týsdagur 8. januar 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Framhald av síðu 13
At hetta, hesar seinastu
dagarnar, hevur ført við
sær álvarsligar hóttanir
móti barnaansingarskip-
an okkara — er ikki okk-
ara skuld. Vit hava ikki
stongt nakran stovn og
heldur ongantíð hótt við
slíkum tiltaki.
Men harafturímóti hev-
ur landsstýrið, eftir trýsti
frá nevnd Feroya Peda-
gogfelags, stuðlað av min-
nilutanum í Tórshavnar
Býráð, enn einaferð tikið
bern og foreldur sum gís-
lar, í máli tey eru púra
ósek í.
Lat standa púra greitt
fyri ollum Tórshavnar
Býráð, hevur ongan dag-
stovn ella býlingshús
stongd — tverturímóti.
Sum arbeiðsgevarar og
havandi ábyrgdina av hes-
um eki, eru vit av teirri
áskoðan, at foreldur og
bern teirra ikki eiga at
verða rakt av meguligum
ósemjum, sum altíð
kunnu koma ímillum tveir
partar. At hetta eisini
hendi millum land og kom-
munur er ikki so ónátúr-
ligt, tá fatanin av rekt og
menning av einum ávísum
málseki ikki er tann sama,
men hinvegin er heldur
ongastaðni so lætt at
finna loysnir millum tveir
partar, sum júst her. Eg
vóni tískil, at gíslateku-
politikkur av slíkum slagi
vit hava verið vitni til í
hesum máli, — ongantíð
hendir aftur.
Eg havi sera trupult við
at síggja pedagogisku
vælvildina í hesum máli, tí
øll skulu gera sær greitt,
at egin áhugamál hava
vigað tyngri enn vælvild-
in móti tí tænastu, ið so
nógvir borgarar hava fyri
neyðini.
Hetta kom eisini til
sjóndar, tá legmaður í
sjónvarpssendingini i
gjárkveldið boðaði nøkr-
um >pedagogum, sum
mettir vóru til mótmælis-
fund í Tinganesi frá, at
kommunurnar hevdu fing-
ið loyvið at reka dag-
stovnar aftur, og at hesir
mánamorgunin aftur
kundu lata hurðarnar upp
fyri børnum. Tey ókvæm-
isorð legmaður mátti
standa modell til, meðan
smábern lýddu á, sigur
mær, hvussu frammaliga
krev um pengar og sterri
rættindi liggja í hesum
máli.
Landsstýrið og
umsiting tess
Landsstýrið og umsiting
tess hevur trútta niður í
fólk, at talan er um eitt
lógarbrot kommunurnar
hava framt. Hetta hevur
vndarformaður Peda-
gfelagsins endurtikið
:m og um aftur. Var talan
: n eitt lógarbrot, er tað
als ikki rætt, sum løgmad-
ur sigur, at landsstýrið
onki kann gera, tí í kom-
munulógini hevur lands-
stýrið nevnliga allar
meguleikar at tileinkis-
gera býráðsavgerðir, sum
stríða ímóti lógini.
Avgerð landsstýrisins í
gjárkveldið um aftur at
geva kommununum loyvi
at reka dagstovnar váttar,
at landsumsitingin ikki
hevur reint mjel í posa-
num. Ogreida er um heim-
ildirnar og ógreiða er um
tulkingarnar av fyriskip-
anum og reglum innan for-
sorgarlógina, og tí er
landsstýrið á glettum ísi.
at tulka eðrvísi.
Hetta prógvar eisini, at
talan hevur ongantíð verið
um nakað lógarbrot, men
at kommunurnar tverturí-
móti hava grein í sínum
máli. Hetta prógvar eisini
at tulkingar hjá Tommy
Petersen, Súsonnu Daniel-
sen ella onkrum eðrum í
Tinganesi bert eru tulk-
ingar, ið onnur eisini hava
loyvi at tulka eðrvísi.
Semjurnar við
landsstýrið
Kommunurnar hava roynt
at medvirka í eini loysn av
hesum máli, og tað hevur
legmaður eisini. Saman
við honum hava vit roynt
um tvær semjuroyndir, at
bent málið inn á rætt, men
eftir ollum at dema hevur
ov lítil vilji verið millum
hinar landsstýrismenni-
nar, til at løgmansins ar-
beidi kundi vinna frama.
Tað, sum eg tó harmist
um, fyri ikki at siga, at eg
eri sera illa við av, er, at
løgmadur igjårkvøldid í
útvarpinum segði, at
semja nummar tvey, sum
var til viðgerðar í lands-
stýrinum í gjár, var eitt
uppskot frá Kommunufel-
agnum og Tórshavnar
Kommunu.
