týsdagur 18. desember 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 206 — 18. desember 1990
BEN
y
ITROTTU
Fossbankasteypa-
kappingin
ir
Fyrsta umfar i Fossbankasteypakappingini er nú
spælt. 16 lið høvdu teknað seg til kappingina við
hesum úrsliti:
1. Jens P. Nolsøe—Marner Joensen
2. Åsla Weihe—Trygvi Vestergaard
3. Hans J. Petersen—Ingibjørg Hansen
. Niels Nielsen—Simun Hansen
. Kjartan Johansen— Helgi Joensen
. Øssur Winthereig—Finn Ougaard
. Petur Reinert —Carl Mikkelsen
. Súsanna Dam—Jón Rasmussen
0—25
14—17
8—22
25—4
6—24
3—25
14—16
25—5
Lutakast hevur verið um hvussu spælast skal í
eðrum umfari.
nr. 1 Marner Joensen nr. 6 Finn Ougaard
nr. 2 Tr. Vestergaard nr. 4 Niels Nielsen
nr. 3 Ingibj. Hansen = nr. 5 Helgi Joensen
nr. 7 Carl Mikkelsen = nr. 8 Súsanna Dam
Heimaliðini skipa fyri dystunum, og úrslitið
skal vera FBS í hendi í seinasta lagi 3. februar
1991.
Semifinalan og finalan verða spæld í Tórshavn
hin 16. mars 1991.
Liðkappingin
Úrslitini frá FM-liðkappingini verða roknað í
multihold. Aftan á 7 dystir er stødan hendan, bert
8 tey bestu verða nevnd.
1. deild
nr. | Helgi Joensen—Dånjal P. Mohr
nr. 2 Per Kallsberg —Jóanes Mouritsen
nr. 3 Johannes Skårup—Hannis Jacobsen
nr. 4 Niels Nielsen— Rúni Mouritsen
nr. 5 Oddmar Danielsen— Albert Hansen
nr. 6 Eli Zachariasen — Vagnar Olsen
nr. 7 Hans E. Joensen —Marner Joensen
nr. 8 Jórun Johannesen—Kala Poulsen
18,31
17,77
17,62
17,50
16,94
16,78
16,76
16,52
2. deild
nr. 1 Áki Mouritsen—Arnbj. Sivertsen
nr. 2 Jens P. Nolsøe—Bjarni Johansen
nr. 3 Eyðun Jensen —Eyður Joensen 17,78
nr. 4 T. H. Gaardlykke—Sonni Nielsen 16,83
nr. 5 Poul E. Jensen —Hermund Johannesen 16,33
nr. 6 William Mortensen—Knútur Nygaard 15,54
nr. 7 Turid Olsen—Sam Olsen 15,46
nr. 8 Kjartan Nielsen— Bodil Nielsen 15,39
18,31
18,17
Leggjast kann afturat, at útrokning er bert
gjørd fyri per, ið hava spælt minst 6 hálvleikir.
A ————i—
R NNA 7 a
ST Jøs
Sunnudagin seinnapartin
var landsliðshópurin savn-
adur å Ovara vølli i
Gundadali til venjingar.
Hetta var fyrsta ferdin,
landslidid var saman sid-
ani dystin méti dønum i
Ítróttarparkini 10. okotber.
Uppmøtingin sunnudag-
in til ta fyrstu venjingina
var góð. Allir vóru møttir,
uttan Poul Enok Hansen,
ið spældi hondbóltsdyst og
Jens Erik Rasmussen, ið
var sjúkur.
„Ég má siga, at eg var
sera positivt yvirraskaður
av spælarunum, hvussu
góðum formi teir vóru í,
hóast long tíð er gingin,
síðani fótbóltslandskapp-
Eitt hart ár er
fyri framman
ingini endaði," sigur Páll.
„So tað frøddi at síggja, at
teir allir gera nakað við
tað og venja sjálvir. Sjálv-
sagt eru onkrir við í øðrum
ítrótti og fáa venjing tann
vegin, men langt frá allir
hava hendan møguleikan."
