satelittele-
fonina, sum innanbýggja í
Havnini.
--Vit eru komnir úr
Golfinum og hava sett
kós suður um Afrika. Vit
skulu landa oljuna í
Lousianna í USA. Ferðin
tekur 37 samdøgur.
Veðrið er fínt, ikki eitt
skýggj á himinum og
hitin er í skugganum 30
stig. Vit hava tað allir
gott, sigur Jógvan Martin
Joensen.
-Eini 50 risatangaskip
lógu uttanfyri Hormuz-
HOLI Á ARGJUM
uml. 62 fermetrar til støddar við inn-
gongd av Argjavegnum — til leigu frá 1.
jan. 1991.
Hølini eru væl hóskandi til skrivstovu,
handil, goymslu ella annað vinnuligt
endamál.
Tlf. 118 20
sundið og bíðaðu eftir at
sleppa inn og fáa uppí
áðrenn tann 15., sigur
Jógvan Martin.
--Hetta er ein øgilig
tonnaga og trafikkurin er
stórur nú, sigur hann.
Sóðu tit nakað til
øktan hernaðarligan akti-
vitet?
--Nei, okkurt kríggs-
skip, men ikki tað stóra,
eg veit ikki hvar tey
goyma seg, sigur Jógvan
Martin.
VERÐUR KRÍGGJ
Verður kríggj, spyr
Jógvan Martin, sum letur
sera illa at tíðinda-
flutninginum í Golfinum.
Teir vóru vitandi um
freistina 15. januar, sum
ST hevði sett Iraq fyri at
taka seg úr Kuwait.
Eg greiði honum frá
seinastu gongdini og um
fundin millum uttanríkis-
ráðharrarnar úr USA og
Iraq komandi, har báðir
partar frammanundan hava
boðað frá, at hvørgin vil
víkja ein tumma.
-So var tað gott at vit
eru slopnir burtur, sigur
Jógvan Martin.
-Eg havi tænt mína
herskyldu í Golfinum
undir átta ára langa kríg-
num millum Iraq og Iran
og tí hugsi eg ikki so
nógv um longur um at
sigla í kríggsherjaðum
øki. Men tað er verri fyri
tey sum sita heima, sigur
Jógvan Martin Joensen.
Karen Maersk er
340.000 tons og tað tekur
40 tímar at fylla hana við
olju.
jústinus
Koyriskúli
v/ Jákup Andrias Mohr
Suðuroyarvegur 11
FR-100 Tórshavn
Tlf. 13300-86303
'NB. Eisini fæst koyrikort |
uppá heilt stutta tíð
L el |
Tað gongur helst ein tíð enn, til
sjópnvarpið sleppur at sénda
gásadalsfilmin
frá framtíðini"
Tað mundu vera nógv fólk,
sum vóru vónsvikin sunnu-
kvøldid, ú filmurin "1700
metrar frá framtíðini" varð
tikin av sjónvarpsskránni.
Sum sjónvarpið sjálvt
gjørdi vart við, hevði tað
ikki loyvi til at senda filmin.
Tað var eitt mistak, at
sjónvarpið fekk eintak av
filminum frá danska sjón-
varpinum, ið hevur sent
filmin. Sambært avtaluni
við danska sjónvarpið, skal
tað ikki senda føroyska
sjónvarpinum sendingar, ið
loyvi ikki er at senda i
Føroyum. Sjónvarp Føroya
vist ikki av, at tað ikki
kundi senda filmin, og tí
kom hann á skránna. Men so
komu boðini frá danska
sjónvarpinum, at filmurin
ikki kundi sendast.
Jógvan Asbjøm Skaale,
sjónvarpsstjóri, er líka
harmur sum øll onnur um
mistakið, at ikki bar til at
senda henda film, ið hevur
fingið stórar virdislønir utt-
anlands, og sum so fá fólk í
"I700 metrar
Ulla Boje Rasmussen
hevur fingið góð um-
mæli av fílminum.
Gásadalsfólk vóru eis-
ini væl nøgd, tá tey sóu
filmin á fyrstu fram-
førsluni, sum var i
Norðurlandahúsinum i
februar i fjør
Føroyum hava sæd.
Filmurin er bara vistur
einaferd i Føroyum. Hann
hevði frumframførslu í
Norðurlandahúsinum í feb-
ruar í fjør fyri innbodnum,
teirra millum gllum í Gása-
Jógvan Asbjórn Skaale
sigur, at hann nú fer at seta
seg í samband við Ulla Boje
Rasmussen, sum gjørdi
filmin, fyri at fá at vita, nær
sjónvarpið kann sleppa at
senda filmin, ið fyrst skal
hava sína tíð í bilografun-
um.
randi
Heimagjerd
í postkassa
Tað er ikki bara í Klaks-
vík, at summi halda tað
vera stuttligt at oyði-
leggja við at spreingja.
Fríggjakvgldið = um
átta tíðina varð ein post-
kassi í Kovalág í Havn
sprongdur. Hetta varð
gjørt við eini heima-
gjørdan bumbu, sigur
løgreglan.