Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jóannes Jakobsen skal venja VB Fleiri av 1. deildarfeløg unum í fótbólti hava longu sett venjaran fyrr komandi kappingar-år. Nú er tíðin, tá síðstu venjarasetaninar skulu gerast. Fleiri søgur ganga. Ein teirra - og hon er púra eftirfarandi - er, at HB- og landsliðsleikarin Jóannes Jakobsen skal venja VB. VB hevur manglað ein leikara á plássinum sum aftasti maður. Tað hevur gingið striltið, so boð hava verið eftir Hans Michael á Lågabø tvey tey síðstu } irini, hóast gjørt av al Skal liðið hava ein 4 spælandi venjara, so €r sigur fyri at såttmåli er ikki endaliga undir- skrivadur enn, men vålt- ar, at tað er so gott sum avgjørt, at partarnir taka upp samstarv komandi kappingarár. Ein rættiliga avgerandi sáttmálaspurningur er, hvussu verða skal við venjing og ábyrgdini av henni, tá venjarin er burtur í Jlandslidsør- indum. Jóannes sigur, at hann tekur hetta sum eina spennandi avbjóðing, - bæði starvid sum venajri og so tað at royna seg í nýggjum umhvørvi - Ljósið er eisini um at brenna út sum leikari, so tíðin er komin til at hugsa um, hvat henda skal eftir at styvlarnir eru settir á hillina, sigur Jóannes Jakobsen. ówh tíðindablaðið Nr. 194 — 30. november 1990 giskum felag — men hollendska felagið Go Ahead Eagles keypir hann aftur, so hann kann fáa ein veruligan sáttmál 7 Kristin og Hjalmar vorðnir A-dómarar — fingu prógvini handað mikukvóldið Í steðginum millum báðar dystirnar mikukvøldid í Ítróttarhellini á Hálsi fingu tveir føroyskir hondbólts- dómarar handað prógv um, at teir nú eru A-dóm- arar. Talan er um teir báðar, Kristin Johansen og Hjal- mar Petersen, sum nú í fleiri ár hava verið millum okkara bestu hondbólts- dómarar. Teir hava somuleiðis verið millum teir mest á- hugaðu, tá talan hevur ver- ið um at útbúgva seg innan dømingina. Formadurin i HSF, Kristin Vestergaard. Hjalmari progv og i nonrvå Dri uprvo arabunarnar Mynd. Hilmar Døma HM-finalu At teir nú eru A-dómarar, inniber nýggjar avbjóðing- ar í dómaragerninginum. Millum annað kunnu teir nú dóma allar altjóða dyst- ir, SO Ongum nýtist at ger- ast bilsin, um tað eru júst Kristin og Hjalmar, sum í sínum svertu dómarabún- um í framtíðini vera at síggja millum heimsins størstu hondbóltsstjórnur í onkrari HM-finalu. Kanska hetta kemur at vaksa um áhugan hjá yngri dómarum at gera seg gald- andi, so sleppast kann undan tí óhepnu stóðu, ið mangan er, at 1. deildar- spælarar skulu dóma hjá hvørjumødrum Blómur og prog a i Hollandi Seinnapartin i gjår frætti Sosialurin frå einari rætti- liga vælvitandi keldu, at ungi vágbingurin Jan All- an Miller nú er rættiliga tætt einum veruligum yrk- issåttmåla við holendska felagið Go Ahead Eagles. Trupulleikin hevur alla tíðina verið, at hann ikki er yrkisspælari framman- undan, og at hollendska felagið ikki hevur loyvi at gera hann til yrkisspælara burturav og skriva sátt- mála við hann. Men sum keldan vildi vera við, hevur felagið funnið eina loysn. Fyrst keypir eitt belgiskt felag Jan Allan, fyri síðani aftur at selja hann til Go Ahead Eagles sum yrkis- spælara. Hvat belgiskt felag, talan er um, bar ikki til at fáa at vita í gjár, men tað er ikki so týdningarmikið fyri tað, sum hendir har niðri í løt- uni. Tíverri eydnaðist ikki Sosialinum at fáa fatur á Jan Allan Miller sjálvum, áðrenn blaðið fór til prent- ingar seinnapartin í gjár. Men vit vóna at vita okkurt frá honum til blað- ið í morgin. hj. Mynd fyrst fingu handað blómu- tyssi Síðani fingu teir prógv og bringuprýði til dómara- búnarnar frá formanninum í Hondbóltssambandinum, Kristin Vestergaard. Dómaraprógvini eru galdandi fyri 1990 og 1991, og verða tey endur- nýggjað av sær sjálvum, so leingi teir hava aldur at vera A-dómarar. Bert ein føroyskur hond- bóltsdómari hevur áður verið A-dómari, og er tað Torbjórn Mikkelsen í Havn. Hann er nú farin um aldursmarkið, og er tí ikki A-dómari longur. Aldursmarkið fyri A- dómarar er 48 ár hj.