Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-12-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 206 — 18. desember 1990 7. Kunning frá EF-arbeiðsbólkinum: EF og idnaðurin Í samband við samráðing- arnar millum EF og Dan- mark/Feroyar um eina frí- handilsavtalu hava fer- oyskar ídnaðarfyritskur gjørt vart við, at tær fara at vera sera illa fyri, um ídnaðarverur úr EF fáa frítt at koma og somu semdir sum føroyskar í Feroyum. Tað kann tí vera vert at kanna, hvat tað er ið ger, at idnadarfyritøkur í EF eru betur fyri enn tær fer- oysku. Við skipanini av felags- marknaðinum — stóra innara marknaðinum — hevur EF fremst havt í huga, at keyparin fær meira úr at velja, um hann kann keypa frá fleiri ymiskum framleiðarum, at stórvirkisfyrimunir í ídnaði og tænastu gera tað meguligt at framleiða verur við lægri kostnaði fyri hverja eind, og at kapitalur og arbeiðs- megi vilja leita til tær framleiðslur og til teir landslutir, har tey fáa mest burturúr. Við frælsu kappingini fær keyparin (brúkarin) størstu fyrimunirnar, og uttan so at virkini stødugt kunnu bjóða keyparanum tær verur og tænastur, hann vil hava, til kapping- arferar prísir, dragna tey aftur úr. Við at verja framleiðslu ímóti kapping verður úr- slitið í fyrstu syftu, at keyparin fær dýrari verur og tænastur. Sum frá líður verður úrslitið annars at varda framleiðslan gerst enn minni kappingarter, tí verjan gerst ein koddi. at tikið burtur allar forð- ingar fyri frælsari kapp- ing og at vart frælsu kappingina ímóti nýggj- um forðingum, ið m.a. samstarv millum virki kann skapa fyri frælsu kappingina. Við eðrum orðum skal ídnaðurin klára seg sjálv- an — uttan stuðul og utt- an verju. Stór og smá virki Tó at stór virki hava sínar fyrimunir og verða ment við sterra marknaðinum, so hevur EF eisini viður- kent, at smá og meðalstór virki er ryggurin í vinnu- liga framburðinum í Europa. Tað eru hesi virkini, ið skapa arbeiði og fáa gongd á (entreprenørar). Smá og meðalstór virki eru heldur ikki so fá í Europa, sjálvt um meðal- stór virki á meginlandin- um eru stór virki í okkara samanhangi. Hyggja vit at býtinum á ídnaðarvirkjum í Dan- mark í 1985, so sæst, at helvtin av donskum ídn- aðarvirkjum hevur ikki meira enn 6 til 20 fólk í ar- beiði, og at meira enn % av virkjunum høvdu undir 50 fólk í arbeiði. Danir vísa á, at hetta býti á virkjum í stór, meðalstór og smá virki er ikki ser- stakt fyri Danmark. Tað er nakað tað sama í ellum londum í Europa; tó halda danir, at tað eru ov fá stór virki upp á seg í Danmark. Ídnaðarvirki í Danmark í 1985, býtt eftir tali á ar- beiðsfólki og hvussu stór- an part av arbeiðsfólkin- Ídnaðarpolitikkurin hjá um tilsamans, sum tey EF hevur tí fremst ligið í hava í vinnu. Arbeiðsfólk Virki Arbeiðsfólk pr virki mm % ta % 6- 20 3.200 50,5 40.000 10 20- 49 1.700 27,0 60.000 15 50-199 1.100 17,5 = 120.000 30 200-499 200 3,5 80.000 20 500. lime 200 12 nm 1100000 25 Tilsamans 6.300 100 — 400.000 100 jan. 1991. endamál. HOLI Á ARGJUM uml. 62 fermetrar til støddar við inn- gongd av Argjavegnum — Hølini eru væl hóskandi til skrivstovu, handil, goymslu ella annað vinnuligt til leigu frá 1. TIf. 118 20 Umframt at fáa til vega nýggj arbeiðspláss og vera nýskapandi eru smá og meðalstór virki skjót- ari at leggja um, betri fyri tað tað snýr seg um at laga framleiðslu og tæn- astur eftir tervi, og tey hava ofta sterri evni til framleiðslu við serligum góðskukrevum. SME-politikkurin Fyri at vinna á teimum trupulleikum, ið smá og meðalstór virki sum heild hava, hevur EF lagt ser- ligan SME (Smal and Medium Enterprises) poli- tikk. Hesin politikkur verður stýrdur av serlig- um direktorati, DG XXIII, á sama hátt sum t.d. fiskivinnupolitikkurin verður stýrdur av sínum direktorati, DG XIV. Afturvendandi trupul- leikarnir hjá smáum og meðalstórum virkjum eru smáu, fyri ikki at siga ongu meguleikarnir hjá teimum at fylgja við á hes- um ekjum: — gransking, kunnleika og verumenning — kunnleika um marknað- arfering og leiðslu — kunnleika um reglu- gerðir og standards á marknaðunum — kunnleika um nýggja tekni á sínum ekjum — nýtslu av nýggjum inn- flutningsmeguleikum — nýtslu av nýggjum láns- og tryggingarmegu- leikum. SME-politikkurin