Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 1990síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LE | | sålmabokina Sålmarnir eru ov tung- ir, halda ung kirkju- 2 fólk Nýggja sálmabókin til kirkjuna er ikki eins væl móttikin av gøllum, sum higartil hava fingið hana. Og tað er tað yngra ættarlidid, sum gremur seg um, at sálmabókin hevur ov nógvar tungar sálmar Tad skuldu verið fleiri ungdómssangir. Vit hava spurt ein tilvildarligan prest, hvat hann heldur um bókina. Tað er Jénsvein Bech av Tvøroyn -Tað hevði ikki gjørt verri um løgini vóru lættari. Og eg haldi, at nevndin, sum hevur skipað fyri bók- ini, hevur hugt ov nógv eftir teim týsku løgunum, heldur enn teim angelikansku, sum eru nógv lættari og sangbær, sigur Jónsvein Bech. -Tað hevði heldur einki gjørt um nakrir av teim yngru prestunum høvdu verið við at gjørt sálmabókina. Nevndin hevur arbeitt í 13 ár, og nú bókin kemur út, er ongin av neyndarlimu- num, sum allir eru prestar, í tænastu long- ur, sigur Jónsvein Bech, sum annars held- ur, at nevndin hevur gjørt eitt gott arbeiði, burtursæð frá lagval- inum. --Ein sálmur skal hava innihald. Nógvir av teim sokalladu løttu ungdómssangunum, kunnu líknast saman við ein leyk, tú kann taka flísarnar, av eina fyri eina, men ongin kjarna finst. Og tilikir sálmar eiga ikki pláss í eini sálmabók. Her haldi eg at nevndin hevur gjørt eitt heppið val, sigur Jónsvein Bech. KLOSSUT Funnist verður eisi- ni at, at bókin er ov klossut og stór, hon gongur ikki í ein van- ligan lumma. Hvat heldur tú um tað? --Hetta er ikki nakar trupuleiki, ein sálma- bók kemur út í fleiri uppløgum, so støddin kann broytast eins og løgini til sålmarnar, sigur Jénsvein Bech. Tað hava eisini verið atfinningar frammi um, at bókin , sum hevur verið 13 ár ávegis, nú verður skundað igjøgnum. Hetta varð gjørt bert fyri at hon skuldi verða tíkin í nýtslu tá kirkjuárið byrjaði, tað var seinasta sunnudag. Vit skrivaðu í Sosialinum týsdagin, at bert 4000 eintøk vóru liðug, hetta er alt ov líuð og hóast sálma- bókin er alment tikin í nýtslu, so ber enn ikki til hjá kirkjufólkinum at fáa hana ul keyps. Nevndin átti at bíða til eina aðra av kirkju- hátíðunum, eitt nú páskahátíðin, so kundu øll fingið sálmabókina ísenn, heldur ein lesari við Sosialin. Annars er ein nýggj koralbók til sálmabók- ina í gerð. jústinus Axel Tórgarð er formaður fyri neyndini, sum hevur skipað nýggju sálma- bókina Enniberg royndart = Nr. 198 — 6. desember 1990 BE ár 2 TORSHAVN sr ALÍ? Í r ENNIBERG + Enniberg. Mynd Kalmar Ikki mist tað stora Hinir trolararnir hava ikki fingið tað stóra síðan eldur kom í Enniberg 4 juli í ár, sigur Mortan Johannesen, reiðari. Týsdagin fór Enniberg á royndartúr undir Føroyum. Teir høvdu havt eitt lítið hál, beint áðrenn Sosial- urin tosaði við reiðaran, Mortan Johannesen. --Vit kanna nú hvussu nýggja verksmiðjan um- borð riggar, men vit vera stutt úti. Teir sum hava staðið fyri arbeiðinum á Skipasmidjuni Føroyar á Skåla, umframt umbod fyri tey ymisku tólini og aðra útgerð eru við og kanna um alt riggar, sigur Mortan Johannesen. STORT ARBEIÐI Tað er eitt stórt arbeiði, sum er gjørt umborð á Enniberg. Eldurin kyknaði á verksmiðjuni, og har hevur verið hond á gllum. Øll elektriska útgerðin er skift út. —Vit høvdu ein heil- automatiskan frystitunnil. Tað var her eldurin kyknaði. Hendan hava vit skift út við einari einkult- ari skipan. Vit hava eisini gjørt ymiskar broytingar á verksmiðjuni, soleiðis at hon átti at rigga betri nú, sigur Mortan Johannesen. IKKI MIST NÓGV Enniberg hevur ikki mist tað stóra síðan eldur kom í skipið 4. juli, samanborið við hinar trol- ararnar, sum royna eftir saltfiski. Kjølbrotrolarar- nir hava fingið eini 100 tons av saltfiski meira, men veiðan við Labrador eftir svartkalva hevur ikki eydnast væl. -Eg eri íkki heilt greiður yvir, hvat vit fara at gera nú Enniberg er liðugur. Vit hava loyvi at royna undir Føroyum, so møguliga fara vit at royna eftir kongafiski, til greitt er at fara eystur eftir aftur, sigur Mortan Johannesen. Verða tit heima á jólum? --Nei, tað rokni eg ikki við, sigur hann. jústinus Bert Sam um sundið --Men ferðslan er minkað so nógv, at tað merkist næstan ikki við bert við einum skipi, sigur Jóhan Restorff Jacobsen, Strandferðslan Fýra fólk ella ein vakt vórðu uppsegd, tá Strandferðslan avgjørdi at leggja Ternuna 1. sum saman við Sam hevur siglt um Vestmannasund seinastu árini. Vágafólk eru ikki so fegin um hesa sparing, tí tey siga at bíðitíðin er longri. Men her er einki at gera, skal Strandferðslan halda fíggjarjáttanina, so má Ternan liggja. Hon liggur í Vestmanna. --Vit hava ikki fingið nakra klagu um, at bíðitíðin er ov long, sigur Jóhan Restorff Jacobsen. --Ferðslan er minkað nógv seinastu tíðina, so nógv, at tað næstan er nógmikið við einum skipi. Men tó standa bilar báðu megin sundið og bíða, skiparin sigur, at vanliga er ikki talan um nógvar bilar, sigur Jóhan Restorff Jacobsen. Í teimum feitu tíðinum tá Sam og Ternan sigldu pendulferð millum Oyragjógv og Vestmanna . Mynd: Kalmar Sosialurin: Hevur so verið talan um alment oysl, at hava tvær ferjur siglandi seinastu árini? --Nei, tað meti eg ikki. Tí sum sagt, ferðslan var nógv stórri fyrr. Serliga hesi seinastu árini, nú nógv virksemi hevur verið í landinum. Og flogferðslan er eisini økt nógv í áttatiárunum, hóast hon minkar nú, sigur hann. Nú manna tríggjar manningar Sam. Hetta førir við sær, at ongin yvirtíð verður goldin longur. Manningarnar eru fastløntar. jåstinus i PA