hósdagur 6. desember 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Abyrgdarblaðstjór
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Tórfinn Smith Blaðfólk: Randi Jacobsen
” = =
Trúvirðið
# FÅ x
í hásæti
Í NÓGV ár stillaði fólkaflokk-
urin upp til fólkatingsval við
einum máli á skránni. Hetta
var avtøka av føroysku fólka-
tingsumboðunum. Teir
søgdu, at fólkatingssessirnir
ongan tydning høvdu, og at
teir ti skuldu avtakast.
VID TÍ eina endamáli, at av-
taka fólkatingssessirnar,
fekk flokkurin fleiri ferðir um
boð valt á fólkating, men
ongantíð kom nakað bein-
leiðis uppskot frá fólkaflokk-
inum um hesa avtøku. Hetta
varð ongantíð framlagt.
Hvørki á danatingi ella á løg-
tingi
MEN hinvegin royndi flokkur-
in at sabotera annan fólka-
tingssessin. Hetta gjørdi
hann við ongantíð at meta.
Niðri á Christiansborg komu
teir í neyð av postinum hjá
øðrum ti føroyska fóikatings-
manninum. At enda gjørdist
postnøgdin hjá fólkafloksum-
boðnum ein »seværdighed«
hjá fólki, sum vitjadu danska
parlamentsbygningin.
MEN NÚ er vent í holunt. Nú
hevur fólkatingssessurin so
ómetaliga stóran týdning hjá
fólkaflokkinum. Hetta
hoyrdu vit í valsendingini
månakvøldid. Vit hoyrdu
hvussu fólkafloksumboðið
hevur runnið úr eini ráðharra-
stovu í aðra. Har hevði hann
loyst trupulleikarnar hjá ein-
staklingum, feløgum, fyritøk-
um og ti almenna.
EIN FEKK ta fatan, at uttan
føroyska umboðan á fólka-
tingi, so høvdu vit øll ein
staklingar í Føroyum, føroysk
feløg, føroyskar fyritøkur og
tær almennu Føroyar — verið
prísgivin. Men hvussu sam-
svarar hetta við fólkafloks-
røddina í fimtiárunum, seksti-
árunum og sjeytiárunum, tá
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
Utgevari P/t Sosiaturin Bústaður: Argjavegi 28 Postadressa: Postsmogu 76
Uppseting: P/f Sosíaturin Argjum 110 Tórshavn
Prent P'4 Pressan 1981 Telefon: 11820 Telefax: 14720
øll fingu at vita, at fólkatings-
sessirnir ongan tydning
høvdu og ti skuldu avtakast?
TÅ NUVERANDI fólkatings-
maðurin hjá fólkaflokkinum
varð valdur, fingu veljararnir
lyfti um, at hann á ongan hátt
skuldi leggja seg út í innlend-
is donsk viðurskifti. Men hev-
ur nakað føroyskt fólkatings-
umboð lagt seg meira út í inn-
anhýsis donsk politisk viður-
skifti enn júst hesin sami?
Svarið er avgjørt nei. Dømini,
sum eru fleiri, skulu vit ikki
endurtaka her.
FORMAÐURIN í fólkaflokkin
um hevur tosað nógv um trú-
virðið. Men torir nakar at
trúgva fólkaflokkinum long-
ur? Er nakað dømi um at
fólkaflokkurin hevur sagt eitt
og gjørt tað sama? Svarið er
avgjørt nei. Hann hevur altíð
sagt eitt og gjørt nakað ann-
að. Slíkt umboð eiga vit ikki
at velja.
Vilnelm
Johannesen,
skrivar:
TRÚVIRÐIÐ í hásæti! Hetta
gera tit við at koyra fólka-
flokkin úr fólkatinginum og
javnaðarflokkin inn. Hendan
møguleikan hava tit komandi
mikudag. Gerið nýtslu av hes-
um møguleika. Farið mans-
sterk á val og veljið javnaðar-
umboð á fólkating. Gott val!
vj
fm le
| R í
i — ——
| RS
Logmaður aftur til Briissel!
Á.
minkað munandi, nú tú
ikki gjørdi brúk av teim-
OS
Vorðið sum reklama
„Det er máske ikke
helt uden grund, at
EF's forhandlergruppe
har lidt vanskeligt ved
at give slip pá forestill-
ingen om Færøerne
som leverandør af alt
godt fra havet — blot i
frisk tilsand«, skrivar
Dimmalætting i odda-
grein i samband vid
seinast! EF-samråd-
ingarnar
Rætt skal blaðið hava i
hesum og eðrum, sum
skrivað verður, at forov
ingar í ov lítlan mun hava
framleitt meiri lidnar ver
ur til brúkaran í EF-lond-
unum
Henda sannroynd er als
ikki nýggj. Reddir hava
verið frammi um hetta,
ikki minst menn sum
John Smith í Sosialinum,
har hann aftur og aftur
hevur víst á, at vit fáa alt
ov lítið fyri tað stóra og
ríka fiskatilfeingi, sum
svimur við strendur okk-
ara. Ístaðin fyri at góðska
fiskin meira í Feroyum,
t.v.s. virðisekja hann, so
hava vit gingið lættastu
og traditionellu leiðina at
utflyta fiskin til fiski-
idnadin í Europa at við-
gera víðari. Harvið er
virðisekingin ikki komin
Feroyum til góðar men
eðrum londum.
