Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-11-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 1990síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tá grannadysturin mill- um havnaliðini bæði Neistan og Kyndil byrjaði nakað yvir út- varpstíð mikukveldið í Ítróttarhellini á Hálsi, vóru ikki teir nógvu á- skoðararnir at síggja, men so við og við komu fleiri aftrat. Allarhelst mundu tey flestu rokna við, at Neistin, sum í 9-10 ár hevur dominerað toppin á føroyskum kvinnuhond- bólti, nú før at gera eina álvarsroynd at koma sær úr skugganum, skála- kvinnur hava sett tær í. Hesir áskoðararnir sóu tó ikki tað, teir høvdu ætlað sær, tí Kyndil sum nú er á triðja plássi — setti Neistan upp á pláss við einum góðum innsatsi. 1. deild kvinnur: Neistin Tridi ósigurin Hinvegin var litil heild at siggja i spælinum hjå Neistanum, sum mátti síggja enn ein ósigur henda sær. Hetta var tridi Ósigur teirra, og mugu tær nú metast at hava mist FM- kjansin hesaferð. Í hvussu er hava tær tapt báðar dystirnar móti Skála, og vera tey fýra stigini torfør at heinta innaftur í meistarabólk- inum, tá kappingin kemur so langt. Og aftrat tí kunnu so bæði VB og NSI sleppa sær fram um Neistan, eins væl og eisini Kyndil kann tað. Byrjaði betur Neistin byrjaði annars betur mikukvøldid við at - - Neistin-Kyndil 11-12 (5-3 misti FM-kjansin vinna fyrra hálvleik 5-3, eftir at hava verið á odda bæði 2-0, 3-1 og 4-2. Kyndil kom tó fram á javnleik 3-3 í fyrra hålv- leiki. Vert er at leggja til merkis, hvussu breiddin i Neista-liðnum er viknað. Langt frá alla tíðina gongur spælið serliga væl, og ov nógv verður tveitt burtur, tá mest umráðandi er at fáa nakað burturúr. Eisini = misbrúkti Svanna Hanusardóttir í seinasta minuttinum i fyrra hálvleiki brotskast, sum í eydnaðum líki kanska hevði fingið stórri ávirkan á endaliga úrslit- ið. Kyndil átti munin Í seinna hálvleiki kom Kyndil beinanvegin fyri seg, og eftir fimm min- uttum hevði Kyndil lagt seg á odda 6-5. Neistin javnaði út, men so tók Kyndil aftur dyk á seg og kom uppá 8-6, men Neistin javnaði út aftur og kom enn eina- ferð framum — hesaferð 9-8. Hetta hjálpti tó ikki serliga nógv, tá stødan ikki kundi haldast. Kynd- il spældi væl, og má sig- ast at hava sigurin uppi- bornan. Úrslitið av granna- dystinum kann sostatt ikki hava aðra merking, enn at Neista-kvinnurnar nú av álvara kunnu senda ein hvítan ørv eftir FM- heitinum hesaferð. Landsliðið komandi ár Fótbóltssamband Føroya hevur fyri 1991 fingið í lag avtalur um tríggjar vin- ardystir og eina ferlanda- kapping, umframt teir seks EM-dystirnar, ið eftir eru í 4. bólki. Fyrst á skránni stendur ein ferlandakapping á Cy- pern, sum skal vera í døg- unum 25. februar til 4. Í hesi kapping skulu Før- oyar spæla móti OL-lands- liðunum hjá Noregi, Fin- landi og Cypern. Umleið 20. marts hava eisini verið ætlanir um ein landsdyst móti Tunis, men hesin er ikki endaliga av- talaður enn. EM-útidystirnir Teir triggir útidystirnir í EM-kappingini verða leik- ur åvikavist 1. mai í Bel- fast móti Norðurírlandi, 15. maí í Zagreb móti Eysturríki og 22. maí í Graz móti Jugoslavia. Svenska OL-landsliðið kemur á vitjan 12. juni, og verður tá spældur ein dyst- ur í Gundadali. Í sambandi við Oyggja- leikirnar á Álandi 22. til 29. juni hevur verið tosað um at fáa mannað eitt U21-landslid, tí mett verð- ur, at EM-landsliðið hevur nóg mikið at gera við hin um dystunum, sum eru Piontek til Føroya Sepp Piontek fer at koma hendanvegin 16. juli, og hevur hann turkiska landsliðið við sær. Dystur- in móti turkum verður í Gundadali. Umframt nevndu dystir hevur eisini verið frammi, at ísraelska landsliðið kanska kemur hendanveg- in Um so verður, er ynski- ligt hjá FSF, at hetta verð- ur so tætt undan teimum tnimum EM-heimadystun- um,sum gjørligt. Heimadystir á Svangaskarði EM-heimadystirnir, sum eftir eru, verða spældir á grasvøllinum á Svanga- skarði, verða spældir í sep- tember og oktober. Tann fyrsti verður 11. september móti Norðurír- landi, og verður hetta sam- stundis fyrsti dysturin á nýggja grasvøllinum. Tann 25. september spæla Føroyar móti Dan- mark, og seinasti EM- dystur okkara á hesum sinni verður 16. oktober móti Jugoslavia. hj. Nr. 194 — 30. november 1990 Myndir: Hilmar Jan Dysturin í telum: Neistin-Kyndil 11-12 (5-3) Neistin: Svanna Hanusardóttir 4 (1) Beinta Thomasen 2 (1) Harriet Rasmussen 2 Kára á Dunga 2 Gunnvá Guttesen 1 Andrea Arge 5 (2) Súsanna Olsen 3 Sólvá Sørensen 2 Conny Poulsen 1 Ebbi á Krákusteini 1 Útvísing: Guðrið í Stórustovu (Neistin) Avaringar:Svanna Hanusardóttir (Neistin) Randi Kúrberg (Kyndil) Dómarar: Hallur Danielsen og Heri Petersen Áskoðarar: 105 Stødan 1. deild kvinnur: Málúrt. St. 163-111 17 133- 98 114-113 90- 73 Skála Neistin Kyndil VB bu - NSÍ TB Seljan GI 0 69- 92 0 64- 91 0 5 76-105 0 74-100 á NA þa —V<——XøN<JV—i1Ú-Ww