hjá EF roynir at stuðla smá- um og meðalstórum virkj- um í EF sum heild á hes- um økjum: * við at fáa í lag samstarv millum virki tvertur um landamerk * við at fremja upplýsing til virkini um EF * við at fremja kunnleika um tøkni (teknologifor- midling) millum virki og menna førleika sum heild hjå virkjum * vid at stuðla smáum og meðalstórum virkjum við fígging SME-tiltøk Tað ber ikki til her at lýsa ut i æsir tey tiltøk EF nyt- ir í sínum SME-politikki; einans eitt tiltak innan hvert av frammanfyri nevndu økjum skal verða tikið fram: * BC-Net (Business Cooperation Network). Hetta er sonevnt teldu- samskipað netverk, ið hevur til endamáls at fremja ítekiligt samstarv millum virki tvertur um landamerkini innan EF. Virkisráðgevar í einsteku londunum hava beinleiðis samband við teldumið- steð í DG XXIII, og virk- ini kunnu henda veg biðja um og bjóða fram sam- starv við onnur virki. Um 350 virkisráðgevar í ellum Europa eru knýttir at BC- Netinum, og tað sam- starv, ið verður fingið í lag, snýr seg um avtalur um tekniskan stuðul at stovna virki, avtalur um undirleverancur, sam- starv um marknaðarfer- ing, know-how avtalur, joint ventures o.s.fr. * EIC (Euro-Info-Centers) fyri smá og meðalstór virki. Við EIC miðsteðunum, ið eru um 40 í tali, verður dagførd vitan um tiltøkini hjá EF, serliga hvat við- víkur innara marknaðin- um, latin smáum og meðalstórum virkjum inn- an EF. Í fyrsta lagi verður upplýst um legfreðiligar, sosialar og tekniskar spurningar, ið hava tydn- ing fyri handil, men seinni skal EIC eisini kunna virkini um stuðulsskipan- irnar hjá EF, fíggingar- meguleikar, granskingar- ætlanir, útbúgvingarætl- anir og annað, ið hevur týdning fyri virkini. * SPRINT (Strategic Pro- gramme of Innovation and Technology Transfer). Ætlanin við SPRINT er at boða frá um nýggja tøkni serstakliga til smá og meðalstór virki. Hetta verður gjørt gjøgnum net- verk av ráðgevum, ið ser- liga hava lagt seg eftir at fáa fram vitan um nýskap- anir (innovatión) og nýggja tekni. Hesir ráð- gevar samstarva við hægri lærustovnar og granskingarstovnar = og við almennar myndugleik- ar, ið skulu menna lands- lutir og smærri eki bú- skaparliga. * NCI (New Community Instruments). Í gjøgnum NCI verða lån veitt smáum og meðal- stórum virkjum innan EF og einans teimum. Lánini kunnu umframt til fastar partar av virkjunum eisini verða veitt til immateriell- ar ílegur, so sum patent, framleiðsluloyvi, know- how, gransking og menn- ing av verum og fram- leiðslu. Heimildir Norges Tilpasning til EF's Indre Marked. Status rapport, oktober 1989 Smá og mellomstore bedrift er. NHO's Europaserie nr 4/1989 Det Europæiske Fælles skabs Økonomi. Europæisk dokumentation. Frågreiding, oktober 1988, um »The Regional Business Development Centres (De Teknologiske Informations centre) in Denmark Føroyskar fyritøkur Føroyskar fyritøkur kunnu sum er ikki brúka tey tiltek, ið standa smá- um og meðalstórum virkj- um í EF í boði. Í sambandi við samráðingarnar mill- um EF og EFTA, hava vinnulívsfeleg eitt nú í Noregi mælt til, at smá og meðalstór virki í EFTA- londunum kunnu koma upp í tiltekini hjá EF á SME-politiska ekinum. Um vit í Feroyum kunnu fáa líkar avtalur sum part- ur av einari fríhandilsav- talu liggur enn ógreitt. Gerið jólini og nýggjárið tryggari NYTIÐ ROYKVARNARAR Tað gongur skjótt framá í Sveríki, Noregi, Onglandi og USA, har fleiri og fleiri húski hava fingið sær ROYK- VARNARA (roykdetektor). Alt meira vanligt er, at fólk hava útvegað sær ein tílíkan sum eina eyka trygd móti tí livs- vanda, sum eldsbruni og roykur so skjótt kunnu elva til. Í Noreg er krav, at øll sethús og íbúðir skulu hava roykávaringarskipan. Hóast eldsbruni vitjar í Føroyum eins og aðrastaðni, við álvarsomum áminning- um og avleiðingum, so er ROYKVARN- ARIN enn ikki vorðin vanligur í heimun- um her hjá okkum. Og so skulu vit har- afturat minnast til, at sethúsahópurin er ikki brunaliga serliga tryggur. Latið ongan ivast í, at ROYKVARNAR- AR bjarga lívum og virðum Øll eiga ti at fáa sær fatur á einum tilik um, og seta hann t.d. undir loftið í kam arsganginum. Tað er tryggleiki fyri vaksin, eldri og børn. desember 1990 Brunaumsjón landsins