Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-01-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 9. januar 1991 Bera ótta fyri gongdini í ovjetsamveldinum Meðan vónirnar til fram- haldandi sterri demokrati og frælsi í tí stóra Sovjet- samveldinum í fjør vóru stórar í øllum vestur- heiminum eru menn nú av álvara farnir at bera ótta fyri gongdini í landinum. Serliga hesa seinastu tíðina hava verið broyt- ingar í ovastu leiðsluni í Kreml, sum ikki boða frá góðum. Fyrst var tað tann sera væl umtókti uttan- ríkisráðharrin Edward Sjewardnadse, sum legði frá sær og har hann í eini sannari torutalu í Kreml ávaraði heimin ímóti, at diktatoriskar kreftir aftur vóru við at fáa fótafesti í landinum. Við hesum sip- aði hann til tað kommu- nistiska hegra, ið av ollum alvi roynir at forða fyri radikalum broytingum í landinum. Teir gomlu kommunistarnir vilja ikki av við vald sítt og berjast H —— — Flokkurin hjá Uffe Elleman-Jensen hevði blivið størsti borgarligi flokkurin í Danmark, um val hevði verið nú. Hetta vísir ein kann- ing, sum Gallup hevur gjert fyri danska blað- ið Berlingske Tidende. Sambært kanningini hevði Vinstraflokkurin fingið 16,6 ímóti 15,8 til valið, meðan tann konservativi flokkurin hevði fingið 16,1 ' mun itl 16.0 við valið. Petta nú sum úlvur á skóg fyri at varðveita tað. Royndir- nar hjá fleiri av sovjetisku republikkunum at taka sjálvstýri hevur bert gjørt gomlu kommunistarnar sterkari, tí Gorbatjov, sum sjálvur ynskir mun- andi broytingar í landi- num burtur frá kommu- nistisku skipanini, hevur ilt við at halda saman uppá teir ymsu landspart- arnar. Hetta mundi so helst eisini vera orsekin til at Gorbatjov mælti til, at seta ein gamlan kommu- nist í starvið sum varafor- seti. Men tað var ikki við góðum vilja frá teimum radikalu = kreftunum i landinum, at hann varð settur í hetta týdningar- mikla starvið. Tað skulu heilar = tvær atkveðu- greiðslur til í sovjettiska parlamentinum. Síðani er tað hent, at Uffe stórri enn i Schlúter | " er fyrstu ferð í nýggj- ari tíð, at Vinstra er stersti borgarligi flokkurin. Men eisini ein annar flokkur hevði fingið eitt gott val, um danir aftur skuldu til val- borðið nú. Tað er Javn- aðarflokkurin, sum hevði kunnað hildið fram sigursgongd sína úr 37,4 til 38,4%. Talvan vísir so hvussu hevði gingist hjá hinum flokkunum. HEFNER 441| 441| 44 457| 467 + FT villet. B=Rodikale, (=Konservolive, D=Centrums Demokratiet, FøSocialisisk Folkeporti, G= De Gå P-fæles Kurs, Q=Trinelg! Folkeparti, ÝsVenstra, YaYensirøsonalisterne, Lefemsktigor D the kommunistarnir í teimum baltisku londunum royna at taka málið í egnar hend- ur. Eitt nú hava teir steðgað einum tí stersta trykkjarínum í einum av baltisku londunum at prenta fleiri blød. Hetta tykist eisini at verða gongdin í restini av Sov- jetsamveldinum: at press- an fær skerdar meguleikar at virka undir. Tað hendu stórar broyt- ingar í Sovjetsamveldi- num í farna ári. Eingin ivi er um, at hetta árið fer ikki at vera minni hend- ingaríkt. Tað eru teir eyg- leiðarar, sum rokna við, at alt fer at enda í einum sonnum ruðuleika, har Reyði Herurin aftur fer at verða brúktur, fyri at knúsa allar royndir hjá republikkunum at taka seg úr Sovjetsamveldi- num. K-Kommungtune, sten og "age | Men tað er greitt, at tað restar lítið í hjá S og SF at kunna skipa eina reyða samgongu. Við verandi veljara- kanning sum grundar- lag hevdu flokkarnir fingið 85 tingmenn og tað magiska talið er 87. Við stuðli frá einum føroyingi og einum grenlendingi hevði tað so verið nokk til at skipa eina stjórn undir javnaðarleiðslu. Síða 13 Valdemar Dalsgaard, Skálavík, til minnis Stutt fyri jól komu deyðsboðini av Valde- mar á Mølini í Skálavík — og tey komu ikki óvænta. Tann 17. de- sember andaðist Valdemar, eftir langa og harða sjúkralegu, so stravna, at tey sum vistu herum, takkaðu tí Almáttuga fyri, at Valdemar nú hevði fing- ið frið. Valdemar Dalsgaard varð briní