Um legmaður mistók
seg, ella meinti hatta veit
eg ikki. Men er hetta so,
so havi eg ikki verið á
sama fundi við hann fyrra-
kveldið. Grundað á eitt
uppskot frá okkum, skriv-
aðu vit í felag eitt upp-
skot, sum bæði løgmadur
og vit vóru samdir um. Tí
stóð eisini ovast á tí skjali
vit skrivaðu saman semja
dagfest 3.1.1991. Ein
semja merkir, at báðir
partar hava fingið ella giv-
ið so mikið, at teir eru
vorðnir samdir. Løgmadur
fekk og gav — eins og vit
fingu og góvu.
Vónandi er hetta so,
ella?
Ongin varandi
loysn
Ongin varandi loysn kann
koma á barnaansingar-
málið, um ikki kommunur-
nar verða við í tí arbeiði, ið
gerast skal á ekinum í
framtíðini.
At Førcya Pedagogfel-
ag ikki vil hava okkum
kommunur, sum eru ar-
beiðsgevarar teirra, til
samarbeiðspartnarar,
eigur ikki at vera avgeran-
di í hesum máli. Tað av-
gerandi er, hvussu vit við
tøkari orku kunnu trygg-
ja, at so nógvir borgarar
sum meguligt fáa eina
góða tænastu so ábyrgd-
arfult sum gjørligt.
Bert arbeiðsfólkið og ar-
beiðsgevarin saman
kunnu rekka hesum máli.
Tí er sera umráðandi at
hesi í tettum samstarvi,
meta um møguleikarnar.
Hetta letur seg ikki gera,
um vit ikki fáa hevi til
tess m.a. gjøgnum setan-
ar- og lenarkrev.
Hetta eigur Feroya
Pedagogfelag at duga at
innsíggja, at fyri tann
skuld, at vit ikki hava
sama sjónarmið og felag-
ið, merkir hetta ikki, at vit
eru barna- ella starvs-
fólkahatarar.
Tverturímoti skuldi tað
verið eitt nýtiligt peda-
gogiskt sjónarmið, at
tveir partar við hver síni
áskoðan kunnu rekka
bestu úrslitunum.
Kommunurnar sum ar-
beiðsgevari eru sinnaðar í
felag at átaka sær samráð-
ingarrættin, og soleiðis til-
nevna lenar- og setanar-
treytir hjá pedagogum inn
í kommunala lenar- og ar-
beiðslagi.
Um ferleikan hjá kom-
mununum at gera hetta,
eigur ongin at ivast í,
heldur ikki formaður Fer-
oya Pedagogfelags.
Hetta er bert ein spurn-
ingur um, at landsstýrið
og kommunurnar saman
finna út av, hvussu hetta
skal skipast. Vit hava í
hvussu so er eitt uppskot.
Nakað at hugsa um
Avgerandi í hesum fak-
felagsstríði er, hvussu sær
út aftaná at lag aftur er
komið á viðurskiftini. Inni
á dagstovnum okkara ar-
beiða limir hjá trimum
fakfeløgum. Tvey av fel-
øgunum gera sáttmála við
kommununa, meðan tað
triðja, nevniliga Feroya
Pedagogfelag, ikki vil.
Hetta felag krevur sátt-.
mála við Feroya Lands-
stýri, sum uttan at kenna
heildina, og tí ganga ar-
beiðsgevara og hinum fak-
felogunum hóttandi nær.
Feroya Pedagogfelag og
Feroya Landsstýri mugu
duga at innsíggja, at slík
mannagongd ikki fer at
tæna heildini, men fer við
tíðini at máa steðið undan
eini varandi loysn á ar-
beiðsplássinum.
Antin má landsstýrið
átaka sær at vera arbeiðs-
gevari innan barnaansing
burturav, ella má lands-
stýrið halda seg burtur og
lata núverandi arbeiðs-
gevara, sum eru kommun-
urnar, gera tað.
Nakað annað, sum talar
fyri, at kommunurnar fáa
sterri ávirkan og sterri
ábyrgd á økinum er, at
kommunurnar í nógv
Nr. 4 — 8. januar 1991
størri mun hava prioriter-
að barnaansingarekið, enn
landsstýrið.
Á seinastu fíggjarlóg
samtykti legtingið at
skerja veitingarnar til
barnaansing púra órealist-
iskt — úr 48 mió. niður í
33 mió.
Landsstýrisins partur
av rakstur innan barna-
ansing er 40%. Kommun-
urnar og foreldranna part-
ur er 30%.
Hetta er lógarbundið
lutfall, og tá landsstýri-
sins 40% lækkar, lækkar
kommununar og foreldr-
anna lutur tilsvarandi.
