mikudagur 5. desember 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 197 — 5. desember 1990
Arbeiðseftirlitið kannar arbeidsum-
hvørvid á >Nyki< í odd og egg við
konkretum broytingum fyri eyga. >Nú
er stundin komin at gagnnýta ta vitan,
vit hava um trupulleikarnar í vinnuni,
var niðurstóðna á rådstevnu í 1987«
Í 1987 var ein norður-
lendsk rådstevna í Før-
oyum um arbeiðsum-
hvørvi í fiskiidnadinum.
TIL VERKA
Høvudsnidurstødan var,
at evnið var væl lýst við
fleiri kanningum og at
løtan var komin til at
gera okkurt itøkiligt
fyri at bóta um trupul-
leikarnar í hesum ídnaði.
Kuldi, óljóð, gjóstur,
óhepnar arbeidsstødur,
brunasjúkur, einstáttað
arbeiði eru millum teir
trupulleikar, fólk í
fiskiídnaðinum hava at
dragast við.
INNLIT Í
ARBEIÐS-
GONGDINA
Arbeiðsefuirlitið í Før
ovum er síðani farið
undir at gera eitt so-
kallað 'fyrimyndarligt
virki", tå um arbeiðsum-
vørvi ræður
Hóast vinnan sum
nevnt er væl lýst, so
hava tey gjørt kanningar
i alt år
Tað er ikki altíð so
ómaksleyst at umseta
kanningarúrslit - eitt nú
um óhepnar arbeidsstød-
ur - til konkretar broyt-
ingar í arbeiðsgongdini,
sigur Hanna á Reyna-
túgvu, ergoterapeutur, ið
er ein av leiðarunum fyri
projekunum.
Virkini eru ymisk, og
tað kemur meira enn so
fyri, at vit hava fingið at
vita, at »Hatta ber ikki
till<, tá vit eru komin
vid uppskotum um
broytingar.
»NYKUR« VID
Ti ynskti Arbeidseft-
irlitið at kenna arbeiðs-
gongdina nágreiniliga á
einum virki, soleiðis at
tað hevði eitt holt
grundarlag, tá konkretar
broytingar komu upp á
tal, upplýsir Hanna á
Reynatúgvu.
14. hvønn dag hava
fólk frá Arneiðseftir
litinum verið inn á
>Nyki< á Toftum, sum
samarbeiði er fingið við.
I TRIMUM
STIGUM
Bæði leiðsla og ar-
beiðsfólk hava verið sera
fyrikomandi, Sigur
Hanna á Reynatúgvu
Árið i ár er farið til
eina neyva skráseting av
arbeiðsgongd og -trup
ulleikum á »Nyki«;
komandi ár verður brúkt
til eitt detail-projekt,
har lagt verður upp til
konkretar broytingar á
virkinum, meðan 1992
fer til at fremja seinastu
konkretu broytingarnar í
verki.
PO A PO ELLA
HEILDARÆTLAN
Projektið, ið verður
gjørt í samstarvi við
vinnuna, hevur fingið
játtað pening frá Nordisk
Ministerråd og Grunn
P . - -
ARBEIDS
inum til Idnaðarfremj-
andi endamál.
Nær fara arbeiðsfólkini
at uppliva tær fyrstu
broytingarnar í arbeiðs-
umhvørvinum?
- Tað valdast um vit
velja at gera broyting-
arnar so við og við ella
vil koma við einum
heildaruppskoti, sum eis-
ini umfatar trupulleikan
vid tí einstáttaða arbeið-
num, sigur Hanna á
Reynatúgvu
I løtuni er arbeiðs
bólkurin í holt við at
leggja tað framhaldandi
arbeiðið ul rættis, m.a
spurningin um nær og
hvussu broytingarnar
Skulu setast í verk.
ówh
Gjóstur og eins-
táttað arbeiði er
millum hgvuðs-
eyðkennini í
arbeidsumhvørv-
inum hjå flaka-
fólki. Búmerkið
omanfyri er frá
ráðstevnuni um
evnið í 1987
- Samarbeiðið við
>Nyk< skal tryggja,
at umsetingin av
kanning-arúrslitum
til konkretar broyt-
ingar í arbeiðsum-
hvørvinum byggja á
hollan kunnleika til
arbeiðsgongdina í
fiskiidnadinum,
sigur Hanna å
Reynatugvu,
terapeutur, ið
ur fyri
ergo-
stend-
kanningini