Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 205 — 15. desember 1990 Tad var útideyðaveður við nógvum kavaroki, tá vit við bili stríddu okkum fram úr Reykjavíkar ti Nikolinu Kjærbo Vigfusson í Hafna- firði. Ailar átta í bindiklubb- anum vóru kortini komnar hetta kveldið við sínum stokkum og broderíum og bjóðaðu gestunum av Sosi- alinum vælkomnum við pannikøkum og alskyns ødrum køkum afturvid drekkamunninum. Prátið gongur á føroysk- um, nú vitjandi eru úr Før- oyum. Annars plaga tær at tosa íslendskt, tá tær eru saman - uttan tá onkur teirra júst hevur verið í Føroyum. Allar tosa væl føroyskt. - Vit hava verið her so leingi, at vit eisini hugsa á íslendskum, men tá tað kemur til attelja, t.d. eyguni á stokkunum, so telja vit á føroyskum, eru tær samdar um. NOGV AR I ÍSLANDI Tað er ikki so legið, at ís- lendskt fellur teimum lætt- ari, tí tær fyrstu teirra komu yvir longu í 1954, og hinar árini beint aftaná. Allar giftu tær seg íslendskum monnum. Í 50-árunum og byrjanini av 60-árunum fluttu føroy- ingar í stórum tali av land- inum. Tann tíðin minnir um viðurskiftini nú í Føroyum. Arbeiðið í Føroyum var litið tá, og arbeiðsloysið gkti um hugin millum tey ungu at fara burtur og royna okkurt nýtt. Nógvir føroyskir sjó- menn vóru í teimum árunum Telja eygun á førovskum - Við árini eru vit blivnar íslendskar, og vit flyta ikki aftur til Føroya, men innast inni eru við kortini framvegis føroyingar, siga átta konur í Hafnafirði við Reykjavík. Sum ungar gentur fóru tær til Sosialurin vitjaði mánakvóldið Íslands, har tær hava búð síðan. teirra fóroyska bindiklubba í Íslandi, og tí fingu onnur hug at fara sama veg. Hví ikki royna Ísland í staðin fyri at fara til Danmarar, ið var meira vanligt? „ -Oglgnin, vit kundu fáa í Íslandi, var triggjar ferðir lønina, vit kundu fáa í Føroyum. FORUUNGAR HEIMANIFRA Føroysku genturnar vóru blaðungar, tá tær fóru yvir. Onkur gjørdi sær ørindi at vitja systkin ella onnur skyldfélk, sum longu véru farin, og so fekk hon sær ar- beidi har. Tær flestu høvdu tó tryggjað sær arbeiði, áðr- enn tær fóru yvir. Arbeiði høvdu tær fingið gjøgnum lýsingar í føroysku blød- unum. Tær siga frá, hvussu tað var at koma til Íslands. Sjóverkurin var ringur hjá summum umborð á Drotn- ingini, og tær skiltu ikki eitt orð, tá íslendingar komu at taka ímóti teimum. Onkrar høvdu fingið arbeiði á cin- um hvíldarheimi fyri tuber- klasjúklingar. Tvær flenna, tá tær minnast afturá, at tær av eini misskiljing vórðu koyrdar inn á eitt sinnis- sjúkrahús. Hvørgin teirra hevði áður hitt slíkar sjúkl- ingar. Misskiljingin varð tó skjótt rættað, og tær komu á sjúkrahúsið, har tær skuldu arbeiða NOGV FLUTTI Í summum familjum fóru fleiri ul Íslands. Tí veit Annelisa at siga frá. Pápa- num dámdi líuð, tá hann kom heimaftur av túri og frætti, at konan hevði givið dóttrini loyvi ul at søkja arbeiði í Íslandi. Men tá tær næstu tvær systrarnar ætl- aðu sær yvir, var pápin meira fyri tí enn mamman. Tað eru 32 ár síðan, bindiklubbi teirra byrjaði. Tá vóru tær fýra. Onkur kom uppí, sum flutti aftur ul Føroya. Hinar fýr komu upp í bindiklubban stutt efur, at hann byrjaði. HITTUST OFTARI FYRR Tey fyrstu árini, meðan tær høvdu småbørn, hittust tær hvørja viku. Tá var tað ein lætti at sleppa út eitt kvold. Nú bømini eru flogin úr reiðrinum, er verri at fáa stundir ul at hittast, tí sum íslendingar flest arbeiða tær nógv allar. Men tær hittast kortini fast eitt kvøld um mánaðin. Tær leggja so stóran dent á at vera saman allar, at tær altíð royna at finna eitt kvøld, tá tað ber øllum ul at koma. Tað er ikki júst fyri at fáa nakað á skafud, at tær hittast. Tær hava eisini onnur áhugamál hvor í sínum lagi. Men tær eru vinkonur, sum hava Ansa Hansen úr Sørvågi [Sa Auguslsdotiir av Argjum og Nikolina Kjær bo Vigfusson úr Sumba kenst í nógv år, og tær tosa sera væl saman. FERÐAST SAMAN Hvørja ferð tær hittast, leggja tær fasta upphædd í pengakassan, og pengarnir fara ul felags útferðir. 1 heystfrítíðini plaga tær at fara saman allar í summar- hús við monnum sínum, og onkuntíð fara tær uttanlands - uttan menn. Í fjør vóru tær allr átta ein túr ul handils í Amsterdam. Til Føroya leggja tær ikki i at fara i felag, ti eru tær i Føroyum er tað fyri at vitja skyldfólk og vinfólk. Allar vitja tær javnan í Føroyum og fylgja væl við, hvat fyriferst. Tað verður tó longri millum vitjanirnar, tá foreldrini fella frá. Eingin teirra kundi hugsað sær at flutt aftur ul Føroya - sjálvt um summar framvegis tosa um at fra "heim til Føroya”. - Innast inni eru vit jú framvegis føroyingar. Eingin teirra kemur til Føroya á jólum og tær bóðu okkum ynskja øllum teirra eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.