mikudagur 9. januar 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Roymer Lamhauge, leiðari á Postgirodeildini:
Vit hava mist
nógv vidskiftafolk
Nr. 5 — 9. januar 1991
Viðskiftafólk hjá
Postverkinum eru
ørkymlad um brævið frá
Sjóvinnubankanum, har
upplýst verður, at tað er
tryggari at hava pening
standandi í
peningastovninum. Hóast
hesa løgnu framferð, so
ásannar Postgirodeildin,
at teir hava mist nógv
viðskiftafólk av hesum.
- av herferðini, sum Sjóvinnubankin hevur fórt móti
Postgirodeildini
Stutt fyri jól sendi
Sjóvinnubankin út brøv
til viðskiftafólk, sum fáa
pening frå Lønjavningar-
grunninum - um Post-
girodeildina.
Peningastovnurin heitti
á fólk um at stovna
konto í Sjóvinnubankan-
um, av tí at tað var
tryggari enn at nýta
Postgirodeildina.
LØNARLISTAR
Ivamål er um, hvussu
Sjóvinnubankin hevur
fingið fatur í nøvnum og
bústgðum hjá fólki, men
mest hugsandi er, at
brævaskiftið er fingið í
lag á tann hátt, at Sjó-
vinnubankin hevur nýtt
lønarlistan hjá Lønjavn-
ingargrunninum, sum
keldu.
Hetta upplysti Helgi
Brekku, skrivstovustjóri
í Sjóvinnubankanum eis-
ini fyri Sosialinum fyri
jól, men seinni tók hann
hesi orð í seg aftur, utt-
an tó at greiða frá,
hvussu hetta (løgna
brævaskifti varð fingið í
lag.
Roymer Lamhauge,
leiðari á Postgirodeild-
ini, segði tå vid Sosialin,
at stovnurin hevdi sent
fyrispurning til Líkn-
ingaráð Føroya um, hvørt
tað var loyvt einum
peningastovni at nyta
lønarlistar til annad
endamál enn teir vóru
ætlaðir til - nevniliga, at
rokna skattin ut eftir!
KANNA MALID
Petur Alberg Lamhauge,
stjóri á Líkningaráð Før-
Oya, sigur við Sosialin, at
teir kanna málið, men at
tað ikki er liðugt við-
gjørt enn. Ein nidurstøda
verður tó gjørd um, hvat
víðari skal henda í mál-
inum.
Roymer Lamhauge,
leiðari á Postgirodeild-
ini: - Vit hava fingið
nógvar áheitanir frá
fólki, sum eru ørkymladi
um brævið frá Sjóvunnu-
bankanum. Tey spyrja
okkum, hvat brævið hev-
ur at týða.
- Vit vita ikki, hvat
ætlanin hjá peningastovn-
inum er, tá teir nýta slík
vápn móti Postgirodeild-
ini, men eitt er vist - vit
hava mist nógv viðskifta-
fólk av hesum. Tað
harmar okkum, at við-
skiftafólk á slíkan hátt
verða biðin um at flyta
pening gjøgnum Sjó-
vinnubankan, tá vit
kunnu geva teimum eins
góðar sømdir.
Hvussu nógv fólk hava
fingið slíkt bræv frá
Sjóvinnubankanum?
- Tað vita vit ikki rætti-
liga, men tey eru nógv
eftir tí, sum vit hava
frætt.
Kunnu tit ikki prógva tað
- eitt nú við at kanna,
hvussu nógv viðskiftaf-
ólk ikki
longur nýta
Postgirodeildina?
- Nei, vit kunnu ikki
beinleiðis fara inn í skip-
anina at skaffa slíkar
upplýsingar. Tað sæst
bert sum frálíður, um
flytingar = yvir longri
tíðarskeið.
NEYÐUGT VIÐ
SAMSTARVI
- Eitt er at fólk venda
sær til okkara, sum hava
fingið slíkt bræv, men
spurningurin er, um tey
Vit hava eini hús í Húsavík til leigu. Hús-
ini, ið standa í sera barnavinarligum um-
hvørvi, eru væl egnaði til vikuskiftisferðir
0.1. stytri vitjanir.
Ringið 5 61 11 ella 1 12 80 og fáið
nærri at vita.
bíligari, skjótari,
minni stev, meiri vitan
GÓLVTÆNASTAN
riska
Við rattið er tað
tú, sum setir
ferðmarkið!
e
Kr
HOVLIGA +
SS.
vilja lata okkum nyta
navn og bustad, sum
prégv um misnytslu av
lønarlistum. Tað eru ikki
øll fólk, sum vilja hava
trupulleikar av at koma
fram i ljósmála, tå talan
er um slikar upplysingar.
- Vit mugu ti spyrja
fólk, sum venda sær til
okkara, um tey vilja
ganga við til at upplýsa
um hetta, og tí kann
málið gerast bæði tungt
og torført at fáa av-
greitt.
Sosialurin frættir fyri
vist, at talan ikki er um
mál, sum sleppur at fara
framvið uttan átalu.
Hvat víðari skal henda,
frættist seinni í hesum
mánaða.
Dagny
Eins fitt
og í gomlum
døgum
Kundi tu hugsað tær
at glett familjuna vid
eini gamlari mynd?
So lat okkum
avfotografera
originalin - og tu
fært eins nógv kopi,
tú ynskir.
(SMS FOTO
TLF. 19820)