týsdagur 8. januar 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 4 — 8. januar 1991
VB gjørdi gott
hal norðanfyri
Kvinnurnar hjá VB vóru
leygardagin og sunnudagin
og vitjaðu ávikavist Neist-
an og Kyndil.
Og ikki kann sigast ann-
að, enn at vitjanin norður-
eftir eydnaðist væl.
VB vann báðar dystir-
nar, og hevur tryggjað sær
pláss í meistarabólkinum.
Enn er ein lítil møguleiki
fyri, at Kyndil kann fara
framum, men hann er sera
teoretiskur, og við millum
annað nógv betri málúr-
tóku skuldi VB verið
tryggjað longu nú.
Bert eitt mál á muni
Dysturin leygardagin móti
Stødan, 1. deild menn
Neistanum liktist einum
„gysara“, og gingu heilir
10 minuttir, áðrenn Neist-
in fekk nakað mål.
Men hóast VB kom
framum bædi 3-0, 4-2 og
8-6, eydnadist Neista-
kvinnunum at gera so
mikið um seg, at bert eitt
mål var å muni i hålvleiks-
stedginum — tå var 9-8 til
VB.
Í seinna hálvleiki eydn-
aðist Neistanum ta einu
ferðina at koma upp á
javnleik 13-13, men so átti
VB eisini restina, hóast
sigurin ikki varð størri enn
tað eina málið — 17-16.
Ein av orsøkunum til, at
D
Skåla 12 1
Neistin 12 8
VB 13 7
NSI 5
Kyndil 11. 4
TB 4
Søljan 11 3
GÍ 10 2
D V JT Mál St
Kyndil 10 10 0 0 283-199 20
Neistin 11 1 0 í 264-209 20
StíF 12 6 I 5 262265 13
KIF 12 S 2 S 286268 12
VÍF 12 4 1 7 259.250 9
Stjørnan 12 3 2 7 214-270 8
VB 12 2 1 9 243-201 5
H71 11 2 1 8 212262 5
Stødan, 1. deild kvinnur
1 6 129-140 9
9 7 118-152 8
1 7 116-IS1 7
0 8 109-155 4
Mål
238-146
St
4 199-126 16
5 167-144 15
7 130-192
VB her fekk drigid longra
strådid, muni vera at
Svanna Hanusardóttir ikki
var við á Neista-liðnum
hendan dagin. Toppskjútti
varð tí hesaferð Sigrun
Mikkelsen.
Hjá VB høvdu fýra av
málskjúttum Krosslå til
eftirnavn, og av teimum
skjeyt Eyðbritt seks mål,
Sólrun try og Mary og
Amleyg hvør sini tvey.
Sannførandi sigur
I dystinum sunnudagin
móti Kyndli varð talan um
ein meira sannførandi VB-
Sigur.
tíðindablaðið S0Sialurin
Kvinnuliðið hjá
VB heyrði eina
góða ferð norðan-
fyri um vikuskift-
ið. VB vann á
bæði Neistanum
og Kyndli, og hev-
ur nú fingið gott
og væl annað
beinið í
meistarbólkin til
endaspælið.
Millum annað sæst hetta
við, at Kyndil eftir at hava
sloppið sær á odda 1-0 í 3.
minutti, ikki fekk mål aft-
ur fyrrenn í 18. minutti.
Hesa tíðina fekk VB ikki
so nógv mál, men hevði
kortini alla tíðina væl og
virðiliga munin á Neist-
anum.
Fyrri hálvleikur endaði
6-4 til VB.
I seinna hálvleiki varð
gongdin hin sama, og eftir
20 minuttir var VB
frammanfyri 10-6 í hesum
annars so målfåtæka dysti.
Sum sagt hevur VB eftir
hesa báðar sigrarnar norð-
anfyri fingið eina góða
stóðu, nú endaspælið
nærkast.
Enn einaferð varð Eyð-
britt Krosslá frægasti mál-
skjúttin hjá VB við seks
málum, meðan systirin
Sólrun fekk trý.
hj.