Rætt sum Dimman sig-
ur, so er torfert hjá okkara
samráðingarmonnum at
sannfera EF um tað neyð-
uga í, at vit vilja hava
fríar ræsir, tá tað snýr seg
um hesar somu góðskaðu
verurnar. EF-menn hugsa
sum so: hví skulu vit nú
ganga føroyingum á meti í
nekrum, sum teir longu
hava kunnað útnyttað við
verandi tollavtalum, men
sum teir ikki hava gjørt
stórvegis við. EF-menn
munnu hugsa eins og tað
er við pengum, sum eru
settir av á eini fíggjarlóg
og ikki verða brúktir. Teir
fara aftur í kassan og
meguleikin at fáa somu
upphædd næsta ár er
um. Nakað soleiðis er tað
við okkara núverandi av-
talu við EF og tí nýggju
avtaluni, sum vit vilja
hava.
Vit hava nevniliga
nevnt meguleika undir
verandi tollskipan at
góðska okkara fisk uttan
sterri tollgjald til EF. Tó
skal sigast, at her eru eis-
ini undantøk, eitt nú
roykti fiskurin. Men eing-
in ivi er um, at føroyingar
sjálvir eiga at taka í egnan
barm og spyrja, hví vit
ikki fyri langari tíð síðani
hava sett sterri góðsking-
arídnað í gongd her á
landi. Ein hevuðsorsekin
til hetta liggur hjá okkara
seluliði, men tað er sagt so
ofta, at tað vónandi nú er
gingið upp fyri teimum
her starvast. At tað nú
eisini koma nýggj og
yngri fólk til bæði í fram-
leiðsluni og í seluliðnum
kan so bert bera tann
rætta vegin.
Men aftur til EF-sam-
ráðingarnar. Tað er eingin
ivi um, at tað er rætt av
okkara samráðingarmonn-
um at halda fast við krav-
ið um at fáa góðskaðan
fisk við í avtaluna, soleiðis
at vit í næstu framtíð
hava meguleika at byggja
upp ein góðskingarídnað
uttan at vit skulu síggja
fram til, at ell virðis-
økingin endar í tollkassan-
um hjá EF.
Her mugu vit bara
vóna, at EF fer at vísa
okkara lítla landi vælvild,
tí vit eru í teirri sersteðu,
at vit hava bert fiskin at
líta á. Og at Ef skal fara at
bera seg at sum eitt kolo-
nivald, sum bara vil keypa
ráveru frá 3. londum átti
ikki at semt seg hesum fe-
lagsskapi. Kemur ikki
broyting í steðutakan
EF's, so fara vit at heiia á
verandi legmann ella tann
komandi um at fara til
Brússel og greiða teimum
frá stødu okkara enn eina-
ferð.
SOSIALURIN
— Velja tit meg aftur á
fólkating, so velja tit
føroysk áhugamál og
eina føroyska rødd. Tit
velja mest sømiligu og
virdu umboðan á fólka-
ting, segði Óli Breck-
mann í útvarpinum
mánakvoldið. Og
partakona hansara helt
fyri, at sami Breck-
mann hevur gjert stórt
PR og verið sera góð
reklama fyri Feroyar
og so segði hon har-
afturat, at hann hevði
ikki blandað seg upp í
donsk viðurskifti. At
bjarga eini borgarligari
stjórn undan teimum
ræðuligu sosialdemo-
kratunum var ikki at
blanda seg upp í
danskan politikk, segði
hetta kvinnuliga
hjálparvalevnið hjá
Óla Breckmann.
Ja, so er tað sagt. Og
vit mugu enn einaferð
sanna, at tað er ikki
skomm skapt í hasum
fólkunum. Hvert
mansbarn veit tað jú —
at fólkaflokkurin við
síni umboðan á fólka-
tingi hevur verið ring-
asta reklaman fyri Fer-
oyar og feroyingar
nakrantíð. At hesin
sami maður nú loyvir
sær at kalla seg sjálvan
ta mest semiligu og
virdu umboðanina á
fólkatingi er eitt
nummar ov grovt. Tað
umræður at fáa henda
mannin úr fólkating-
inum, áðrenn hann
sleppur at gera okkum
meira til skammar. Og
vilja fólkafioksmenn
varðveita tað sindrið
av virðing, teir enn haa
eftir aftan á hesi ár við
Ola Breckmann á
fólkatingi, so taka teir
og velja Jógvan Sund-
stein á fólkating. Tað
hevði sømt seg betur
fyri teir sjálvar og okk-
um ell. Men vandin
fyri at Óli verður aftur-
valdur er so stórur, at
ein atkveða til flokkin
eftir ellum at døma er
ein atkveða til stavna-
mannin. Veljið tí aðrar
flokkar.
A