heim í Skála- vík tann 13. september 1931, hann var triðelst- ur av 7 systkjum. For- eldrini vóru Aksal Dals- gaard, Aksal á Mølini i Skálavík og Astrid Dalsgaard, fedd Jakob- sen, úr Skopun. Valdemar vaks til mans í Skálavík og kom at starvast sum bilfer- ari í virkseminum, sum faðir hansara tá í mong ár hevði havt við flutn- ingi við bilum til og frá eystanbygdunum á Sandoynni. Tá vóru hverki vegir, bilar ella koyriviður- skifti annars sum í dag, nei, tað kravdi sín mann tá, og Valdemar var av teim djarvastu. Hann var eisini til skips sum yngri í nekur ár, var millum annað við týsk- um trolara. Seinri kom hann at flyta post í Sandoynni burturav, og í hesum virkseminum fór herviliga sjúkan at raka hann og gera vart við seg. Seinastu virkis- árini starvaðist hann inni á posthúsinum í Tórshavn. Í eystanbygdunum í Sandoy var Valdemar væl kendur, hann var ein, sum heitt varð á, tá nakað var áfatt. Hetta komst kanska eisini av, at sjúkraberan hoyrdi til húsið á Mølini. Tó best kendur sum bilfer- ari og postboð. Valde- mar var skemtingar- samur og hann hevði eitt gott og lætt sinni. Nógv minnast hann frá tíðini sum postflytari bygd úr bygd, altíð blíð- ur og skemtingarsamur, visti altíð okkurt stutt- ligt at siga frá, sum kundi seta dám á ein annars myrkan ger- andisdag. Valdemar giftist í 1951 Brynhild Dals- gaard, fedd Petersen úr Heygstreðni á Sandi. Tey bygdu sær tá, blað- ung sum tey vóru, set- hús á grundina av húsu- num hjá Sigurð í Skála. Tey hava búð har síðani og fostra fýra bern, tvær detur og tveir syn- ir, sum øll eru undan komin. Valdemar og Brynhild giftust sama dag sum Aksal og Astrid hildu silvurbrúd- leyp. Valdemar gjørdist sjúkur helst tíðliga i sjeytiårunum, men eingin varnaðist um tað tá. Umleið 1978 kom hann niður á Finsen at fáa strálur móti krabba- sjúku í hálsinum. Minn- ast vit rætt, so varð hann skurðviðgjerdur og strálaður aftur um- leið 1983, og á kom hann fyri ta vanlagnu, at strubahevdið varð tikið burtur, so illa gekst at tosa eftir hetta. Øll hesi ár, frá einaferð í sjeytiárunum og til nú fyri jól, strídd- ist Valdemar við heas herviligu sjúku. Tað var ein herð lagna, tí hóast hann likamliga doyði í smáum, so var hann púra klárur í høvdinum til tað seinasta. Tað skal ein óvanlig sálarlig styrki til at standa so nógv igjøgnum. Alika- væl var hann ikki beisk- ur, — tað bera seinastu brevini frá honum og yrkingin boð um. Varð lagnan tung fyri Valdemar, so var tað eisini tungt fyri hjúna- felag, bern og onnur av- varandi. Valdemar visti, at so var, eina- mest fyri Brynhild, kon- una, sum var honum næst og kom at vera um hann øll hesi ár, ikki minst seinastu ringu tíðina, har lívið so líð- andi mátti víkja til sein- ast. Valdemar var — sum flestu melamenninir — politiskt ein sera trúgv- ur javnaðarmaður, og sera avgjørdur um, at javnaðarhugsjónin er besta politiska steðið. Helst varð hann ávirk- aður av ringu tíðini, tá hann vaks upp í 30-áru- num, men hann var líka avgjerdur javnaðar- maður, nú hann legði ár- arnar inn, sum hann alla sína tíð hevði verið, og han royndi at greiða yngra ættarliðnum frá, hví hann hevði hesa av- gjørdu steðu. Ein kom at kenna Valdemar í 1973. Tá vórðu knýtt vinabond okkara millum, sum vardu ti deyðsboðini nú komu. Valdemar var trúgvur móti sínum vin- um, eisini um vit ikki al- tíð hevdu verið fult samdir um eitthvert. Tá vit mettust aftur, so var tað altíð við einum- hverjum skemtiligum á munni, sjálvt nú sein- astu ringu mánaðirnar, har hann royndi at skriva til vinir sínar frá sjúkraleguni í Tórs- havn. Tann stóri skarin, sum verri enn so rúmt- ist í Skálavíkar kirkju henda ódnardag, tá Valdemar varð jarðaður á Lógvheyggi, har for- fedrar hansara hvíla, vitnaði um, at vit fylgdu einum avhildn- um manni til hansara seinasta hvíldarstað. Brynhild og bernu- num senda vit okkara samkenslukveðu við hesum orðum og lýsa frið yvir minni um Valdemar Dalsgaard, Skálavík. Vinir