StÍF komið
Í meistara-
bolkin
StiF-H71 33-22 (15-11)
Málskjúttar:
StÍF: Jan Højgaard 7 (6),
Arthur Johannesen 5, John
Petersen 5, Poli Hansen 5,
Jógvan Ó. á Fridriksmørk 4,
Símun P. á Fridriksmørk 3,
Heri Mikkelsen 2, Sveinbjórn
Poulsen 2
H71: Svend E. Poulsen 8 (4),
Gutti Gullfoss 4, Heini
Thomsen 3, Gilli Wardum 3,
Kristian M. Skála 2, Jóhan
Sámal E. Hentze 1, Heri Pet-
ersen 1
Um vikuskiftið eydnaðist
strandingum at krøkja seg
fastar í meistarabólkin við
at vinna á H71.
Tó er enn ein teoretiskur
kjansur fyri, at tað verður
VIF, ið stríkur avstað við
plássinum, men hann kann
ikki roknast fyri at vera so
stórur.
Í dystinum sunnudagin
hevði SUF allan munin,
men eina sannførandi
leiðslu gjørdist tað ikki til,
fyrrenn 4-5 minuttir vóru
eftir av fyrra hálvleiki.
Síða 9
Gestur fer
ongan veg
Alt bendir á, at NSÍ íkki
má av við toppskjúttan frá
seinasta kappingarárinum,
Gest á Liknagøtu.
„Ég flyti ikki til Havnar
nú, so tí rokni eg við, at eg
fari at spæla við NSÍ aftur
í ár," sigur Gestur, sum '
fjór við 26 málum var
besti skjúttin í 2. deild.
Annars sá ein yvirgang
út til, at Gestur fór at enda
á onkrum av havnarfelag-
num, men nú mugu tey
síggja hendan møguleikan
verða glopnan teimum úr
hendi.
Væntar gott úrslit |
Gestur væntar, at NSÍ
kann fáa eitt sera gott úr-
slit, nú liðið aftur er at
finna í bestu deildini:
„Tilfarið er gott, so vit
skuldu havt ein góðan
møguleika at fingið eitt
sera gott úrslit í ár," heldur
hann. „Ég rokni eisini við,
at vit við nýggja venjar-
anum fara at fáa enn meira
álopsfótbólt enn framman-
undan, og tað er nakað, ið
mær dámar."
Nýggi venjarin hjá NSÍ
verður bretin Bobby Bol-
ton, ið áður hevur vant
m.a. IF. Hann kemur til
Runavíkar fyrst í februar
at venja NSÍ.
Petur Mohr, ið hevur
vant NSÍ seinastu árini,
verður nú venjari hjá KÍ.
Venjingarumstødurnar í
Runavík síggja eisini gott
út í ár. Ljóssteyrar fara nú
at verða settir upp við
vøllin, so NSÍ kann byrja
venjingina á heimavelli
skjótari enn vanligt
hj.
NSÍ fer aftur í ár at
hava Gest á Líkna-
gøtu á liðnum. Hann
var í fjør toppskjútti
í 2. deild við ikki
færri enn 26 málum
Mynd: Hilmar Jan
A—————————————"
Tá stóð javnleikur 11-11
á máltalvuni, men seinastu
minuttirnar fekk StÍF fýra
mål og H71 einki.
Eisini í fyrstu trimum
minuttunum av seinna
hálvleiki bar væl til hjá
SÍF, og so var 18-11.
Sum dystur leið, var tað
yvirhøvur SUF, ið javnt
gjørdi munin stórri.
Við hesum úrslitinum
sær ikki út til, at tað gong-
ur serliga væl hjá hoyvík-
ingum, ið meginpartin av
kappingini hava ligið á
niðasta plássinum.
H71 hevur bert fingið
fimm stig, so strævið
verður at klárað skerini í
deildini, nú bert fáir dystir
eru eftir i kappingini og
eitt niðurflytingarpláss
hóttir í endaspælinum
Tó eru ikki allar súður
syftar enn, so eins væl og
okkurt óvæntað hendir
øðrum liðum, kann H71
eisini vera heppið.
Til dømis eigur at nevn-
ast i dystinum móti StF,
spælarar við sum Jákup
Símun Simonsen og Petur
Even Djurhuus ikki við,
so við sterkari manning
tað kanska fer at eydnast
H71 at halda sær í 1. deild.
bj.