Skulu vit gingið eftir
landsstýrisins og legting-
sins avgerðum her, so
vildu 25-30 mió. verið
minni til barnaansing í
1990, og 1/3 av øllum
stovnum og bylingshus-
um høvdu latid aftur — so
einkult er tað.
Órealistisku spariætlan-
ir landsstýrisins vóru ikki
gjøgnumførdar, men
kravt varð istadin, at allir
stovnar skuldi minka sín-
ar útreiðslur við 10%. At
rekka hetta hevur verið
sera trupult, og hevur ikki
kunnað latið seg gera, utt-
an at fólk eru uppsegd og
tænastusteðið í aðrar mát-
ar er skert munandi.
Feroya Landsstýri vil
koma við nýggjum krev-
um til stovnarnar koman-
di ár sigst, og tá foli eg
meg ivaleysan í, at steðið
kemur so langt niður, at
tænastan líður last. Ein
onnur fylgja verður at
onkur stovnur má lata aft-
ur. Eitt sindur evugt, tá
vit standa og hava ein
bíðilista av børnum uppá
umleið 300, sum onga
loysn hava.
At Feroya Pedagogfel-
ag so glaðbeint vil hava
landsstýrið sum arbeiðs-
gevara undrar meg, men
kanska júst í generesa
lenar- og setanarsáttmála-
num millum landsstýrið
og Feroya Pedagogfelag
finna vit svarið.
Millum lenarnevnd
landsstýrisins og komm-
unurnar ræður álvarsligt
álitisbrot í letuni. Vit fela
okkum, sum arbeiðsgev-
ara og almennan myndug-
leika illa viðfarnar.
Heldur enn at ásanna
mistek nevndarinnar og
sum skjótast fáa málið á
beint aftur, er tað fyri
mær, sum nevndin er farin
so langt sum til ber, fyri
at kroysta svartaper víð-
ari til kommunurnar, og
soleiðis bjarga sær burtur-
úr neyðum — ja, so langt,
sum út í heimildariovsi,
um seinasta landsstýris-
samtykt er eftirfarandi.
Sum eg í hesi grein fyrr
havi sagt, so er dagurin í
morgin meir avgerandi
enn tann ígjár. Landsstýr-
ið og kommunurnar eiga
og mugu finna saman í
hesum máli.
Skal menning og trivn-
aður tryggjast innan
barnaansing, má nýggj
Hava illgruna
Løgreglan í Klaksvík
hevur enn ikki handtikið
nakran í sambandi við,
at almenna toliletthúsið
við fótbóltsvellin í
Klaksvík varð sprongt í
luftina 2. jólanátt.
Síðan tilburdin hava
søgur gingið í Klaksvík
um, hverjir framdu
herverkið. Karsten
Hansen, sýslumaður,
sigur, at løgreglan hevur
hoyrt onkrar av hesum
søgum. Hann veit eisini
at siga, at leysatíðindini
hava gjørt øorætt mól
einum, sum í hesum
førinum í hvussu er ikki
var við. Løgreglan hevur
tú illgruna til onkrar, og
sýslumaðurin væntar, at
málið verður uppklárað.
Um samband er
millum spreingingina
og at dynamittperlur
vórðu stolnar í einum
skúra á Múlavegnum
fyri jól, veit løgreglan
ikki.
Toyota Carina
Liftback
— grønur, koyrt 117.000 km. — til sølu
fyri kr. 45.000,-.
Tlf. 52023
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
V-Tyskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Ísland
Eysturríki
Spania
Portugal
Kanada
Japan
Írland
Pund ..
Króna
Króna
Króna
Escudos
Yen ..
Pund ..
Grikkaland Drakmur
Dollari ..
Markur .
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gyllin ...
Markur .
Skillingur
Pesetas .
Dollari ..
— 1028,60
Ultimo
síðsta mán.
598,90
1141,75
383,30
104,09
98,89
114,24
18,655
462,40
340,16
0,5162
162,55
10,65
54,480
6,149
4,3380
521,10
4,1535
1028,60
3,8740
07.1
589,30
1121,30
384,52
103,08
98,33
113,47
18,665
454,90
341,12
0,5118
159,88
10,60
54,655
6,075
4,3040
509,10
4,2990
3,6670
Kelda: Føroya Sparikassi
admum kl. 20.00
loggåva sum skjótast
samtykkjast. Ein lóg-
gáva, ið gevur kommun-
unum sterri ábyrgd. Verð-
ur hetta ikki gjørt, síggi
eg álvarsligar avleiðingar
fyri framman.
5. januar 1991
Poul Michelsen,
býráðsformaður
Kvinnuhúsfelagið
Limafundur í KFUM 1. og 3. hóskveld í mán-