mikudagur 9. januar 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 — 9. januar 199 JA
Pf. Handskavirkið á Håsum:
Kappast hart
vid útlendingar
Handskavirkið á Húsum hevur rent seg í harða kapping við
útlendsk handskavirkir.
Hóast eftirspurningurin
eftir føroyskum hands-
kum hevur verið stórri
enn væntað í 1990, er
kortini orsøk til at stúra
fyri útlendingum. Hetta
sigur Sólarn Isaksen,
stjóri á Pf. Handska-
virkinum.
Í skjótt eitt ár hevur
Handskavirkið á Húsum
verið í gongd. Pf. Hand-
skavirkið varð stovnað í
1989, av Sólarna Isaksen
saman við fýra ødrum,
Stutt eftir at handska-
virkið í Haraldssundi
gavst við síni fram-
leiðslu.
Tað nýggja handska-
virkið keypti í juli 1989
maskinurnar frá tí gamla
virkinum, og tá alt var
liðugt rigga til, og
virkið hevði royndar-
koyrt í eina tíð, byrjaði
tað við handskafram-
leiðsluni tann 5. februar
1990.
GINGIÐ VÆL
Sólarn Isaksen, stjóri á
Pf. Handskavirkinum,
sigur vid Sosialin, at
hóast hann ongar royndir
hevði við handskafram-
leiðslu tá virkið byrjaði
í februar í fjør, so hevur
tað gingið heilt væl hjá
teimum.
Framleiðslan av
handskunum gongur fyri
seg í kjallarinum hjá
honum sjálvum, har trý
fólk starvast dagliga.
Aður hava fimm starvs-
fólk verði har, men
minkingin hevur einki
við uppsagnir at gera,
viðmerkir Sólarn
Isaksen, eitt starvsfólk
hevur barsilsorlov,
meðan eitt annað fór til
skips. Men teir klára seg
kortini við trimum
fólkum.
Annars hava teir haft
úr at gera í fjør. Sólarn
Ísaksen sigur, at eftir-
Spurningurin eftir føroy-
skum handskum hevur
verið yvir allar forvænt-
ningar, og er hetta løgid
tá ein hugsar um, at
føroyska handskafram-
leidslan hevur ligid still
í eitt år, og at hetta
hevur givið útlendingum
+
góðar møguleikar at fáa
fótafesti á marknaðinum.
KAPPINGIN
ER HØRÐ
Tað gamla handskavirkið
plagdi at útflyta hand-
skar til Grønlands, men
henda marknaðin eydnað-
ist tað ikki tí nýggja
virkinum at koma inná.
Har hava onnur handska-
virkir yvirtikid full-
komuliga, sigur Sólarn
Isaksen. Men kortini út-
flytir Pf. Handskavirkið
eina ávísa nøgd av
handskum til Danmarkar.
Eisini um føroyska
marknaðin er hørð kapp-
ing. "Teir, ið vit kappast
harðast við eru japanar-
nar", sigur Sólarn, "talan
er um stórar fyritøkur,
ið hava ráð at eksperi-
mentera við handska-
framleiðsluni, og tískil
altíð kunnu geva keypar-
unum akkurát teir hand-
skamar, ið ynskjast”.
Slika eksperimenter-
ing hevur Handskavirkið
á Húsum íkki ráð til,
men teir royna kortini at
tillaga seg marknaðinum
so nógv sum gjørligt.
"Vit hava roynt at
kanna hvat slag av
handskum fólk vilja
hava, og vit fara nú at
Mynd: Kalmar
Hendan myndin
vísur handska-
framleiðsluna, tá
hon gekk fyri seg
í Haraldssundi.
Nú er hon á Hús-
um.
framleiða handskar, ið
eru nakað tynnri enn teir
vit hava framleitt áður".
Sólarn Ísaksen sigur
seg hava góðar vónir við-
víkjandi framtíðini hjá
Pf. Handskavirkið. "Eg
veit at føroyingar eru
áhugaðir at stuðla føroy-
skari framleiðslu, og
hetta átti at givið okkum
ein fyrimun framum
útlendingarnar". KSN
101 ár
Hósdagin 10. januar fyllir
Malena Hansen í Klaksvík
101 ár.
Dagurin verður hildin hjá
Amaliel Hansen.
Ungur bakari
sækir arbeiði.
TIf. 19890
0
NYREDONOR
TESTAMENTER
DNOR-TESTAMENTER < fas GRATIS hos …
LANDSFORENINGEN + A k
—samt på apoteker, hlðotoker. í blodhankerne 5
So dapurt og dimt er um alt Føroyaland
vónloysi, skynsamur glotti ei er at hóma.
Í angist og sút um samgonguband
oll tjóðin má nøtrast og togast.
Av avmakt og skomm, ja við lútandi hevur
vit eru so mong, bæði systrar og breður.
Sum kúra og stúr nú drekin við eldi um gron
við 666 í hond og krúnu prýður drekans skon.
Opinbærliga foroyingar, teg vil hann týna
og tú Alvaldi, statt okkum bi.
Hjálp okkum úr fólkafloksins hierarki
verj tú okkum mót dreka valdi.
Lat stórkapitalsins og drekans makt
fánast burt sum degg fyri sól.
Lat tað stokka og bresta, tað samgonguband
sum vil binda og fjøtra, tann flokkin, sum vann.
Sum so dyggiliga, fólksins tala er greið,
javnaðarmenn, takið róður í hond, svik okkum ei.
Fólksins álit um bjraging og vón framman stavn
burt úr armóð, heimloysi og forsorgartarv.
Hetta var og er enn ikki foroyskur siður
ai vanvirða fólkið og tað veljarin sigur.
Ti vita skulu tit javnaðarmenn, at atkveðan er
javnaðarfloksins
og als ikki til drekans fólkafloksmenn.
Javnaðarfólk