Dystur omaná dyst
„Fyri framman hava vit
eitt strævið og hart ár, har
vit skulu spæla nógv fleiri
dystir, enn nakað føroyskt
landslið áður hevur gjørt,"
sigur Páll Guðlaugsson við
Sosialin. „Longu 25. janu-
ar fara vit til Cypern at
vera við í kapping har, og
so verður gongdin allan
vegin — dystur omaná dyst,
Síða 9
til vit í oktober hava spælt
seinasta EM-kvalifika-
tiénsdystin.”
Í tíðini frå januar og
fram til apríl mánað verð-
ur nógv at gera hjá lands-
liðnum, og so at siga allan
mai mánað verður lands-
liðshópurin burtur.
Eisini millum EM-úti-
dystirnar í mai og EM-
heimadystirnar, sum verða
í heyst, fer landsliðið at
spæla dystir móti liðum, ið
kom til Føroya á vitjan.
Spæla móti B36
Til teir dystirnar er vøllur-
in á Svangaskarði ikki
klárur, so teir verða allir á
Ovara vølli í Gundadali.
Men áðrenn komið verð-
ur so langt, skal felags
venjingin fáast í gongd, og
millum annað hevur Páll
ætlanir um at økja um
landsliðshópin úr 17 upp í
21 mans.
„Tað fyrsta, vit nú fara
at gera, er at spæla ein
venjingardyst móti B36
millum jóla og nyggjårs,”
sigur Páll. „Hesin dysturin
skal so geva okkum eina
ábending um, hvussu teir
ymsu spælararnir eru
fyri."
Dysturin móti B36 verð-
ur spældur í Gundadali
leygardagin 29. desember
kl. 13.
hj.
„Best at spæla heimadystirnar
i Føroyum”
Eingin ivi er um, hvørja
stóðu landsliðsvenjarin
hevur til grasvøllin á
Svangaskarði — ella yvir-
hevur grasvøll i Føroy-
um til heimadystirnar
hjá landsliðnum: „Tað
einasta eg saknaði, tá vit
fóru uppí hesa EM-
kappingina, var at spæla
heimadystirnar i Føroy-
um,” sigur hann.
Nú landsliðið aftur hev-
ur verið saman, og ætlanir
skulu leggjast fyri kom-
andi árið, er eingin loyna,
at spurningurin um teir
triggjar EM-heimadystir-
nar i heyst stingur seg upp.
„Eg haldi, at tað hevur
minni at siga, um ein gras-
vøllur verður í Havn ella á
Toftum. Høvudssakin er,
at vit hava ein slíkan vøll,”
sigur Páll Guðlaugsson við
Sosialin. „Har havi eg
ongantíð lagt fingrarnar í-
millum, ti tað mugu vit
hava."
Hann sigur, at óansæð
hvar í Føroyum vøllurin
er, so hava vit eitt so ser-
merkt fétbéltsumhvørvi, at
vit undir øllum umstødum
kunnu koma at gera onkur
av okkara måtstødulidum
bilsin.
Lættliga 7.000
åskodarar
„Frá Íslandi vita vit jú, at
um einir 7.000 áskoðarar
eru til ein dyst, verður tað
hildið at vera gott," heldur
landsliðsvenjarin. „Og at
vit fáa savnaða í hvussu er
EB skipar fyri:
Innandurakapping
á Skála 29. des.
7.000 áskoðarar til okkara
heimadystir, ivist eg ikki
Landsliðsvenjarin sigur
seg vóna, at toftamenn
verða lidnir við vøllin til
tíðina, so spælast kann á
honum í heyst, tá Føroyar
hava heimadystir eftir
móti Norðurírlandi, Dan-
mark og Jugoslavia.
Sum arbeiðið higartil
hevur gingið á Svanga-
skarði, tykist einki verða
til hindurs fyri, at lands-
liðsvenjarin fær hendan
dreym sín uppfyltan.
Leygardagin 29. desembur skipar EB fyri innan
durakapping í fótbólti fyri eldri lið. Kappingir
verður í ítróttarhgllini á Skála.
Kappingin er fullteknað, tá ið 35 manslið og
15 kvinnulið hava boðað frá luttøku. Gjaldið er
200 krónur fyri hvert liðið.
Boðast kann frá luttøku við at ringja til 7
Joensen, telefon 23 274.
-2 <S>umbro Er Q
5 j Sparta-Sport
— |